Tíðindi13. juni 2016

Sendinevnd hjá fólkatinginum ávegis til Russlands

Sjúrður Skaale er formaður í sendinevndini hjá fólkatinginum, sum í løtuni er ávegis til Russlands til tólvtu ráðstevnuna hjá parlamentslimum í Arktisku regiónini.

Føroysku fólkatingsmenninir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, eru í løtuni ávegis til Russland, har teir skulu luttaka á ráðstevnu fyri arktiskar parlamentarikarar, ið verður sett í morgin.

Teir skulu millum annað samráðast um altjóða rættningslinjur fyri virksemi og íløgur í arktiska økinum.

Sjúrður Skaale er formaður fyri sendinevndina hjá fólkatinginum, og tað er fyrstu ferð síðan russisku innrásina á Krim, at Fólkatingið luttekur í størri parlamentariskum fundum í Russlandi.

Ráðstevnan verður í døgunum 14. til 17. Juni í Ulan-Ude norðanfyri Mongolia.  

Skráin fyri ráðstevnuna kann síggjast her: http://www.arcticparl.org/announcements.aspx?id=6721