Sjúrður Skaale
Grein05. november 2013
Sjúrður Skaale

WTO-sakarmál - hví og hvussu?

Landsstýrið hevur tikið eitt sera prinsipielt og stórt stig. Hví fáa fólk einki at vita um tað?

Mánadagin boðaði landsstýrið frá, at Føroyar høvdu kært handilsstongsulin hjá ES til World Trade Organization, WTO.

Vit hava longu lagt málið fyri altjóða gerðarrætt og føra sostatt nú ikki færri enn tvey sakarmál móti ES á altjóða pallinum.

Tá tað verður gjørt, má orsøkin vera, at ein neyv kanning á løgmansskrivstovuni vísir, at tað er rætt.

Men almenna grundgevingin úr Tinganesi er ógvuliga stutt. Har verður bara sagt, at "tá ið ES brýtur grundleggjandi handilspolitiskar ásetingar, er neyðugt hjá Føroyum at brúka tey amboð, sum kunnu loysa slíkar trætur. WTO gerðarrætturin tryggjar okkum eina sakliga og javnbjóðis viðgerð."

Landsstýrið hevur eisini ráðført seg við uttanlandsnevnd løgtingsins um hetta. Har mugu so góðar grundgevingar vera lagdar fram, at nevndin hevur sagt ja.

 

Einki í føroyskum miðlum

Stórur dentur verður lagdur á at hava fulla semju um alt, sum hevur við silda- og makrelstríðið at gera. Og tað er rætt, at vit eiga at standa saman úteftir.

Men harfrá og so til at løgmaður als ikki grundgevur fyri einum so stórum stigi og at miðlarnir ikki seta ein einasta spurning er í so langt.

Tað kann ikki vera rætt, at føroyingar mugu leita til danskar fjølmiðlar fyri at fáa eina meting av hesum. Teir serfrøðingar, sum har eru at hoyra, kenna jú ikki málið serliga væl.

Tað er møguligt at okkurt ikki verður lagt fram, tí tað kann órógva málið. Men okkurt áttu vanlig fólk at fingið at vitað. Millum tað mest upplagda er til dømis:

 

1) Hvussu nógv kosta sakarmálini? Og ávirkar tað kostnaðin, um Føroyar ikki fáa viðhald?

2) Hvussu langa tíð tekur hetta?

3) Hvør er munurin millum gerðarrættin, sum longu er settur, og WTO-sakarmálið - og hví er tørvur á báðum í senn?

4) Hví kæra vit bara ES og ikki Norra?

5) Hvør verður "dómurin", um Føroyar vinna? - Og hvør er vandin, um Føroyar tapa?

 

Tá eitt so stórt og prinsipielt stig sum hetta verður tikið, átti Landsstýrið at greitt frá hesum og øðrum viðurskiftum.

Tá tað ikki verður gjørt, átti onkur journalistur at spurt um tað.