Djóni N. Joensen
Lesarabræv31. mai 2019
Djóni N. Joensen

Ja til fangarnar

Á vári 2017 fekk eg á kunningarferð eitt nú høvi at hitta føroyskar fangar í Danmark. Allir fangarnir søgdu sum við ein munn, at teir vildu ynskt, at teir kundu sitið dómin í Føroyum. Teir sakna familjuna, sakna matin, og at vera í Danmark ger tað torførari at blíva partur av føroyska samfelagnum. Tað er so mikið dýrt at vitja, at í fleiri førum hevur familjan ikki ráð at vitja uttan stuðul. Men tilboðini og umstøðurnar eru, sum er, ikki egnaðar til fongsul í Føroyum.

Fólkatingsval 2019

Hevur onkur framt eitt nóg álvarsamt brotsverk, so skal ein revsast. Men sendir ein fangar til Danmarkar, tó at teir helst vilja vera í Føroyum, so verða teir dupult revsaðir, tí teir missa sambandið við alt, teir hava. Ikki bara tað, flestu fólkini, sum verða dømd fongsulsdóm, sleppa út aftur. Tá er tað ein fyrimunur, bæði fyri fangarnar sjálvar og samfelagið sum heild, um fangarnir hava atgongd til hjálp, tilboð og netverk, tá teir sleppa út. 

Hetta er alt annað líka lættari at gera í Føroyum. Tá hevur ein samband við somu tænasturnar, fær møguleikan at taka eina útbúgving, sum gevur førleikar ein hevur brúk fyri í Føroyum, og kann hava eitt arbeiðstilboð klárt, tá ein kemur út. Eitt vælvirkandi føroyskt fongsul kundi tí havt við sær, at einstøku fangarnir kundu blivið ein virkin partur av føroyska samfelagnum og búskapinum.

Danska Fólkatingið samtykti longu í 2010 at byggja eitt fongsul í Grønlandi, sum síðani er farið at kostað meira enn 400 milliónir krónur. Á vitjan í Mjørkadali søgdu fangavørðarnir, at tað er lutvíst lítið, sum skal til, fyri at fáa eitt dygdargott fongsul í Føroyum. Eini 30 – 40 milliónir krónur. Hetta eigur at bera til.

Tó er tað týdningarmikið, tá ein ger hetta, at ein samstundis tryggjar, at øll tilboðini eru tøk, sum fangarnir hava brúk fyri til tess at blíva virknir samfelagsborgarar. Útbúgving, hjálp at stýra sær og møguleikar til arbeiðsroyndir eru ein grundleggjandi fortreyt. Men eisini at fáa betri samanhang millum fongsulstilboðini, ungdómstilboðini, viðgerðir innanfyri psykiatriina, sosial pedagogisku viðgerðina, viðgerð fyri alkohol- og narkomisnýtslu og so framvegis. Skipanirnar mugu tosa saman fyri at føroyska samfelagið ikki missir tað virðismikla tilfeingið, sum fangarnir eru. 

Sum er, so er tað alt ov lætt hjá teimum, sum hóast alt sita í arrestini í Føroyum, at detta aftur í somu mynstur, tá ein sleppur út aftur. Nakað so einfalt sum ein ferðaleið, ið passar til, tá fangar verða leysgivnir og eventuelt fara til arbeiðstilboð ella útbúgvingartilboð og aftur í arrestina, hevði hjálpt her. Somuleiðis hevði ein verkstaður við tilhoyrandi verkmeistara, eins væl og at fangarnir sjálvir gera sær mat, givið fangunum innihald í gerandisdegnum, og verið við til at givið teimum vanar og royndir til at klára seg sjálvar, tá teir sleppa út aftur. Málið við einum fongsli eigur altíð at vera at hjálpa og eggja fangunum til at koma út aftur sum góðir og virknir samfelagsborgarar.

 

Djóni Nolsøe Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið