Sjúrður Skaale
27. juni 2017
Sjúrður Skaale

Skaale: - Hetta hevði lætt munandi um hjá teimum lesandi

Føroysk lesandi hava ikki somu møguleikar at fyrireika seg til lestrarlívið sum donsku floksfelagar teirra. Orsøkin er tann einfalda, at tað ikki ber til at fáa útflýggjað NemID í Føroyum. – Hetta er ein púra óneyðug og reint teknisk forðing, sum ikki hoyrir heima í einum ríkisfelagsskapi, sigur Sjúrður Skaale, sum tí hevur heitt á stjórnina um at gera neyðugu broytingarnar.

SU. Íbúð. Fartelefonhald. Rejsekort. Innskriving í skúla og ansingarstovn. Á øllum hesum økjum og fleiri við er tað ógjørligt ella munandi truplari at skráseta seg og síni í Danmark, um man ikki hevur atgongd til talgilda samleikaprógvið NemID.

So at siga allur almenni geirin í Danmark og fleiri viðkomandi partar av vinnulívinum eru nevniliga knýttir tætt at NemID-skipanini. Men í flestu førum skalt tú møta upp á einari skrivstovu í Danmark fyri at fáa útflýggjað NemID.

- Hetta ger tað óneyðuga trupult hjá føroyingum at flyta til Danmarkar. Eisini hjá teimum mongu lesandi, sum hvørt ár leita sær til víðari lesnað í Danmark. Hetta er eitt óneyðugt eyka høvuðbrýggj hjá teimum, sum longu hava ovmikið at hugsa um, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Fólkatingslimurin mælir til, at tað skal bera til hjá teimum, sum ynskja tað, at fáa útflýggja NemID hjá eitt nú Ríkisumboðnum.

- Tað eiga ikki at vera slíkar tekniskar forðingar fyri tey, sum ynskja at flyta millum londini í Ríkisfelagsskapinum. Fólkatingið hevur eisini samtykt, at arbeiðast skal fyri at beina burtur júst slíkar forðingar. Stjórnin hevur á fleiri økjum víst, at hon tekur hetta í álvara, og tí vænti eg í grundini eisini, at hetta verður væl móttikið, sigur Sjúrður Skaale.

Í fyrstu atløgu hevur Sjúrður Skaale spurt danska ráðharran á økinum, um stjórnin vil arbeiða fyri hesum, og nær ein loysn kann væntast um so er.

- Hetta hevði lætt munandi um lesandi, sum ynskja at fyrireika sína flyting og greiða viðurskiftini úr Føroyum. Men tað er í grundini viðkomandi hjá flest øllum føroyingum, sum ætla sær at seta búgv í Danmark í styttri ella longri tíðarskeið, sigur Sjúrður Skaale.

 

Spurningurin hjá fólkatingsliminum er soljóðandi:

Vil ministeren arbejde for, at færinger, som har et praktisk behov for NemID, evt. i forbindelse med forestående studier i Danmark, kan får udleveret dette hos Rigsombuddet eller anden myndighed på Færøerne, og hvornår forventer ministeren i givet fald, at en fjernelse af denne grænsehindring vil være implementeret?

Bemærkninger: Skriftlig begrundelse: NemID er en integreret del af mange af de praktiske gøremål, som er forbundet med at etablere sig selv og eventuelle børn i Danmark. NemID er ligeledes en fordel for færinger, som vælger at studere udenfor Rigsfællesskabet, da det dermed bliver markant lettere at kommunikere med bl.a. SU-styrelsen. Spørgeren er dog orienteret om, at det kun i ganske særlige tilfælde er muligt at få udleveret NemID mens man er bosat på Færøerne. Dette er i sagens natur en udfordring for dem, der har et praktisk behov for at bruge systemet, herunder de mange færinger, som hvert år flytter til Danmark i studieøjemed. Spørgeren er ligeledes orienteret om, at kommende færøske studerende i Danmark kan få tildelt et administrativ CPR-nummer, der er en forudsætning for at få udleveret NemID, og at dette CPR-nummer senere kan konverteres til et permanent CPR-nummer.