Bjarni Hammer
Lesarabræv22. august 2019
Bjarni Hammer

Fiskiskip & útlát

Veruleikin er, at drálið og afturhaldspolitikkurin hjá Fólkaflokkinum øll árini hann sat við fiskivinnumálum í landsstýrinum, er orsøk til, at fiskivinnan í fleiri ár ikki hevur vitað, hvat vendi upp, og hvat vendi niður.

Løgtingsval 2019

Á valfundinum í Salt í gjárkvøldi førdi Annika Olsen fram, at nýggja fiskivinnulóggávan er orsøk til, at reiðarí hætta sær ikki undir at byggja nýggj og orkusparandi skip.

Veruleikin er, at drálið og afturhaldspolitikkurin hjá Fólkaflokkinum øll árini hann sat við fiskivinnumálum í landsstýrinum, er orsøk til, at fiskivinnan í fleiri ár ikki hevur vitað, hvat vendi upp, og hvat vendi niður. 

Øll vistu, at 1. januar 2018 gingu loyvini út og Fólkflokkurin sat og snorksvav, við tí úrsliti, at  samgongan sum hevur sitið seinastu 4 árini, saman við øðrum, mátti taka sær av at leggja vinnuna í fastar karmar. 

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýri sótu í samgongu fyri 4 árum síðani og kundu ikki einast um nakað sum helst, soleiðis at vinnan fekk tryggar karmar at virka undir, eisini eftir 2018. Hvusu teir skulu finna saman og loysa allar trupulleikar nú eftir valið, dugi eg ikki at síggja. Øll vita, at reiðaríðini verða færri og færri og størri og størri. 

Í nýggju fiskivinnulógávuni eru tað reiðaríðini, ið eiga loyvini og ikki skipið. Loyvið er loyst frá stálinum, og júst henda nýskipanin gevur reiðaríðum, kanska serliga í pelagisku vinnuni og í Barentshavinum, møguleika at brúka færri skip at fiska kvotuna, sum 2 skip kanska fiska í dag.

Grundarlagið fyri bíligari rakstri gerst sjálvsagt munandi betri við einum góðum og effektivum skipi. 

Og so til tað, sum kjakið snúði seg um í gjárkvøldi: Hvussu minka vit um CO2 útlátið?

Tað gerst sjálvsagt m.a. við at geva reiðaríum møguleika at leggja fiskirættindi saman, soleiðis at mann fær nóg gott grundarlag til at gera nýíløgur í orkusparandi skip.

Men heldur enn at binda frið, og at vera við til at gera náttúrligar tillagingar av nýggju fiskivinnulógini, lovar Fólkaflokkurin at rulla alt aftur og aftur knýta loyvini til stálið, um hann kemur til vald aftur. Úrslitið verður munandi minni áhugi hjá reiðaríum at rationalisera og endurnýggja flotan.

Ímeðan Fólkaflokkurin sat við valdið, vóru reiðarar ørkymlaðir, tí 2018 kom og Fólkaflokkurin gjørdi einki. 

Og nú sigur fólkaflokkurin, at um tey koma til valdið, so skulu tey hesaferð ordna alt í eini handavending.

Eg skilji væl, at reiðarar eru ørkymlaðir av Fólkaflokkinum og ikki tora at gera íløgur, sum støðan er.

Eingin nýbygging og eingin minking í útlátinum frá skipum, alt takkað verið Fólkaflokkinum, ið ikki vil geva vinnuni tryggar karmar at virka undir, men skal “ rulla alt aftur”.

Hesum veruleika sleppur Annika Olsen ikki undan.

Bjarni Hammer
Valevni hjá Javnaðarflokkinum