Sjúrður Skaale
Lesarabræv04. november 2013
Sjúrður Skaale

Berlusconisering ella fólkaræði

Tað gevur hvørki atkvøður ella vald at útiloka stjórnarsamstarv við Fólkaflokkin og ekskludera Gerhard Lognberg. Men hetta eru neyðug stig á vegnum móti fólkaræði í Føroyum. Aðrir flokkar skuldu tikið í egnan barm.

Tað gevur hvørki atkvøður ella vald at útiloka stjórnarsamstarv við Fólkaflokkin og ekskludera Gerhard Lognberg. Men hetta eru neyðug stig á vegnum móti fólkaræði í Føroyum. Aðrir flokkar skuldu tikið í egnan barm. 

7. september segði Kaj Leo Johannesen soleiðis í eini av sínum gitnu ”uppdateringum” á facebook:

"Tað sær út til, at ávísir andstøðupolitikarar og nøkur tíðindafólk ikki góðtaka, at samgongan hevur ein meiriluta á tingi, og tað er stórt spell og ein háðan móti fólkaræðinum. Næsta val kann tað broytast, men tá hevur fólkið talað, ikki tey fáu, sum nú siga seg umboða ein meiriluta av fólkinum."

Kaj Leo tykist halda, at fólkaræði bara snýr seg um at hava meiriluta. Tað er fullkomiliga misskilt. Maðurin setir eisini líkheitstekin millum meirilutan á tingi og meirilutan av fólkinum.

Í teoriini er tað rætt. Í teoriini velja fólk millum ymiskar politiskar ætlanir – og tann ætlan, sum fær størst undirtøku, vinnur. Men soleiðis er ikki í veruleikanum. Í Føroyum er einki sum helst samband millum tað, sum meirilutin av fólkinum velur, og tað, sum meirilutin á Løgtingi ger.

Av tí at eingin veit hvør fer at samstarva við hvønn, siga fólk bara okkurt, tá tað er valstríð. Øll vita, at politiska kósin ikki verður sett fyrr enn eftir valið. Vallyftini eru sum sápubløðrur: Tey skyggja litrík og vøkur í sólini – men í somu løtu sum fólk taka tey til sín, hvørva tey. Tá fólk seta sín kross, brestur teirra sápubløðra. 

Aðrastaðni vita fólk hvør fær valdið, tá atkvøðurnar eru taldar upp.Tann, sum fær mandatið frá veljarunum, vinnur! So er ikki hjá okkum. Her byrjar ein kaotisk telving um valdið EFTIR valið. Altso tá veljarin er skeklaður burturúr prosessini.

 

Kaj Leo – einki vald

Vit kunnu taka flokkin hjá Kaj Leo sjálvum sum dømi. Valdu tey, sum í 2011 settu krossin við lista B, at Føroyar skuldu hava ta ekstremt asosialu skattaskipan, vit hava fingið? Valdu tey, at vit skulu brúka skattin hjá bæði verandi og komandi pensionistum – og harvið skapa eitt stórt, fíggjarligt hol í framtíðini? Valdu tey at steðga liberaliseringini av fiskivinnuni, og venda aftur til planøkonomiska stýring? Valdu tey, at uppgerðin við gyltar pensiónir, koyripengar og onnur privilegium hjá landsins leiðarum skuldi parkerast? Nei. Sambandsflokkurin lovaði einki av hesum. Tvørturímóti. Tey, sum settu krossin við lista B, fingu ikki tað, sum tey valdu. Hóast Sambandsflokkurin fekk landsins leiðslu. 

Sama er at siga um Miðflokkin: Í hansara valskrá var ikki eitt av teimum høvuðsmálum, sum samgongan hevur framt. Ja, formaður floksins hevur enntá talað beinleiðis ímóti tí politikki, sum hann er grundarlag undir...Veruleikin er, at Fólkaflokkurin í øllum stórum og avgerandi spurningum hevur stýrt púra einsamallur.  

 

Flokkarnir mugu rudda upp

Sitandi samgonga er sjálvandi eitt ekstremt dømi. At Fólkaflokkurin hevur fingið so nógv vald kemst av ymiskum samanfallandi faktorum: At løgmaður er so veikur, at Sambandsflokkurin er innanhýsis ósamdur um fiskivinnupolitikkin, at Miðflokkurin er í tvíningum um fleiri stórmál, og at Sjálvstýrisflokkurin segði ja til alt, so leingi Skálafjarðartunnilin var í eygsjón. Hetta hevur givið Fólkaflokkinum sera lætt spæl.

Men tað er einki nýtt, at fólk velja eitt og fáa nakað annað. Og tað fer at halda fram so leingi ongar alliansur eru undan valunum, so leingi øll vilja fríggja við øllum fyri at sleppa í Tinganes, og so leingi eingin disiplin er inni í flokkunum. So leingi hetta stendur við, verður veljarin hildin fyri gjøldur. Hann setir sín kross í blindum – uttan at hava ánilsi um, hvat hann fær.

Okkara skipan er ikki demokratisk, so leingi hetta er lagið. Skulu vit hava demokrati, mugu fólk fáa eitt veruligt val. Men tað eru bara flokkarnir, sum kunnu rudda skipanina og geva fólkið hetta valið!

Tað er tað, sum Javnaðarflokkurin er farin undir.

 

Exit listi A

Nógv hildu tað vera ein taktiskan brølara, tá Javnaðarflokkurin boðaði frá, at hann ikki fer í samgongu við Fólkaflokkin.

Tað var tað helst eisini. Tað gevur jú Javnaðarflokkinum færri møguleikar, tá telvingin um valdið byrjar – dagin eftir valið. Men demokratiskt er hetta tað einasta sømiliga at gera. Nú velja tey, sum seta krossin við lista C, ikki heilt í blindum. Tey vita eitt sindur betur hvat tað er fyri politisk vøra, tey keypa fyri sína atkvøðu. Tey vita, at tey ikki verða grundarlag undir fólkaflokspolitikki. Og at tey ikki gera Jørgen Niclasen til løgmann.

Tey, sum velja samband, tjóðveldið ella smáu flokkarnar, hava ikki hesa vitan. Tey kunnu framvegis velja í eyst – og fáa politikk, sum er í vest.

Vónandi fara fólk at skilja hetta. Og vónandi fara eisini hinir flokkarnir at venda partapolitisku opportunismuni bakið og ásanna, at fólk mugu fáa at vita, hvat tey velja.

 

Exit Gerhard

At fleiri lokalfeløg í Javnaðarflokkinum nú skjóta upp at ekskludera Gerhard Lognberg, er eisini ivasamt reint taktiskt. Tað kostar jú atkvøður.

Men skal ein flokkur hava trúvirði, má hann virka sum ein eind. Tann, sum aftur og aftur er ósamdur um grundleggjandi mál, má antin geva seg undir meirilutan – ella fara. Ger hann hvørki, má flokkurin antin siga farvæl við persónin – ella siga farvæl við sítt egna trúvirði.

Higartil er tað trúvirðið, sum hevur verið offrað. Tað er lættari. Men ikki rættari.

 

Fólkaræði krevur disiplin

Farnu árini er føroyskur politikkur blivin ”berlusconiseraður”. Tað hevur snúð seg um at sleppa framat valdinum fyri einhvønn prís – eisini við lyftum, sum øll vita eru følsk. 

Av ótta fyri ikki at sleppa í Tinganes, hava allir flokkar fríggjað til allar síður – og offrað egin lyfti. Av ótta fyri at missa atkvøður, hevur eingin flokkur torað at kravt disiplin av sær sjálvum. Fólk á sama lista hava lovað ymiskan politikk á somu økjum. Í hesum leiki er okkara fólkaræði sett fullkomiliga til viks. Veljarin er hildin fyri tað turra spott.

Tey stig, Javnaðarflokkurin hevur tikið, bera boð um eina nýggja kós. Hon er trupul at ganga – men hon er neyðug. 

 

Sjúrður Skaale