08. juni 2016

Sjúrður Skaale spyr um føroyska luttøku á útflutningsfremjandi ferðunum hjá drotningini

Í Degi & Viku í gjárkvøldið segði stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen, at føroyskt vinnulív hevur áhuga í at taka lut í vinnu- og handilsfremjandi ferðunum hjá drotningini, men at innbjóðingin antin ikki kemur eller kemur so seint, at tað ikki ber til at taka lut.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, tekur tí í dag spurningin upp við donsku stjórnina, ið stendur fyri ferðunum hjá drotningini.

Hann hevur sett fylgjandi grein 20 spurning til uttanríkisráðharran:

Vil ministeren tage skridt til, at færøsk erhvervsliv i god tid skal blive informeret om og inviteret til at deltage i de eksport- og erhvervsfremmende rejser, som dronningen foretager?

Bemærkninger: 

I færøsk TV i går, 7. juni, sagde direktøren i Færøernes Arbejdsgiverforening, at færøsk erhvervsliv ville være interesseret i, sammen med dansk erhvervsliv, at deltage i dronningens rejser, men at man enten slet ikke bliver inviteret til rejserne, eller bliver inviteret så sent, at deltagelse ikke er mulig.