Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv24. apríl 2019
Kristianna W. Poulsen

Trupulleikin við ljóðdálking skal loysast nú!

Trupulleikin við ljóðdálking frá skipum hevur staðið uppá í fleiri ár. Málið hevur verið umrøtt leingi, landsstýrið hevur saman við kommununum arbeitt við málinum, men enn er eingin loysn funnin. Hesin trupulleikin má loysast nú, heldur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum í dag hevur sett landsstýriskvinnuni við innlendismálum ein fyrispurning um evnið.

Ljóðdálking frá havnaløgnum og skipum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki. Borgarar við fleiri havnaløg í Føroyum gera javnan vart við, at ljóð- og luftdálking eru sera órógvandi fyri teirra gerandisdag og fyri teirra náttarfrið.

 

Kunngerð um luftdálking frá skipum kom í gildi í Føroyum í 2017, og hetta er at fegnast um, tí nú ber ikki til hjá skipum at brúka meira dálkandi brennievni í Føroyum enn í londunum rundanum okkum. Hinvegin er eingin beinleiðis reglugerð fyri ljóðdálking frá skipum í Føroyum. Spurningurin er, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri borgarar í Føroyum.  

 

Í oktober mánaða í ár gav altjóða heilsustovnurin, WHO, út umhvørvisleiðreglur fyri Evropa. 

Leiðreglurnar hjá WHO vísa á, at óljóð er ein umhvørvisvandi fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá fólki. Fyri at gera vart við trupulleikan við larmi frá skipum hava borgarar stovnað felagið Heimafrið, og eisini læknafakligir myndugleikar í Føroyum hava gjørt vart við, at tað er neyðugt at taka ljóðdálking í álvara. 

 

Umboð fyri kommunur hava ført fram, at landið eigur at gera reglur, sum eru felags fyri havnir, men hava eisini gjørt vart við, at tað kann vera sera kostnaðarmikið at finna rættar loysnir. 

 

Ymiskt er, hvussu trupulleikin er loystur í øðrum londum: til dømis er skipan í Noregi tann, at landið veitir stuðul til havnir fyri íløgur at gera skipanir til landstreym. Í Føroyum eiga vit ikki at lata standa til, men heldur finna fram til rættar loysnir fyri at loysa trupulleikarnar við ljóðdálking. 

 

 

Á løgtingi 23. apríl 2019,

 

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna