Tíðindi03. juli 2016

Føroyingar á borgini: Ansy F. Niclassen - vaktmeistari

Hon bleiv útbúgvin barnasjúkrasystir í sjeytiárunum, men síðan 1981 hevur Ansy F. Niclassen arbeitt sum vaktur á Christiansborg. Ansy er ættað úr Miðvági og flutti til Danmarkar sum 18 ára gomul í 1970.

Hon bleiv útbúgvin barnasjúkrasystir í sjeytiárunum, men síðan 1981 hevur Ansy F. Niclassen arbeitt sum vaktur á Christiansborg. Ansy er ættað úr Miðvági og flutti til Danmarkar sum 18 ára gomul í 1970.

Tey 35 árini, sum Ansy hevur starvast á Christiansborg, eru nógvar broytingar hendar. Í dag skulu flestu vitjandi ígjøgnum trygdareftirlit við metalskannara, áðrenn tey fáa atgongd til borgina, og vakmyndatól er so at siga í hvørjum króki. Men soleiðis var tað ikki í 1981.

“Tað einasta vit høvdu var ein telefon. Her var ikki so frægt sum ein telda. Tá gestir komu á gátt var tað upp til vaktin at meta um, hvørt viðkomandi kundi vera ein hóttan, og her máttu vit bara royna at lesa fólk av og fylgja okkara varhuga” sigur Ansy.

Høvuðsuppgávan hjá vaktunum er trygdin, men tey hava eisini ymisk førleikaskeið m.a. í fyrstuhjálp og roykkaving – førleikar, ið Ansy hevur brúkt í praksis. 

“Eg bleiv boðsend ein sunnudag í 1992, tá eldur var í Provianthúsinum. Tá var tað okkara uppgáva at bjarga málningum og øðrum virðismiklum, ímeðan sløkkiliðsfólkini bastu eldunum.”

Hóast Ansy hevur rundað tey 63, so hevur hon ongar ítøkiligar ætlanir um at hanga vaktarbúnan.

 

“Tíðin fer at vísa, hvussu leingi eg verði á Christiansborg. Eg kann fara á pensjón, tá eg verði 65, men tað er ikki vist, at eg geri tað,” sigur Ansy.