Tíðindi26. september 2013

Danskur stuðul til arktiska universitetið krevur eisini føroyskt initiativ

Sjúrður Skaale og Sara Olsvig (IA) hava fingið svar frá Morten Østergaard, útbúgvingarmálaráðharra, upp á spurningar, sum tey settu honum í sambandi við manglandi játtan til arktiska universitetið, sum hevur til endamáls at kanna broytingar í arktiska umhvørvinum.

Í arktisku strategiini fyri ríkisfelagsskapin verður dentur lagdur á ríku samstarvssiðvenjuna millum Føroyar, Grønland og Danmark innan umhvørvisgransking og týdningin av, at samstarvað verður innan hetta økið. Føroyskir, grønlendskir og danskir stovnar og granskingar- og vitanarumhvørvi eru partar av eini røð av altjóða granskingarverkætlanum innan umhvørvisavleiðingar í Arktis.

Í danska fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 er ongin peningur settur av til universitetssamstarvið, tí eykajáttanin frá 2013 á 3 mió. kr. skuldi nýtast í bæði 2013 og 2014. Danski stuðulin til arktiska universitetið varð í árunum 2010-2012 ásett til 3 mió. kr. árliga. Danska stjórnin ætlar tó at seta 3 mió. kr. av til arktiska universitetið í 2015, men so er óvist, hvat verður við stuðlinum komandi ár.

Bæði Sjúrður Skaale og Sara Olsvig (IA) hava í samband við danska fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 sett spurningar til danska útbúgvingarmálaráðharran, Morten Østergaard, fyri at tryggja framhaldandi stuðul til arktiska universitetið. Í sínum svari til Sjúrð Skaale og Saru Olsvig (IA) um danska stuðulin sigur danski útbúgvingarmálaráðharrin, at danska stjórnin vísir við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014, at hon stuðlar arktiska universitetinum. Útbúgvingarmálaráðharrin sigur seg eisini vera sinnaðan at framhaldandi stuðla arktiska universitetinum, men at hetta er eisini treytað av initiativi frá føroyskum, grønlendskum og donskum granskingarumhvørvum og stovnum.