Barbara Gaardlykke Apol
Lesarabræv25. mai 2019
Barbara Gaardlykke Apol

Veðurlagsbroytingar eru ikki sum Lord Voldemort

Góðu áhoyrarar Nú vit telja veðurlagsverkfall nr. 21 og fleiri góðir røðarar hava verið undan mær, mátti eg líka leggja høvdið í blot fyri at finna uppá okkurt kreativt at siga. Men tá alt kemur til alt, so er tað jú rættiliga einfalt. Endamálið við at halda veðurlagsverkfall er júst at halda fram at tosa um tað sama. Tað fekk meg at hugsa um eina røðu, eg las herfyri.

Røðan var hildin av forkvinnuni í sámiska ráðnum, Åsa Larsson Blind, á ráðharrafundi í  Arktiska Ráðnum fyrr í hesum mánaðinum. 

 

Nú verður ikki so ofta tosað um sámar her heima í Føroyum, men eg haldi ikki, at tit skulu snýtast fyri hesa fantastisku røðu. Eg havi valt eitt lítið brot úr røðuni at endurgeva fyri tykkum:

 

Tað snýr seg um Harry Potter, sum flestu okkara munnu kenna. Í røðini um Harry Potter er tað ein óndur gandakallur, ið kallast Lord Voldemort. Gandakallar og –kellingar ræðast Voldemort so nógv, at tey nevna hann ikki við navni. Í staðin siga tey ”tú veit hvør” ella ”hann, ið ikki má nevnast við navni”. Tí nevna tey hann, risikera tey, at hann kemur. Við at tosa um Voldemort og at nevna hann við navni, seta tey sítt lív í váða.

 

Veðurlagsbroytingar eru tað mótsatta, sum við Lord Voldemort. Lata vit vera við at tosa um veðurlagsbroytingarnar, merkir tað ikki, at tær ikki koma. Við at lata vera við at tosa um veðurlagsbroytingarnar, merkir tað ikki, at lívið hjá okkum, hjá øðrum og hjá jørðini ikki verður sett í váða. 

 

Hetta er akkurát orsøkin til, at vit standa her í dag. Vit tosa um veðurlagsbroytingar. Vit tosa um veðurlagsbroytingarnar, tí vit eru noydd til tað. Við at tosa um veðurlagsbroytingar kunnu vit stríðast ímóti og minka um ávirkanirnar á okkara lív. Tá kunnu vit ávirka tey røttu fólkini til at hála í neyðbremsuna og steðga gongdini.

 

Sjálvt endamálið við at standa her hvønn fríggjadag er júst tí at vit ikki vilja tiga veðurlagsbroytingarnar burtur. At hetta ber til í heili 21 fríggjadagar vísir, at talan er um eina fólkarørslu, sum hevur fingið nokk av manglandi handlikraftini hjá okkara politikkarum og av líkasæluni hjá teimum stóru dálkandi fyritøkunum, sum fyrst og fremst hugsa um egnan vinning.  

 

Seinastu fáu árini hevur fyribrigdið ”veðurlagsangist” tikið seg upp. Veðurlagsangist kann raka øll, men serliga sjónligt er hetta millum yngri fólk. Tað er ein kensla ógvusligum óró, ræðslu og vónloysi fyri framtíðini orsakað av veðurlagsbroytingunum. Tit kenna kanska kensluna sjálvi. 

 

Onkur heldur kanska, at bara ljóðar sum ungdómurin, sum yvirreagerar. Tað verður í øllum førum borið fram rættiliga ofta.

Men er tað nú so løgið, at yngra ættarliðið berir ótta fyri framtíðini? Síðsta summar vóru skógareldar í næstan øllum Evropa. Vit verða dagliga bombarderað við myndum av einum minkandi Norðpóli.

Ja, eg var sjálv so ”heppin” – um eg kann siga tað so – at sleppa til Tunesia í februar. Tað var til eina politiska ráðstevnu, og hóast nógv áhugavert var borið fram, so var tað ikki innihaldið sjálvt, ið hevði størstu ávirkan á meg. Nei, tað var nemliga regn allar dagarnar. Ikki so nógv sum vit eru von við í Føroyum, men tað sá út sum um at tað var nógv verri. 

 

Politikkarirnir, ið vit tosaðu við, greiddu frá, at ringu broytingarnar í veðurlagnum og nógva regnið, vóru nakrar av størstu avbjóðingunum hjá teimum. Har vóru ikki ristir í vegnum á sama hátt sum vit hava her heima í Føroyum, og tað flóðar yvir á gøtunum í heilum.

Tey, ið liva undir fátæksligum umstøðum, verða rakt av sjúkum og standa til at missa teirra heim. Hetta ER orsakað av veðurlagsbroytingunum! 

 

Fyri ikki so langari tíð síðan var ein ógvuslig melduródn í Mosambik, Malavi og Simbabvi orsøk til at túsundtals børn og vaksin lótu lív, og uppaftur fleiri gjørdust heimleys. Hesar náttúruvanlukkur koma frá menniskjaskaptu veðurlagsbroytingunum.

 

Sum eitt menniskja fái eg ilt í allan kroppin av at hugsa um hetta. Tað eru tey fátæku, sum gera seg minst inná umhvørvið, sum fyrst fara at merkja veðurlagsbroytingarnar. 

 

Samstundis er tað okkara líkasæla, ovurnýtsla og framhaldandi ovurtroytan av náttúruni, sum eru orsøk til at fólk doyggja. Vit eru so mikið væl upplýst, at vit eiga at vita betri. Einki bendir á, at hesar veðurlagsbroytingar fara at steðga – og fyrr ella seinni raka tær eisini okkum. 

 

Nú hava vit tvey val fyri framman. Tað er nú, at fólkaræðið skal standa sína roynd. Og mín innarliga áheitan er, at vit ikki steðga við at tosa um veðurlagsbroytingarnar. Veðurlagsbroytingarnar eru ikki sum Lord Voldemort – tvørturímóti kunnu vit bjarga lívum við at tosa um tær. So nevnið veðurlagsbroytingarnar við navni! Gevið tykkara meiningar til kenna, tá tit tosa við fólk, ið bjóða seg fram til val. Tosið við vinir og familju um tað. Skrivið um tað á sosialu miðlunum. Veljið valevni, ið hugsa burðardygt, framum valevni, ið hugsa um løtuvinning. 

 

Takk fyri meg!