Sjúrður Skaale
Grein20. august 2014
Sjúrður Skaale

Javnstøða og rættvísi á arbeiðsmarknaðinum bæði í Norðanlondum og Evropa

60 ára gamli felags norðurlendski arbeiðsmarknaðurin hevur verið sera væleydnaður og givið hundraðtúsundvís av norðbúgvum møguleikan at finna arbeiði í einum øðrum landi. Javnaðarflokkarnir í Norðanlondum vilja varðveita norðurlendska arbeiðsmarknaðin og arbeiða tískil víðari fyri at bróta niður marknaforðingar, fremja norðurlendska málfatan og flytføri.

Tað hevur eydnast norðurlendsku modellunum at sameina javnstøðu og búskaparliga framgongd. Men enn er nógv arbeiði eftir til vit náa rættvísi og javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum.

Størstu avbjóðingarnar á arbeiðsmarknaðinum handla um ójavna og arbeiðsloysi. Ung, innflytarar og avlamin hava ilt við at koma inn á arbeiðsmarknaðin. Eldri fólk fáa ikki stuðul at vera verandi í arbeið. Útlendskir arbeiðstakarar eru fyri lágum lønum og ringum arbeiðskorum, ið ikki kunnu góðtakast. Lægri lønir og verri yrkismøguleikar, trupulleikar við at sameina arbeið og familju eru enn veruleiki fyri kvinnur á arbeiðsplássinum.

Tað er eitt ótrúligt oyðsl av samfelagsins týdningarmesta tilfeingi; ein serkøn arbeiðsmegi, ið støðast væl, er størsti kappingarfyrimunur hjá Norðurlondum.

Norðurlendskt samstarv og okkara líknandi arbeiðsmarknaðir gera tað møguligt at læra av royndunum hjá hvør øðrum og finna loysnir til trupulleikar saman. Nýggja íslendska stigið um somu løn er eitt dømi uppá tiltøk, ið hjálpa at lýsa og mótvirka ógrundaðar lønarmunir millum kynini. Viðvíkjandi ungdómsarbeiðsloysi kunnu vit til dømis læra av finsku trygdini til arbeiðsleys ung um arbeið, starvslæru ella útbúgving innan tríggjar mánaðir, av norsku og donsku læruskipanunum kunnu vit læra at gera skiftið frá skúla til arbeið lættari og av svensku skipanini fyri útbúgving til vaksin kunnu vit læra hvussu vit betur fáa fatur í og gera givnum ein nýggjan møguleika.

Kunngerð frá summarfundi hjá javnaðarflokkunum í norðurlandaráðnum:

Viðvíkjandi stríðnum ímóti sosialari dumping/svørtum arbeiði hava norðurlendsku londini valt ymiskar ætlanir og ymisk amboð, ið geva góðar møguleikar til eftirmeting fyri at finna virknastu loysnirnar. Javnaðarflokkarnir í norðurlendska ráðnum leggja tískil uppskot fram har man eftirlýsir sáttmálabundin arbeiðskor, rættvísa kapping og betri upplýsing til útlendskar arbeiðarar og fyritøkur um hvørjar reglur, rættindi og skyldir eru galdandi. Harafturat vilja Javnaðarflokkarnir í Norðurlandaráðnum at norðurlendsku stjórnirnar arbeiða saman um at seta í gildi samtyktir fyri arbeiðstakarumí starvi aðrastaðni, fyri at veita trygd fyri virknum eftirliti uttan at nýggjar marknaforðingar koma fyri.

Í dag eru flestu spurningar um arbeiðsmarknaðin heftir at ES. Vit hava brúk fyri reglum, ið verja arbeiðstakarar og geva rættvís kappingarkor fyri at innari marknaðurin skal virka fyri øll, ið búgva og arbeiða í Evropa.

Javnaðarflokkarnir vilja, at vit í Norðanlondum og Evropa skulu kappast við høgari góðsku og produktiviteti og ikki eini kapprenning ímóti botninum í løn og arbeiðskorum. Norðurlendska royndin vísir, at fokus á javnstøðu í arbeiðinum og ein samhaldsfastan lønarpolitikk hækka produktivitetin. Hesa vitan fara Javnaðarflokkarnir at brúka fyri at reka ein proaktivan politikk fyri javnstøðu og betri arbeiðstrygd í øllum Evropa.

Javnaðarflokkarnir í Norðurlandaráðnum