Sjúrður Skaale
Lesarabræv04. december 2013
Sjúrður Skaale

At misbrúka Gud sømir seg ikki

Politisk misnýtsla av Bíbliuni er ein hættislig glíðibreyt.

Í 1920 fekk amerikanska grundlógin eitt ískoyti sum segði, at kvinnur høvdu óskerdan valrætt í øllum statunum. Tá hevði stríðið um hetta staðið í áratíggju. Eitt heilt avgerandi argument hjá teimum, sum noktaðu kvinnum valrætt, var "Guds vilji". "Skal USA veruliga seta seg ímóti tí, sum Gud hevur fyriskrivað?" spurdu oddagreinaskrivarar í bløðunum. "Her ganga tær - kvinnurnar, sum vilja seta seg upp ímóti Gudi", varð sagt um tær kvinnur, sum gingu kravgongu fyri rættinum at atkvøða. Orðaskiftið í bløðunum var fult av skriftstøðum, sum skuldu stuðla undir tað fyri mong avgerandi argumentið: At geva kvinnum politiskt vald var at ganga ímóti Guds fyriskipan!

Teir menn, sum soleiðis spentu Gud fyri sína politisku dagsskrá, høvdu nokk at taka av: Skriftstøð um at maðurin er høvur kvinnunar og at kvinnan skal vera undirgivin passaðu jú sum fótur í hosu til teirra argumentatión. Á hendan hátt sluppu menninir undan sjálvir at grundgeva fyri, hví teir vildu halda kvinnum frá valdinum. Ja, teir kundu enntá siga, at teir persónliga einki høvdu ímóti valrætti til kvinnur, men at teir, sum kristnir menn, MÁTTU geva seg undir Guds vilja.

Í dag eru tey flestu samd um, at talan var um misnýtslu av kristindóminum. Rættari hevði verið, um hesir menn tordu at standa við síni sjónarmið heldur enn at turka tey uppá Gud.

 

Sama søga...
Nú stendur eitt líknandi stríð um skrásett parlag / samkynt giftarmál í vesturheiminum. Fleiri amerikanskir statir og nærum øll londini í Vestureuropa hava nú givið samkyndum henda rættin. Í norðurlondum eru bara Føroyar eftir.
 

Argumentatiónin ímóti er í mongum førum tann sama, sum varð nýtt ímóti valrætti til kvinnur: At loyva samkyndum at skráseta seg ella giftast, er at seta seg upp ímóti Gudi.  

Skriftstøðini, sum kunnu brúkast í hesi argumentatión, eru ikki so nógv - men tey, sum eru, verða dúgliga brúkt. Onnur skriftstøð verða - av politiskum orsøkum - antin kutað sundur ella tagd burtur. Tað er kortini lítil ivi um, hvønn veg tað ber. Og Føroyar verða neyvan verandi einasta land um okkara leiðir, sum noktar samkyndum henda rættin. Kanska áttu tey, sum nú brúka skriftstøð sum politisk argument, at hugt at søguni. Kanska áttu tey at verið meira varðin, áðrenn tey turka sínar egnu meiningar upp á Gud.

 

Glíðibreytin
Tað verður eisini sagt, at uppskotið sum nú liggur á tingi, førir Føroyar út á eina "glíðibreyt" - og hugflogið er stórt tá spátt verður um, hvør endin verður. Ja, onkur er farin so langt sum at siga, at tann dulda ætlanin er at avtaka hjúnarbandið millum mann og konu...
 

Men at misbrúka Bíbliuna í politiskari argumentatión, kann sanniliga eisini vera ein glíðibreyt. Tí hvat verður tað næsta? Skulu vit fara at tosa um, hvørt hendan skattaskipanin gudiligari enn hin? Um ein sosialpolitikkur er gudiligari enn ein annar? Ella um tað er kristiligari at velja loysing enn at velja samband?
 

Skriftstøðini tróta ikki - tey bíða bara eftir fólki, sum eru nóg skammleys til at misbrúka tey í politiska maktkampinum. Og verður Bíblian misbrúkt í einum máli, kann hon misbrúkast í øðrum málum við.

 

Teokratiskt veto
Sum skilst hevur Miðflokkinum fingið alt vald yvir samgonguni í hesum máli. Vit eiga at hava í huga, at stevnuskráin hjá hesum flokki beinleiðis stílar ímóti at gera Føroyar minni demokratiskar, minni sekulerar - og meira teokratiskar. M.a. stendur í stevnuskránni, at "Orð Guds, Bíblian, eigur at vera grundarlagið undir frálærutilfari, og eigur frálæran á ongan hátt at mótstríða Bíbliunnar boðskapi. Kristnilæran, sum er lyndismennandi, eigur at byggja á Bíbliunnar boðskap, og bert játtandi trúgvandi eiga at kunna undirvísa í kristni".
 

Eitt land, har bæði frálærutilfar og lærarar skulu vigast á henda hátt, virðir ikki demokratiskar grundreglur. Annað í floksins stevnuskrá ber á sama borðið. Kann tað ikki eisini gerast ein glíðibreyt, at hesin flokkur - sum bert telur tveir tingmenn - fær vetorætt yvir eini heilari samgongu?

 

Standið við tykkara meining
Fólk kunnu hava ærligar og reellar politiskar meiningar sum gera, at tey ikki vilja geva samkyndum føroyingum sama rætt, sum samkynd hava í nærum øllum vestureuropa. Men so er at leggja hesar meiningar fram og verja tær í opnum kjaki. At misbrúka Gud sømir seg ikki. 

 

Sjúrður Skaale