Ingilín Didriksen Strøm
Lesarabræv25. juli 2019
Ingilín Didriksen Strøm

Viðgerðartrygd – ikki við donskum privathospitalum men í føroyska heilsuverkinum

Tað eru tvær fyritreytir fyri viðgerðartrygd (VT) í heilsuverkinum. Tað er meiningsleyst at tosa um VT uttan at tann mest elementera vitanin er til staðar, tøk og dagførd: hvussu nógvir sjúklingar standa í bíðirøð til ymisku viðgerðarøkini? Hvussu long er bíðitíðin, og hvussu nógv eru í akkutt-støðu? Hvørji kunnu koma í viðgerð her ella har og hvussu skjótt? Kann man planleggja nakað sum helst uttan at vita alt hetta í útgreinaðum og dagliga dagførdum bíðilistum?

Løgtingsval 2019

Tað mest ótrúliga er, at allir upplýsingar niður í minstu smálutir eru til staðar í heilsuverkinum! Síðan vit í 2008-09 fingu ta slóðbrótandi Talgildu HeilsuSkipanina er hvørt nikk og prikk av týdningi frá øllum sjúklingavitjanum í øllum heilsuverkinum skrásett og dagfest í THS.

Men enn, 10 ár seinni, hevur mann ikki funnið útav at gera nakað so elementert sum ein bíðilista úr tøkum neyvum upplýsingum. Tað líkist ongum og má fáast upp á pláss beinanvegin.

 

Hin fyritreytin er tær fakligu resursurnar, serlæknar og øll tey ymisku heilsustarvsfólkini. Vit vita frá fakkunnleikanum, at her manglar nógv í, skal mann koma upp á sama støði sum í okkara grannalondum. Tað manglar álvarsliga nógv í av kompetentum hondum í okkara heilsuverki, áðrenn vit kunnu tosa um nakra viðgerðartrygd í okkara heilsuverki – og ikki henda viðgerðartrygdin, sum summi tosa um, ið bara er at punga út fyri at senda okkara sjúklingar fram um í bíðirøðini á útlendskum privathospitalum – meðan okkara egnu sjúkrahús dragna uppaftur longur afturút.

 

Verulig viðgerðartrygd krevur eina kostnaðarmikla uppraðfesting. Tað vita vit frá okkara bestu fakfólkum á økinum.

Hava vit ráð til tað? Ja, á tvinnanda hátt. Lutvíst við einum parti av tí stóra avlopi, sum kann væntast í teim ymisku almennu kassunum tey komandi árini. Og við at royna at fáa meira burtur úr teim nógvu milliónunum av krónum, sum nú verða brúktar í okkara heilsuverki. 

 

Ingilín Didriksen Strøm, valevni Javnaðarfloksins