Henrik Old
Lesarabræv29. august 2015
Henrik Old

Fólkafloksformaðurin veit ikki, hvat hann tosar um 


Formaðurin í Fólkaflokkinum segði í sendingini »Álvaratos« í fyrrakvøldið, at teir føroysku fiskimenninir, sum avreiddu makrel til nógv umtalaða móttøkuskipið Lafayette í 2011, einans fingu minstuløn.

Men eg var sjálvur á makrelfeltinum hatta tíðarskeiðið. Tað var Jørgen Niclasen ikki - og hann hevur heldur ikki fylgt serliga væl við!
Hesa tíðina kundu vit gleðast um, at so nógv skip eftir so stuttari tíð kundu leggja um til eina veiðu, sum teir flestu ongantíð høvdu roynt fyrr.

Tíverri eru so nógv føroysk skip ongantíð síðani sloppin upp í part at fiska makrel.

Mær vitandi tók Lafayette ímóti 55.000 tonsum eftir 10/11 vikum.

Besta føroyska skipið landaði umleið 28.000 tons til Lafayette.

Sum eg havi skilt, var manningarparturin á tí skipinum út við kr. 800.000.

Havi ongantíð fyrr hoyrt um eina líknandi hýru við føroyskum skipi. Nú kann onkur hava fingið líka nógv, uttan at eg veit tað, men eg ivist.

Tað vóru onnur skip, sum fingu væl burturúr, uttan at tað tó kom í hasar upphæddirnar..

Helst var onkur, sum ikki fekk nóg gott úrslit. Tað vil so vera.

Lítil og ongin móttøka var á landi, so at fiska útvið 100.000 tons eftir nøkrum fáum vikum var eitt bragd, og tað sigur eitt sindur um føroyska fiskimannin.

Men sera áhugavert er tað, at formaður Fólkafloksins fær bestu hýru nakrantíð at blíva til minstuløn.

Sig eina lygn nóg ofta, so trýr onkur tær til endan.

Henrik Old