Tíðindi14. maj 2016

Fólkatingsmenn vitjaðu føroyingafeløg

Tann góða gongdin har væl fleiri flyta til Føroya enn øvut má halda fram og styrkjast.

Tann góða gongdin har væl fleiri flyta til Føroya enn øvut má halda fram og styrkjast. Tað krevur m.a. at útisetar kenna til teir møguleikar og tær avbjóðingar, sum eru í Føroyum í dag - og at vit kenna til teirra støðu. Hetta var ein av orsøkunum til, at Sjúrður og Magni, fólkatingsmenn, hesa vikuna vitjaðu føroyingafeløgini í Aalborg, Århus og Odense og høvdu almennar fundir.

Takk til øll sum komu.