Sjúrður Skaale
Lesarabræv23. september 2014
Sjúrður Skaale

Gloymið nú Sjúrð - og smílist aftur :)

Samlað, vinalig heilsan til nógvar illar tjóðveldiskjakarar - frá "kassabilinum í undanbrekku"

Onkur vísti mær á, at tað hevur verið eitt lívligt kjak um meg á netinum farnu dagarnar.

Tit, sum skriva, eru í flestu førum íðin tjóðveldisfólk. Spjøldrini, tit heingja á meg, eru í summum førum heilt stuttlig - men bera eisini boð um ein ávísan beiskleika: "Politisk gleðisgenta", "vingliskøltur", "fidusmakari", "oppertunistur", "flip-floppari", oma. Mín favorittur er "kassabilur í undanbrekku" :)  Onkur er ikki heilt so fiksur við orðum og boðar bara frá, at hann skammast av mær...

Øll hendan kallingin ger, at tað stundum er ilt at fáa eyga á júst hvat tað er, tit eru so ill um. Men tá nú viðmerkingarnar eru so nógvar og passioneraðar, skal eg royna at svara.

 

Úr Tjóðveldinum

Sum eg skilji eru tit ónøgd við, at eg fór úr Tjóðveldinum. Onkur tosar um at vera "narraður".

Men politikkur snýr seg um meiningar. Eg kundi ikki verða verandi í einum flokki, hvørs kós í einum heilt grundleggjandi máli eftir mínum tykki var so skeiv, at hon ikki førdi til loysnir, men forðaði loysnum. Nógv - heilt nógv - í floksins baklandi vóru samd við mær. Men tann stívrenda linjan vann. Tí hevði eg einki val. Og eg fór altso ikki bara. Eg havi í óteljandi greinum og samrøðum so sakliga sum eg dugi greitt frá orsøkunum.

Fýra av teimum eru her:

Tá tað besta forðar tí góða (um tá Tjóðveldi feldi føroysku grundlógina):https://www.facebook.com/notes/10150188773032913/

Um hví eg fór úr Tjóðveldinum: https://www.facebook.com/notes/10150205760537913/

Svar til mínar vónbrotnu veljarar: https://www.facebook.com/notes/10150300233097913/

Dysturin millum loysing og samband má enda 1-1 (tala á Doktaragrund á ólavsøku 2011):https://www.facebook.com/notes/10150265082947913/

Ein politikari, sum umboðar ein flokk, hann er púra ósamdur við - antin tí flokkurin ella politikarin broyta hugsan - kann av sonnum sigast at "narra" fólk. Tí er tað einasta virðiliga at fara og halda seg afturat teimum, mann er samdari við. Tí var tað jú, at Churchill skifti flokk ikki færri enn tvær ferðir. Uttan samanbering annars :)

 

Einki krav um loysing

Onkur er eisini illur um at eg havi sagt, at ytsti loysingarvongurin viðhvørt hevur lyndi til at snakka Føroyar niður í eitt svart hol.

Well - eg varð beinleiðis spurdur hví føroyingar ikki - sum skotar - eru á gøtunum og krevja loysing, og hvussu skotska orðaskiftið kann ávirka her heima. Og tá er upplagt at hyggja at muninum millum londini:

SNP vil hava fult fíggjarligt sjálvræði. Tað hava vit.

SNP vil ikki hava, at innlendis skotsk málsøki verða stýrd úr London.  Hjá okkum verða ølli nnlendismál stýrd av føroyskum myndugleikum.

SNP vil hava ræði á egnari oljuvinnu. "It's Scotland's oil" sum tey siga.  Vit hava fult ræði á okkara oljuvinnu.

SNP vil, at Skotland skal kunna vera í ES hóast Bretland fer úr. Vit eru uttanfyri, hóast Danmark er innanfyri.

Vit hava nærum alt tað, sum loysingarvongurin í Skotlandi ynskir. Tað haldi eg vera orsøkina til, at so fá tosa um loysing. Mann tað ikki vera rætt? Eg hugsi tað. Og tá fólk - hóast hesi rættindi - tosa um Føroyar, sum vóru vit ein donsk koloni, so er tað altso at mála myndina daprari, enn hon er.

Eg haldi ikki, at okkara rættarstøða er nóg góð. Vit skuldu havt eina grundlóg sum formliga og greitt staðfesti, at Føroya fólk er evsti myndugleiki landsins, og at tað er grundarlagið, sum felagsskapurin við Danmark byggir á. Men tað er júst tað, sum Tjóðveldi hevur so ilt við at gera semju við onnur um - og á tann hátt forðar fyri.

 

Útlendingamál

Onkur hevur ilt av, at eg ávarði um yvirtøku av útlendingamálum, tí tað skal vera ómegdartos.

Men vit mugu gera okkum greitt, at hetta - hjá øllum londum!- er eitt tað truplasta málið yvirhøvur at umsita. Og jú minni landið er, truplari er tað.

Aftur og aftur koma jú konfliktir millum menniskjalig atlit øðrumegin, og lógir og reglur hinumegin. Og tá MUGU reglurnar haldast. Tað ljóðar kyniskt - men halda vit okkum ikki fullkomiliga til reglurnar í slíkum málum, missa vit tamarhaldið eftir ongari tíð. Og tann politikari, sum í einum konkretum máli noktar at taka moralsk atlit, kemur undir øgiligt trýst.

Tí krevur ein yvirtøka ikki bara stóra og sterka umsiting - hon krevur eisini eina sera sterka politiska skipan. Tað hevur absolutt sínar fyrimunir at yvirtaka økið. Men tann, sum heldur at alt verður lættari og smidligari við eini yvirtøku, fer skeivur.

 

HH

Tað pínir nøkur tykkara illa, at eg onkuntíð havi havt at einum sera arbeiðsomum og dugnaligum politikara, sum stendur tykkara hjarta øgiliga nær, og sum tit hava stóra umsorgan fyri: Høgna Hoydal.

Men altso ... í einum fólkaræði kjakast mann. Tað er sjálvur hornasteinurin. Meiningar brótast. Tað er ikki eitt álop á ein persón at kritisera tað, hann sigur í almennum kjaki. Eg havi eisini kjakast við Jørgen og Kaj Leo og Edmund og mong onnur - og hvørki teir ella nakar av teirra stuðlum hevur nakrantíð tikið sær tað nær. Heldur ikki Høgni Hoydal. Men tit blíva fornermað - hansara vegna...

Tað virkar nokkso patetiskt.

 

1946

Til endans eru eisini summi sum halda, at eg lítisvirði ta avgerð, sum fólkið tók á fólkaatkvøðuni í 1946.

Tað geri eg ikki nakran hátt. Eg haldi bara at okkara verandi skipan er demokratisk og legitim fyri tað, um hon ikki er í fullum samsvari við úrslitið í 1946.

Tað er rætt at føroyingar ikki á fólkaatkvøðu hava valt ta skipan, vit hava. Amerikanarar hava heldur ikki á fólkaatkvøðu valt sína skipan. Ella  týskarar sína. Í veruleikanum er næstan øll menning í allari verðini - eisini í demokratiskum londum - farin fram uttan fólkaatkvøður.

Og veruleikin er altso, at vit í 66 ár hava havt eina skipan, sum Løgtingið hevur sett í verk, og sum gevur fult frælsi til politiskt virksemi.

Politiskir flokkar, vinnulív, fakfeløg, fjølmiðlar og øll møgulig onnur hava brúkt hesa skipan til øll hugsandi endamál - eisini til at virka fyri loysing. Óteljandi avgerðir, stórar og smáar, eru tiknar púra frítt. Tilsamans hava hesar avgerðir skapt tað samfelag, vit hava. Tað hevur verið demokrati í verki.

Mann kann, við góðum grundgevingum, kalla tað, sum hendi í1946, ein søguligan órætt. Úrslitið hevði kortini sín stóra týdning fyri søgunnar gongd. Og verandi støða er demokratisk fyri tað, um úrslitið í 1946 ikki bleiv sett í verk. 66 ára menning á demokratiskum grundvølli hevur - í 2014 - størri gyldi enn atkvøðan í 1946.

Fólkaatkvøðan var ein søgulig hending. Órættur ella ikki - hon fekk sín týdning. Tað er tað. At venda aftur til eina ávísa tulking av henni nú, ber ikki til.

 

Lurtið eftir navnanum

At enda vil eg siga, at eg gjarna vil kjakast við tykkum um øll hesi mál - men so mugu tit royna at grundgeva betur enn at kalla meg "kassabil í undanbrekku" og hvat annað tit finna uppá :)

Kanska tað snøggasta kortini hevði verið um tit lurtaðu eftir navnanum, Sjúrði Gullbein, sum sigur: "nú man ovmikið av tíð vera brúkt upp á at forstanda handan sjeikin. Gloymið fidusin og brúkið tíðina uppá sterk og semjusøkjandi ting frameftir. Tá smílast vit umsíðir."

 

Við smílandi heilsan,

Sjúrður