Djóni N. Joensen
Lesarabræv19. august 2015
Djóni N. Joensen

Kom savna tjóðina aftur!

Vit føroyingar skulu til eitt lagnuval 1. september.
Kjarnuvirðini í okkara vælferðarsamfelagi standa uppá spæl.
Vit skulu gera av, um kalda, karráa høgrarákið skal halda áfram og fáa fastatøkur á okkum ella um vit øll, sum hava mótmælt hesum so leingi, nú kunnu savnast og standa saman um, at steðga førda politikkinum.
Menniskjan gloymir skjótt. Fyri skjótt fýra árum síðani blivu almenn starvsfólk (les: embætisfólk) undir hóttan og tvangi sett til at skrumbla ein flatskatt ígjøgnum uppá stutta tíð. Ein skatt, sum gav teimum, ið longu høvdu nógv, meir. Restin av lág- og miðalfjøldini kundi lullast í svøvn (les: keypast) fyri umleið ein túsundkrónuseðil! Stættarmunurin bara økist.
Somuleiðis hava vit í hesum tingskeiðnum verið vitni til, at ein maður (les: fiskimálaráðharri) eina og aleina hevur sitið og býtt virði og ríkidømi hjá øllum føroyingum út til einstakar útvaldar persónar. Ikki løgið, at fólkið følir hetta órættvíst.
Rættiliga súmbolskt fyri rikna politikkin kom prikkurin yvir i´ið, tá ið løgmaður segði ósatt fyri háttvirda tinginum um ein loyndarfullan sáttmála. Ein sáttmála, sum skuldi bindast uppá fólkið, men sum ongin slapp at lesa, áðrenn hann skuldi undirskrivast! Ei undur í, at fólkið ivast og missir álit.
Nokk er nokk. Tíðin er nú komin at gera upp við hesi viðurskifti. Mín sannføring er, at eitt vælvirkandi demokratiskt samfelag byggir ikki á hóttanir og arrogansu, fáar makthavarar og duldar ætlanir fyri fólkinum.
Tað byggir harafturímóti á eina javnari skattaskipan, at fólksins ogn skal koma øllum samfelagnum til góðar og síðst, men ikki minst, byggir tað á opinleika og gjøgnumskygni.
Eg stilli upp, fyri at fáa Føroyar á eina rættvísari kós. Fáa vit hjartað inn aftur í føroyskan politikk, kunnu vit fara frá einum samfelagi fyri tey fáu, til eitt samfelag fyri øll.
Komandi val er ein gyltur møguleiki at velja nýggj, ábyrgdarfull fólk á ting. Um tú sum veljari ert troyttur av at hoyra óneyðugt kegl og brigsl, at ongar politiskar gerðir fáa avleiðingar og av politikkarum, sum ikki hava nakra hugsan um tingini, men bara reka við rákinum, so ber til at broyta tað nú. Eg bjóði meg fram til at føra konstruktivan og semjusøkjandi politikk øllum føroyingum at gagni.
Tíðin er komin til, at vit aftur fáa ein politikk, sum savnar heldur enn spjaðir.
Gott val øll somul!
Djóni Nolsøe Joensen, valevni hjá Javnaðarflokkinum