"Vinna, Vitan og Vælferð"
| Fødd/ur: | 8. novembur 1972 |
|---|---|
| Foreldur: | Johild Johannesen og Vilhelm Johannesen |
| Maki: | Katrin D. Apol |
| Børn: | Luitjen Akselsson Apol,
Elias Akselsson Apol |
| Útbúgving/ar: | Løgfrøðingur / Advokatur |
| Yrki: | Advokatur |
| Álitisstørv: | Nevndarformaður í Sp/f KÍ
Landstýrismaður 2009- |
| Telefon: | |
| Fax: | |
| T-postur: | |
| Heimasíða: |
Mín góði vinur, Bjørn Kalsø, førir fram í Norðlýsinum, at einki hevur verið at hoyrt frá Javnaðarflokkinum farna valskeið um fiskidagabanka. Somuleiðis førir hann fram, at Javnaðarflokkurin vildi hava uppskotið um at staðfesta ognarrættin, sum Bjørn Kalsø legði fyri tingið, tikið aftur.
Javnaðarflokkurin vil framhaldandi útbyggja vælferðina! Vit eru fullvæl greið yvir, at hetta ikki er ókeypis. Tí er framhaldandi neyðugt at skapa framburð og búskaparvøkstur.
Altjóða kanningar vísa, at tey lond, ið hava ta hægst útbúnu arbeiðsmegina, teljast millum heimsins ríkastu lond. Skulu Føroyar gerast ein av heimsins ríkastu tjóðum, er neyðugt at raðfesta útbúgving.
Í verandi valskeiði eydnaðist Javnaðarflokkinum at siga øll fiskiloyvi upp frá 1. januar 2018. Fullveldislandsstýrið við Tjóveldisflokkinum og Fólkaflokkinum á odda hevði annars sett rullandi skipanina í verk, har fiskiloyvi vóru galdandi í 10 ár, so hvørt tey vórðu endurnýggjað á hvørjum ári.