Heðin Mortensen
Lesarabræv31. august 2015
Heðin Mortensen

Havnaútbygging gevur hundraðtals nýggj arbeiðspláss

At útbyggja Tórshavnar havn framtíðartryggjar ikki bara arbeiðsplássini hjá 700 familjum í miðstaðarøkinum, tað tryggjar eisini øllum vinnulívinum í suðurøkinum í Føroyum og skapar hundraðtals arbeiðspláss aftrat.

Tað hevur avgjørdan týdning fyri bæði høvuðsstaðin og sunnara part av landinum, at Tórshavnar havn verður útbygd. Ein alternativ havn í Runavík loysir ikki tørvin  hjá hesum partinum av landinum.
Ein vælútgjørd havn hevur alt avgerandi týdning fyri vinnuna í Tórshavnar kommunu. 700 familjur fáa beinleiðis sítt livibreyð hiðani, umframt tey, sum arbeiða í flutningsvinnuni og manna skipini. Ein skjót, góð og trygg tænasta hevur eins stóran týdning fyri tilfeingisvinnuna, vøruframleiðsluvinnuna og tænastuvinnuna.
Vit hava nú rokkið tí støði, at vit ikki hava pláss til at menna okkum meira. Og tá vinnulívið er drívmegin í okkara býi, so noyðast vit áhaldandi at betra um vinnuligu karmarnar, tí annars stagnerar virksemið ella gongur afturá.

Allar tær vinnufyritøkur, eg sum borgarstjóri havi vitjað og havt samband við seinasta árið, taka undir við, at neyðugt og rætt er at útbyggja og nýtímansgera Tórshavnar Havn. Tað hevur týdning, at vinnan verður sett í hásætið og hoyrd, tí tað er vinnan, sum dagliga er bundin av teimum karmum og treytum sum eru til staðar, bæði tá ræður um at veita kundum eina góða og skjóta tænastu, men eisini tá ræður um arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum virka á havnalagnum.


Vit framtíðartryggja Tórshavnar havn og arbeiðspláss í mið- og suðurøki Føroya. Tað snýr seg ikki bara jarn og beton, tað snýr seg um framtíðina hjá hundraðtals familjum og framtíðar møguleikar og menning av eini fjølbroyttari vinnu.


Áhugin til nýtt virksemi er stórur, men vit hava ikki pláss. Fremja vit hetta í verki kunnu vit útvega fleiri hundrað arbeiðspláss aftrat i Føroyum.


Hugsa um tað tá tú setir krossin 1. september !


Heðin Mortensen
valevni Javnaðarfloksins