Heðin Mortensen
Lesarabræv17. mai 2016
Heðin Mortensen

Saklig og skilagóð tíðindafólk í KVF

Tíðindaleiðarin í KVF, Liljan Weihe, skuldsetir meg í lesarabrævi fríggjadagin at vera bøðil og at karaktermyrða øll starvsfólk í KVF í sambandi við eina viðmerking hjá mær fríggjdagin til eittinnslag í Degi & Viku.

Hetta er langt frá veruleikanum. Beint tvørturímóti meti eg KVF at hava nógv saklig og skilagóð tíðindafólk, men eg meti ikki í hesum ítøkiliga førinum, at tað er sakligt at framleiða liðug innsløg og so krevja "offrið" at standa skúlarætt og avnokta eina "søgu", sum stórt sæð er heilaspuni.

Tað var hetta, eg vildi gera vart við við mínari viðmerking fríggjadagin. Veruleikin var, at eg varð biðin um at gera bandaða viðmerking til eitt innslag, sum var framleitt frammanundan, og tað vildi eg ikki við so stuttum skotbrái, sum talan var um.

Tann rættin haldi eg meg hava. Eg havi í lesarabrævinum fríggjadagin lýst smálutirnar í hesum málinum, og ætli mær út yvir hetta ikki inn ein endaleysan orðadrátt við tíðindaleiðaran í Kringvarpinum.

Heðin Mortensen
borgarstjóri og løgtingslimur