Eyðgunn Samuelsen
Lesarabræv17. august 2015
Eyðgunn Samuelsen

Fakfeløg, arbeiðsgevarar og tað almenna mugu samstarva

Í ár eru 100 ár liðin, síðan fakfelagsrørslan sá dagsins ljós í Føroyum, tá Fylking var sett á stovn á Tvøroyri. Men nú tørvar okkum eina nýggja visjón um leiklutin hjá verkafeløgunum.

Nógv fólk, kanska serliga tey ungu, ið júst koma út á arbeiðsmarknaðin, duga ikki at síggja týdningin av at skipa seg í fakfelag.  Men umhugsa vit leiklutin hjá fakfeløgunum í okkara samfelag av nýggjum, gerst tað helst sjónligari fyri ungdóminum, at tað er neyðugt at lima seg inn í eitt fakfelag. Tá síggja tey helst, sum er, at fakfeløgini skapa bestu korini fyri sínar limir, og at tað ikki bert snýr seg um krónur og oyru, men eisini um onnur mál av týdningi fyri øll.

Hví hava fakfeløgini týdning?

Inni í miðjuni á teimum sterkastu togunum er ein lína, sum verður kallað hjartatátturin.

Hjartatátturin í føroyska samfelagnum er javni og samhaldsfesti. Vit hava eitt íborið samhaldsfesti, sum hvønn dag verður prógvað við veruligum gerðum av veruligum føroyingum.

Fyri hundrað árum síðani var tað er ein leypur av fiski á trappuni, tá mamman einki átti at geva børnunum at eta.

Í dag eru tað stórar innsavningar til tey fátækastu, sum ikki verða loftað av almennu Føroyum.

Hjartatátturin í Føroyum hevur altíð verið hetta, at vit brýggja okkum um hvønn annan og vit taka okkum av hvørjum øðrum.

Men hjartatátturin er ein skroypilig lína. Hon kann slitna, um hon er einasta álitið, tá tað veruliga stendur á. Hon kann tí ikki standa einsamøll.

Verkamannarørslan hevur í hundrað ár ligið sum ein tjúkkur táttur rundanum hjartatáttin og vart hann. Verkamannarørslan hevur verið føroyska arbeiðaranum góð.

Styrkja hjartatáttin

Men vit vita, at um fleiri tjúkkir tættir verða surraðir um hjartatáttin, ja, so gerst togið sterkari.

Besti mátin at styrkja hjartatáttin er, at tað almenna, verkafeløgini og arbeiðsgevararnir - í felag - fara at finna loysnir, so hjartatátturin verður vardur av trimum sterkum kordelum, sum arbeiða saman.

Eitt slíkt trýpartasamstarv kann bara verið ein fyrimunur, tá vit hyggja at avbjóðingunum í okkara samfelagi. Í felag kundu vit bast kynsójavnanum, fíggjarliga ójavnanum og funnið loysnir til stóra trupulleikan við, at vit gerast alsamt færri fólk á arbeiðsmarknaðinum. 

Higartil hava samráðingarnar stórt sæð bara snúð seg um krónur og oyru, men eg eri sannførd um, at vit kundu lyft nógvum øðrum spurningum, um vit lyftu í felag.

Eg eri sannførd um, at vit í felag kundu arbeitt fyri einum samfelagi, har vit øll vinna, tá tað gongur væl. Har vit standa saman og hjálpa hvør øðrum, tá tað gongur verri. Har vit øll løgdu doyðin á at verja hjartatáttin - og skapa samhaldsfesti og javnað.

Hetta er eitt mál, ið eg vil arbeiða fyri, tí vit hava brúk fyri einari sterkari fakrørslu og einum positivum samstarvi millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og tað almenna.

Eyðgunn Samuelsen, valevni fyri Javnaðarflokkin