Heðin Mortensen
Lesarabræv08. mars 2019
Heðin Mortensen

Frágreiðing til aðalorðaskiftis

Harra formaður

Sum landsstýrismaður í samferðslumálum leggi eg við hesum fram frágreiðing um samferðsluætlan fyri tíðarskeiðið 2018-2030 sum upplegg til aðalorðaskifti í Løgtinginum.

 

Tann 7. februar 2019 handaði Landsverk mær nýggju dagførdu samferðsluætlanina fyri Føroyar, nevnd “Samferðsluætlan 2018-2030”. Hetta er triðja samferðsluætlanin í røðini, sum Landsverk hevur latið úr hondum. Tann fyrsta varð handað í 2007 og fevndi um tíðarskeiðið 2008-2020, meðan onnur útgávan frá 2012 fevndi um tíðarskeiðið 2012-2024.

 

Íløgur í okkara samferðslukervi eru bæði nógvar og stundum eisini sera kostnaðarmiklar. Tær størstu íløgurnar verða sjálsagt viðgjørdar í landsstýri, á tingi og millum fólk annars. Talan er tó samanlagt um íløgur, ið – stórar sum smáar – hvør í sínum lagi eru við til at skapa og byggja okkara land. Av somu orsøk eigur Løgtingið at fáa høvið at hava eina meira yvirskipaða viðgerð av samferðsluspurninginum. Tí havi eg valt, at hendan triðja samferðsluætlanin skal leggjast fyri tingið sum tann fyrsta í røðini.

 

Tað er samstundis mín vón, at aðalorðaskiftið um samferðsluætlanina skal gerast ein siðvenja frameftir.

 

Harra formaður

Samferðsluætlanin 2018-2030 er 250 blaðsíður. Ætlanin er enn sum áður sett saman við endamálinum  at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv.

 

Ætlanin er skipað við seks høvuðsevnum. Bróðurparturin av ætlanini lýsir tær mongu størri íløgurnar, sum standa fyri framman komandi árini. Síðani verður flotin og tørvurin hjá Strandfaraskipum Landsins lýstur. Næst er ein partur um viðlíkahaldstørvin og støðið á vegakervinum, brúm, tunlum og so framvegis. Ein partur er um Føroyar sum ferðafólkaland og týdningin av samferðslukervinum í hesum sambandi. Og at enda eru tveir styttri partar um ávikavist ferðslutrygd og fígging av samferðslukervinum.

 

Samferðsluætlanin er ikki fullkomin. Landsverk boðar frá, at hon ætlandi skal vera eitt dynamiskt arbeiðsskjal, sum skal útbyggjast og tillagast eftir tørvi. Fleiri øki og evni eru enn undir viðgerð hjá stovnunum, og sum frálíður verður samferðsluætlanin væntandi dagførd við evnum so sum alternativari orku, framtíðarkrøvum, pendling og súkkluleiðum.

 

Við einari so umfatandi ætlan er hvørki tíð ella rúm hjá mær at gjøgnumganga allar nevndar og ónevndar tættir í samferðsluætlanini. Heldur fari eg at halda meg til eina yvirskipaða lýsing; at taka fram einstøk mál, sum eru rokkin ella eiga at verða sett á skrá; at greiða frá støðuni hjá landsstýrinum; og at bjóða til eitt breitt samstarv, um tey viðurskifti, sum eiga at liggja okkum øllum nær.

 

Harra formaður

Seinastu sjeyti árini hava Føroyar verið fyri stórum samfelagsbroytingum. Ein av heilt stóru orsøkunum til, at vit í dag eru eitt sterkt og framkomið samfelag er, at vit hava lagt stóran dent á at menna okkara samferðslukervi. Borgarar, vinnulív, myndugleikar og politikarar undan okkum hava sæð, at samferðsla er lykilin til menning. At eitt lítið land við tøttum og góðum sambondum hevur allar fortreytir fyri at gerast eitt gott og sterkt samfelag.

 

Í Føroyum hava vit eitt nú havt sum mál, at ferðatíðin til og úr Tórshavn ikki skal vera longri enn ein tíma, uttan mun til, hvar í landinum tú býrt. Fara vit aftur í tíð, so kann eitt slíkt mál kanska hava tykist burtur úr vón og viti. Men nú eru vit um at røkka málinum. Við Sandoyar- og einum komandi Suðuroyartunli fara vit at stytta farleiðina sunnast úr Føroyum til høvuðsstaðin niður í umleið ein tíma. Vit eru har ikki enn, men vit eru á veg – eins og vit eisini hava verið hesi undanfarnu sjeyti árini.

 

Vilja vit fram á leið hevur tað alstóran týdning, at vit fáa mest møguligt burtur úr okkara íløgum í samferðslukervið. Bæði peningaliga og samfelagsliga. Samferðsluætlanin er tí ikki bara til okkum, sum smíða lógir og veita játtanir, men eisini til teir borgarar og tær fyritøkur, sum merkja hvørt inntriv, ið verður gjørt í teirra nærumhvørvi.

 

Landsverk nevnir sum høvuðsendamál við Samferðsluætlanini, at hon skal virka fyri menning av undirstøðukervinum og tryggja eina nøktandi atkomu til økir kring landið. Eg ivist ikki í, at lukkast vit hesum eisini frameftir, so kann tað bara vera til gagns fyri okkara samfelag.

 

Harra formaður

Samferðsluætlanin byggir á fakligu raðfestingarnar og tilmælini hjá bæði Landsverki og Strandfaraskipum Landsins.

 

Ætlanin er ikki og hevur ongantíð verið eitt politisk arbeiðsskjal hjá sitandi landsstýri. Vit hava tí gjørt – og vit fara eisini í framtíðini at gera – politiskar raðfestingar, sum víkja frá hesari og komandi ætlanum.

 

Tí eru verkætlanir, sum fingu raðfesting í undanfarnu samferðsluætlanum, ikki framdar, orsakað av, at vit frá politiskari síðu hava raðfest aðrar verkætlanir framum. Eitt nú hava vit raðfest Hvalbiartunnilin fram um tunlarnar Norður um Fjall. Hetta er ikki gjørt við vantandi virðing fyri fakkunnleikanum, men tí, at politiska skipanin viðhvørt má og skal taka atlit at øðrum viðurskiftum enn teimum reint teknisku.

 

Tað er tó til fyrimuns fyri eitthvørt politisk aðalorðaskifti, at tingfólk verða upplýst um tey tilmæli og tær raðfestingar, sum fakmyndugleikarnir bera fram. Eg skal tí endurgeva nakrar av høvuðsniðurstøðunum og annars vísa til Samferðsluætlanina í síni heild:

 

Viðvíkjandi ferjum okkara verður mælt til at endurnýggja flotan av strandfaraskipum. Mett verður ikki, at til ber at finna hóskandi ferjur til keyps, og mælt verður tí til, at endurnýgging fer fram við nýbygging til ítøkiligu leiðirnar.

 

Viðvíkjandi ferðslukervinum verður tað mett meira kostnaðareffektivt at hækka rakstur og viðlíkahald av verklagnum, heldur enn at fremja nýgerð og størri umvælingar. Játtanin til at innheinta sonevnda eftirsleipið eigur at verða hækkað. Mælt verður eisini til ikki at byggja nýtt, fyrr enn rakstrar- og viðlíkahaldsjáttanir eru partar av íløguætlanini. Samanumtikið verður mælt til, at rakstur og viðlíkahald fær hægstu raðfesting á flutningskervinum í 2018-2030. Gera vit ikki hetta, so er greiða niðurstøðan, at enn størri játtan skal til fyri at rætta eftirsleipið uppaftur, og at hetta fer at vera til ampa fyri trygd og tænastur til borgarar okkara.


Viðvíkjandi ferðavinnuni verður mælt til at gera ábøtur á vegirnar við mest ferðafólkaferðslu. Harumframt eigur eitt skipað samstarv og samskifti at verða sett í verk millum partar, ið á ein ella annan hátt varða av og ávirkast av ferðavinnuni.


Viðvíkjandi ferðslutrygd verður mælt til at hækka játtanina til ferðslutrygdarátøk. . Mælt verður eisini til at lata serstakar játtanir til størri ferðslutrygdarátøk, so sum ljós í tunlum, umbygging av vegamótum og rundkoyringar. Harumframt verður mælt til at seta av 200 tús. kr. til dagføring av ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar og at gera eina felags ferðslutrygdarætlan saman við kommununum.


Viðvíkjandi fígging av undirstøðukervinum verður víst á, at ein framroknað játtan svarandi til játtanina í 1996 hevði verið nóg stór til bæði viðlíkahald og innheinting av eftirsleipi. Mælt verður yvirskipað til, at ein skilagóð og haldbar loysn verður funnin at fíggja samferðslukervið.


Og serliga viðvíkjandi lendisnýtslu verður víst á, at nýggj bústaðar- og vinnuøki ávirka nærumhvørvið og krevja íløgur í vælvirkandi ferðslukervi. Tí verður tað mett sum ein fyrimunur at hava greiðar ætlanir fyri, hvar slíkar byggingar fara fram, soleiðis at vit gangnýta verandi ferðslukervið á best møguligan hátt. Tað gera vit sambært samferðsluætlanini best við at leggja nýggj øki afturat teimum verandi, tá ið tað ber til. Hetta krevur, at kommunal- og landsmyndugleikar fara undir at menna eitt yvirskipað samstarv um nýtslu av lendi.

 

Harra formaður

Samferðsluætlanin hevur flestum tingfólkum kunnugt farnu tíðina fingið drúgva umrøðu í fjølmiðlunum og almenna rúminum annars. Tað er at fegnast um, at vit í Føroyum í mun til nógva aðrastaðni hava bæði stovnar og einstaklingar innan tað almenna, ið vilja geva sítt íkast til kjakið og tær raðfestingar, sum skulu gerast í politiska arbeiðinum. Funnist hevur eisini verið at politisku skipanini og okkara raðfestingum farnu nógvu árini. Vit mugu ásanna, at nógv av hesum hevur verið av røttum, og tað skal eg eisini koma nærri inná seinni.

 

Í samgonguskjalinum viðurkendu vit, at eitt gott og útbygt samferðslukervi – innanoyggja og til umheimin – er avgerandi fyri trivnað og møguleikar hjá fólki og vinnu. Tí settu vit okkum fyri støðugt at gera íløgur og átøk til tess at geva fólki javnsettar møguleikar kring landið.

 

Fyrst av øllum havi eg tí hug at vísa á tey mongu og stóru úrslit á samferðsluøkinum, sum hetta landsstýrið hevur valt at raðfesta – uttan mun til, um vit hava gjørt tað sum samgonga, ella um vit hava valt framhaldandi at raðfesta avgerðir, ið vóru tiknar, tá ið vit komu til.

 

Eysturoyartunnilin er nú komin so mikið áleiðis, at roknað verður við, at tunnilin er boraður ígjøgnum í apríl mánaði í ár. Í 2020  verður koyrandi um Skálafjørðin. Ongin ivi er um, at hetta verður eitt tað størsta framstig innan føroyska samferðslu nakrantíð. Tað eiga vit at vera errin av. Samstundis vita vit, at enn er nakað eftir á mál, áðrenn vit kunnu fáa fullan ágóða av hesi risaíløgu.Vit eru komin væl áleiðis við at taka støðu til,  hvat gerast skal við innkomuvegirnar til høvuðsstaðin og  Runavík. Her skulu vit í næstum taka endaligu tøkini saman við Tórshavnar og Runavíkar kommunum. Tað er ongin ivi hjá landsstýrinum um, at tað er neyðugt at fara undir hesar tilhoyrandi verkætlanir.

 

Eftir íløguætlan landsstýrissins verða 114,0 mió kr. játtaðar til innkomuvegin til Tórshavn í tíðarskeiðinum 2018 – 2023, og  játtaðar eru 4,0 mió kr. til Fjøruvegin í Runavík í 2019.

 

Tað verður  munandi økt ferðsla í økinum, og vit mugu finna eina alternativa loysn til farleiðina um Gøtueiði, umframt at tálma talið av bilum, sum skulu koyra ígjøgnum Runavík. Gøtudalstunnilin skal knýta norðurøkið  saman við miðstaðarøkið. Tunnilin ger, at ferðslan fer uttan um bygt øki í Gøtugjógv, og at tað slepst undan at koyra um Gøtueiði, har landsvegurin er brattur og liggur høgt. Gøtudalstunnilin er saman við vegnum um Skálabotn ein avleidd verkætlan av Eysturoyartunlinum, har ferðslan úr økinum norðan fyri Gøtueiði, verður leidd uttan um bygt øki eftir vestara armi á Skálafjørðinum til Eysturoyartunnilin. Vegakervið á vestara armi í Skálafjørðinum er gjørt til endamálið.

 

Tað eru játtaðar 2 mió. kr. til at fyrireika Gøtudalstunnilin í 2019. Eftir íløguætlanini fyri tíðarskeiðið 2021 – 2023, verða 11,0 mió. kr. játtaðar.

 

Sum ætlað, er skjøtul nú eisini settur á Sandoyartunnilin. Vit seta av álvara ferð á projektið, tá ið Eysturoyartunnilin er liðugur, men longu um fimm ár skal eisini vera koyrandi til Sandoyar.

Vit fara eisini at byrja upp á Dalstunnilin um heilt stutta tíð – vónandi longu í vár ella í seinasta lagi móti sumri. Útgerðin til tunnilstoymið er keypt, og játtan er til at koma væl áleiðis longu í ár. Tunnilin kann byggjast upp á umleið trý ár, men tað krevur, at Dalstunnilin eisini verður raðfestur eftir komandi løgtingsval. Tá ið Dalstunnilin er liðugur, verður farið undir farleiðina til Fámjins. Tað eru játtaðar 9,0 mió kr. til tunnilstoymið í 2019, sum skal gera Dalstunnilin, og árliga játtanin verður hækkað til 12,0 mió kr. næstu árini.

 

Hvalbiartunnilin fer í gongd í vár. Eftir verklagslógini, og íløguætlan landsstýrissins, um nýggja farleið til Hvalbiar, verður farleiðin liðug í 2023. Hvalbiarfarleiðin er framtíðartryggjað til samlaðu Suðuroyarfarleiðina, sum eisini fevnir um Suðuroyartunnilin. Ein nýggjur Sandvíkartunnil er partur av samlaðu farleiðini.

 

Eftir ætlan verður grótið frá Hvalbiartunlinum, brúkt til at gera vegin til Fámjinstunnilin.

 

 Tunlarnir norður um Fjall  hava bert eina koyribreyt og lúka als ikki dagsins krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Tunlarnir hava leingi verið ein fløskuhálsur fyri menningina í økinum, og tí vænta vit í landsstýrinum, at nýggja farleiðin verður eitt stórt framstig fyri norðara partin av Norðuroyggjum.

 

Eftir galdandi íløguætlan landsstýrissins byrjar byggiarbeiðið at gera tunlarnar norður um Fjall í 2022, og farleiðin verður  liðug í 2025. Landsstýrið hevur avgjørt at framskunda verkætlanina við tveimum árum. So skjótt Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum í 2020, er ætlanin at fara undir at bora tunlarnar norður um Fjall. Eftir íløguætlanini verða 154,0 mió. kr. játtaðar til tunlarnar norður um Fjall til og við ár 2023.

 

Byrgingin um Haraldssund er ein fyribilsloysn frá miðskeiðis í áttatiárunum. Tað var ongantíð ætlanin, at fólk í Norðoyggjum skuldu bíða so leingi eftir einari endaligari loysn. Eftir Samferðsluætlanini  skal byrgingin dagførast, men ongin peningur er settur av til endamálið í verandi íløguætlan. Landsstýrið hevur  funnið eina loysn, sum vónandi kann bera í sær, at vit kunnu fara undir hesa verkætlan alt fyri eitt, og at hon kann fremjast fyri 5-7 mió. kr. heldur enn tær 32 mió. kr., sum Landsverk hevur mett ætlanina til. Stóra sparingin kann fremjast í góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu, sum hevur givið tilsøgn um at veita neyðuga grótið úr grótbrotinum Norðuri á Strond, ið liggur beint við byrgingina. Tískil er tað mín vón, at undirtøka verður fyri at játta peningin til verkætlanina beinanvegin, soleiðis at vit kunnu bjóða Haraldssundi eina tryggari farleið, áðrenn alt ov long tíð er fráliðin.

 

Hetta landsstýrið hevur somuleiðis sett sær fyri, at koyrandi skal vera ígjøgnum ein nýggjan Suðuroyartunnil longu í 2030. Ítøkiliga er tað okkara ætlan, at farið verður undir hetta projektið, tá ið liðugt er at gera Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar. Fyri landsstýrið er hetta fyrst og fremst ein raðfesting av Suðuroynni, men fíggjarliga er eisini talan um eina skilagóða íløgu. Forkanningar av Suðuroyartunlinum halda fram, og 500 tús. kr. eru játtaðar til endamálið í ár.

 

Innan alt ov langa tíð skal ein onnur loysn finnast fyri verandi Smyril. Harumframt er tað munandi dýrari at reka Suðuroyarleiðina við ferju heldur enn við einum tunli. Í samferðsluætlanini verður víst á, at talan er um eina ovurhonds stóra íløgu. Hon skal tí fyrireikast ógvuliga væl, men samanumtikið eru vit í landsstýrinum sannførd um, at ein tunnil er nógv tann skilabesta íløgan. Samstundis fer ein slík loysn at knýta Suðuroynna so tætt at restini av Føroyum sum yvirhøvur til ber. Tá verða 99 prosent av íbúgvum okkara knýttir saman við føstum vegasambandi. Og túrurin av Tvøroyri til Havnar verður eins skjótur, og túrurin úr Havn til Klaksvíkar er í dag.

 

Farleiðin til Vestmanna skal betrast. Eftir íløguætlan landsstýrissins verða 4,6 mió. kr. játtaðar til farleiðina til Vestmanna í 2019, og síðani 5,0 mió. kr. næstu árini. Í ár verður farið undir at fyrireika og prosjektera tunnil til Vestmanna.

 

Ætlanin er at dagføra Selatraðarvegin, og verða 3,0 mió kr. játtaðar til verkætlanina í ár.

 

Tað verða játtaðar 5,0 mió. kr. árliga til at dagføra brúgvar og tunlar, og millum 3 til 6 mió. kr. til trygdartiltøk.

 

Arbeitt verður við at tryggja Tjørnuvíkarvegin, og 11,4 mió. kr. verða játtaðar samanlagt til farleiðina í tíðarskeiðinum 2018 – 2023.


Omankoyringin frá landsvegnum til Kvívíkar var dagførd fyri nøkrum árum síðani. Í 2019 eru 600 tús. kr. játtaðar til liðugtgerð og at seta upp gøtuljós á vegamótinum.

Farið verður undir at gera Funningsfjarðarvegin í 2022. Harumframt eru aðrar verkætlanir.

 

Harra formaður
Hóast stór og góð úrslit eru rokkin hesa setuna, eru viðurskifti í samferðsluætlanini, sum vit eiga at taka í størsta álvara. Og har vit sum politisk skipan mugu taka í egnan barm og leggja á annan bógv.

 

Millum annað verður víst á, at alt ov nógvar av ferjum okkara eru samanberiligar við ellisakfør og lúka ikki krøv til ferðamannaskip. Mælt verður tí til at endurnýggja flotan við nýbygging. Sum grundarlag fyri hesum verður víst á stóru støðu- og tørvslýsing av flotanum, sum Strandfaraskip Landsins hava latið gjørt. Í Samferðsluætlanini er ein samandráttur av hesum støðulýsingum at lesa.
 
Nýggjastu ferjurnar – Smyril frá 2005 og Teistin frá 2001 – fáa sum heild góð skoðsmál og eru væl egnaðar til leiðirnar, tær skulu røkja.

 

Á leið helvtin av flotanum er tó smíðaður í sjeytiárunum. Miðalaldurin á restini av flotanum táttar tí í 40 ár, og aldurin er veruliga farin at merkjast. Við so gomlum flota eru harumframt stórar avbjóðingar við at fáa eykalutir. Hesir mugu tí serframleiðast – og tað er dýrt. Harafturat er ferðafólkatalið og bilferðslan økt munandi, uttan at vit í nóg stóran mun hava tillagað flotan eftir hesum.

 

Trupulleikarnir mugu síggjast í tí høpi, at vit ígjøgnum nógv ár hava bygt upp eitt ógvuliga vælvirkandi ferjunet. Tað hava føroyingar sjálvandi lagað seg eftir. Samferðsluumstøðurnar eru ein táttur í øllum týðandi avgerðum hjá fólki og vinnu. Tær eru við í avgerðini um, hvar tú setir búgv, hvar tú velur at arbeiða, hvar tú stovnar fyritøku og so framvegis. Tí hevur tað sjálvandi alstóran týdning, at tað, vit hava at bjóða fólki, er støðugt, trygt og allarhelst gerst betri við tíðini. Hóast vit hava gjørt íløgur í strandfaraskipini seinastu áratíggjuni, so mugu vit helst staðfesta, at tað ikki hevur munað nóg væl.

 

Samanumtikið fáa eldru ferjurnar nærum um ein kamb miðal til vánalig skoðsmál, tá ið tað snýr seg um alt frá ferðafólka- og manningarumstøðum til bjargingarumstøður og lastievni.

Hetta er ein avbjóðing, sum krevur, at politiska skipanin, saman við okkara serfrøði á økinum, tekur støðu til, hvussu flotin skal endurnýggjast komandi áratíggju. Ein partur av avbjóðingini verður væntandi loystur við teimum stóru íløgunum, vit gera í Sandoyartunnilin og vónandi eisini ein komandi Suðuroyartunnil. Men skulu vit fáa ein meira tíðarhóskandi flota, so slepst ikki uttanum, at stórar íløgur eisini mugu gerast í flotan hjá Strandferðsluni.

 

Frá landsstýrinum leggja vit upp til, at vit brúka hesa vitan, sum vit nú hava fingið til vega, til at gera eina samlaða samferðsluíløguætlan, sum fevnir um ferjur, tunlar, brýr, vegir og aðrar samferðsluíløgur. Okkara vón er, at hetta er nakað, sum vit kunnu fáa breiða undirtøku fyri í Løgtinginum, og sum bæði serfrøðin og politisku flokkarnir sjálvandi skulu hava ávirkan á.

Vit brúka ómetaliga stórar upphæddir upp á samferðsluíløgur, og tað einasta rætta hevði verið, at hetta var nakað, sum politiska skipanin var felags um at raðfesta. Og felags um at halda seg til. Lukkast vit at gera og ikki minst virða eina slíka samferðslusemju, dugi eg bara at síggja fyrimunirnar. Á tann hátt kunnu vit nevniliga við vissu siga við fólk, sum búgva og virka í Fámjin, Dali, Skúgvoy, Haraldssundi, Tjørnuvík, Gjógv og aðrastaðni við, at hetta er tað, sum tit kunnu vænta í tykkara øki komandi 15-20 árni. Hetta kunnu tit vænta, at politiska skipanin hevur bundið seg til, og hetta kunnu tit skipa tykkara viðurskifti eftir.

 

Gongdin í útoyggj er heldur ikki upplyftandi. Sum tað verður víst á í samferðsluætlanini, so búðu tilsamans 1.077 fólk í 1950 í Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Hesti, Koltri, Mykinesi, Skúgvoy og Stóru Dímum. Fólkatalið í hesum somu átta oyggjum var í fjør komið helt niður í 228. Uppá minni enn 70 ár hava oyggjarnar altso mist nærum 80 procent av sínum íbúgvum. Tað eru alarmerandi tøl, sum mugu takast í størsta álvara. Vit mugu framtíðartryggja okkara útoyggjar. Ein partur av loysnini er sjálvandi at skapa eitt støðugt, trygt og gott ferðasamband.

Tað er mín vón, at tingið fer at taka av hesari innbjóðing og vil taka ábyrgdina á seg at langtíðarraðfesta samferðsluíløgur okkara á hesum økinum og øðrum við. Lukkast vit at finna eina breiða semju, geva vit samstundis okkara fakkunnleika í Landsverki og Strandferðsluni møguleika at gera langtíðarraðfestingar og byggja upp kapacitet og førleikar at fremja verkætlanirnar skjótari, betri og bíligari.    

 

Harra formaður

Í Føroyum duga vit væl at byggja land. Vit hava megnað at bygt eitt samferðslukervi, sum nógv lond kring heimin kunnu hava alla orsøk at øvunda okkum.

 

Spurningurin er tó, um vit hava verið nóg dugnalig at ansa eftir tí, sum vit hava bygt. Við samferðsluætlanini í hondini kann hesin spurningurin tíverri einans verða svaraður noktandi.

 

Alt og ofta verður at kalla allur dentur lagdur á at fremja sjálva verkætlanina. Hetta er ikki at forsmáa, tí tað kann sanniliga eisini vera eitt tógvið stríð at koma hartil. Men vit – og her hugsi eg kanska serliga um politisku skipanina – hava lyndi til at gloyma ella goyma burtur heildarmyndina.

 

Vit bora tunlar, men koma ikki nóg skjótt ásamt um, hvussu innkomuvegirnir skulu gerast. Vit byggja stórar skúlar, men taka ikki hædd fyri ferðslutrupulleikunum, sum koma, tá ið skúlin letur upp. Vit byggja stásiligar ferjur, men hava ikki nóg frammarlaga í huganum, atkomuviðurskiftini, og at tær ikki altíð kunnu vera í sigling. Og lesa vit samferðsluætlanina, tykist tað sama fyribrygdi gera um seg viðvíkjandi viðlíkahaldi og rakstri.  

 

Ein íløga í samferðslukervið er og verður ein íløga í okkara samfelag, borgarar og virki. Tað er ofta ein íløga, sum skal vera okkum til gagns í tíggjutals ár fram í tíðina – kanska hálvar og heilar øldir við. Tí mugu vegir, tunlar, brúgvar, ferjur og annað ikki gloymast, tá ið verkætlanin er framd.

 

Tað er tað regluliga eftirlitið og viðlíkahaldið, sum tryggjar, at verklagið ikki missir sítt virði. Kortini mugu vit ásanna, at vit í politisku skipanini í áratíggju hava niðurlagað játtanirnar til viðlíkahald. Og eg má viðurkenna, at okkara egna landsstýri ikki hevur gjørt nóg mikið fyri at venda gongdini.

 

Orsakirnar til hetta eru ivaleyst nógvar. Tað byrjaði av neyð í kreppuni í nítiárunum, har vit máttu gera stórar sparingar – eisini í mun til alt regluligt viðlíkahald. Síðani hava vit ikki megnað at fingið játtanina upp á sama støði aftur.

 

Eg haldi, at vit eiga at nýta hetta aðalorðaskifti sum eitt kærkomið høvi til at tosa um, hvussu vit frameftir tryggja, at peningur altíð er til rakstur og nøktandi viðlíkahald av teimum samferðsuíløgum, sum vit gera. Hetta eru t.d. íløgur til viðlíkahald av vegum og brúm. Eitt uppskot kundi verið, at størri partur av inntøkunum hjá landskassanum av vegskattinum fór til hesi endamál.

 

Í samferðsluætlanini verður nevnt, at tað er ein møguleiki at gera hetta við lóg. Ein annar møguleiki kann vera, at verkætlanin ikki kann halda fram ella góðkennast í umsitingini, áðrenn peningur er funnin til rakstur og játtan.

 

Eg havi ikki lagt meg fastan á, hvør rætta loysnin er. Men eg haldi, at vit eiga at finna eina loysn á hesum. Allarbest hevði verið, um vit kundu fingið eina breiða semju í Løgtinginum um, hvussu vit loysa hesa avbjóðing frameftir.

 

Veruleikin er, at samlaða eftirsleipið bara á landsvegakervinum er 375 mió. kr., ið svara til umleið 9 ferðir árligu rakstrar- og viðlíkahaldsjáttanina. Í hinum norðurlendsku londunum liggur talið millum 1 og 6. Játtanin til landsvegahald er í veruleikanum lækkað við einari helvt síðan 1996.

 

Í Samferðsluætlanini verður mett, at støðan er vorðin somikið ring, at landsvegakervið í ávísan mun verður lýst sum verandi í kreppustøðu. Nevnt verður eisini, at tað ikki ber til at heinta eftirsleipið inn eftir fáum árum, men til dømis eftireitt tíggjuáraskeið um árliga játtanin verður hækkað munandi til eftirsleipið.. Samstundis er neyðugt at hækka játtanina til landsvegahaldið munandi.

 

Fólkini handan samferðsluætlanina mæla okkum til at finna ein haldbaran fíggingarhátt, sum tryggjar, at íløgur ikki fara fyri skeyti, orsakað av manglandi viðlíkahaldi. Hesa uppgávuna vil eg fegin taka á meg, og eg vóni, at hetta høga ting eisini vil virka fyri einari varandi loysn.

 

Ein onnur stór avbjóðing verður at laga okkara stovnar, skipanir og samstørv til nýggja veruleikan, sum útbyggingarnar av samferðslukervinum hava skapt. Føroyakortið er í dag eitt heilt annað enn tað var, tá ið vit fóru inn í hesa øldina. Og hyggja vit bara fá ár fram, so eru radikalar broytingar ávegis. Hetta krevur av okkum øllum, at vit hyggja bæði inneftir og at hvør øðrum. Vit mugu spyrja okkum sjálvi, um vit skipa okkum nóg skynsamt til veruleikan í hesum nýggja Føroyakortinum – og um vit duga nóg væl at samstarva tvørtur um myndugleikar, stovnar og kommunur. Eitt er vist: Skulu vit fáa sum mest burtur úr hesum nýggja veruleikanum, so mugu vit tora at hugsa tankarnar og hava dirvið at taka røttu avgerðirnar.

 

Harra formaður

Eg vóni, at vit kunnu fáa eina breiða semju um samferðsluætlanina fyri 2018 – 2030, sum skal vera eitt haldgott grundarlag fyri at menna okkara land.

Takk fyri, harra formaður.


Samferðslumálaráðið, 28. februar 2019

Heðin Mortensen (sign.)
landsstýrismaður

/Rúni Joensen (sign.)


Skjal:
Samferðsluætlan 2018-2030