23. august 2017

Fosturtøka: Tora vit at gera okkara egnu lóg?

Verandi fosturtøkulóg er frá 1956 og varð sett í gildi í Føroyum í 1959. Lógin er sostatt skrivað til eitt annað samfelag, eina aðra tíð og aðrar umstøður, og ein kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur latið gera vísir, at nærum helvtin av føroyingum vilja...

Men hvussu skal tað gerast?

Fyri at viðgera hendan spurning skipar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri politiskum kjakfundi mikukvøldið 30. august. Kanningin hjá Javnaðarflokkinum vísir millum annað, at fleiri føroyingar enn áður eru fyri fríari fosturtøku. Flestu føroyingar halda tó framvegis, at fosturtøka bert skal loyvast undir ávísum umstøðum. Harumframt vísir kanningin, at bert ein av fimm føroyingum halda, at lógin verður fylgd, meðan triði hvør sigur seg vita um fosturtøkur, sum eru framdar av øðrum orsøkum enn tær, sum lógin loyvir.

Hetta seinasta vísir ein heilt greiðan tørv á at taka málið upp. Men tað eru ikki allir spurningar, sum umgangandi skulu gerast til politisk mál. Viðhvørt er tørvur á drúgvari og djúptøkari viðgerð - eisini uttanfyri Løgtingið. Hetta er ein slíkur spurningur. Tí er kanningin gjørd – og tí verður skipað fyri hesum fundinum.

Á fundinum verður fyrst ein framløga, har støðan í dag verður lýst, eins og greitt verður frá meiningarkanningini.

Síðani verður stutt kjak millum politisku ungmannafeløgini, og til endans fara umboð fyri Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi at siga sína hugsan og svara spurningum.

Fundurin verður í Miðlahúsinum, mikukvøldið 30. august, kl 19.00. Sólvit Nolsøe verður orðstýrari.
Tað er ókeypis atgond og øll eru vælkomin.

Kanningin og viðgerðin av kjakinum um fosturtøku kann lesast á netinum her: https://issuu.com/javnadarflokkurinafolkatingi/docs/fosturtokaiforoyum

 Til ber at lesa meira og melda seg til tiltakið her.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi