22. juni 2017

Tað ger mun at vísa á skeivleikar

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, vísti herfyri á nakrar skeivleikar í donskum undirvísingartilfarið til skúlanæmingar. – Hvørki føroyingar ella danir hava áhuga í hesum. Tí ivaðist eg ikki í, at nakað fór at vera gjørt við málið, og stjórnin hevur ikki skuffað í so máta, sigur hann.

Javnaðarflokkurin hevur á Fólkatingi fleiri ferðir gjørt vart við, at vitanin hjá dønum um Føroyar er alt ov lítil. Millum annað hevur flokkurin gjørt eina stóra kanning, sum vísir hetta.

- Vit hava nýtt øll høvi at vísa á, at upplýsingar um Føroyar mugu vera rættir og meira má gerast fyri at betra um kunnleikan til føroyska samfelagið sum heild. Eg havi varhugan av, at ongin flokkur á Fólkatingi er ósamdur í hesum. Og tí hevur altíð borið til at flutt okkurt rættan vegin, sigur Sjúrður Skaale.

Hetta havt við sær, at nakað av tilfari nú er gjørt um Føroyar, eins og heimasíður um Føroyar eru savnaðar á einum portali, har lærarar kunnu finna íblástur til sína undirvísing um Føroyar. Sumt av tilfarinum, sum er gjørt, styrkir tó fordómarnar heldur enn vitanina. Til dømis hevur verið upplýst, at seyður verður dripin og flettur í sølumiðstøðum í Føroyum, og at grindadrápið er ein veitsla.

- Tað ljóðar eksotiskt - næstan barbariskt. Men tað er ikki rætt, vísti Sjúrður Skaale á í fólkatingssalinum herfyri.

Flokkurin tók málið upp við stjórnina og nú eru svarini komin.

- Sama dag blivu skeivleikarnir eru rættaðir. Svarini vísa eisini, at stjórnin framvegis vil raðfesta undirvísing um Føroyar. Stjórnin vil kortini framvegis ikki taka tað avgerandi stigið og gera tað obligatoriskt at læra um Føroyar við at leggja seg út í undirvísingarætlanirnar. Hetta hevði verið tað rætta, men at eggja skúlum og lærarum at taka tað upp hjálpir eisini. Men treytin er, at tilfarið er tøkt - og at tað er rætt. Hesum eru vit komin nærri nú, og tað er at fegnast um, sigur Sjúrður Skaale.