Javnaðarflokkurin í stuttum

 
Javnaðarflokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur, ið byggir á tey trý týdningarmiklu grundvirðini frælsi, javnrætt og samhaldsfesti. Javnaðarflokkurin ynskir eitt trygt og rættvíst samfelag og ein rættvísan heim uttan fátækt. Ein heim við friði og umhvørvisligari javnvág grundað á burðardygga menning. Ein heim, har menniskju liva í frælsi og javnstøðu og hava avgerandi ávirkan á síni egnu lívsviðurskifti.
 
Les meira um grundsjónarmiðini í vinstra bredda.