Føroyar fyri øll – samfelagið er menniskjað

Javnaðarflokkurin er ein sosialdemokratiskur flokkur, ið byggir á tey trý týdningarmiklu grundvirðini frælsi, javnstøðu og samhaldsfesti. Javnaðarflokkurin ynskir eitt trygt og rættvíst samfelag og ein rættvísan heim uttan fátækt. Ein heim við friði og umhvørvisligari javnvág grundað á burðardygga menning. Ein heim, har menniskju liva í frælsi og javnstøðu og hava avgerandi ávirkan á síni egnu lívsviðurskifti.

Vit ynskja og vilja virka fyri:

  • Frælsi frá fátækt og kúgan, og frælsi at menna skapandi evni og møguleikar hins einstaka í felagsskapinum.
  • Frælsi staðfestir rættin hjá fólki at vera til, at liva og virka og vera øðrvísi.
  • Frælsi er at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og evnum. Men frælsið er bert veruligt, um tað er fyri øll.Javnstøðu fyri øll, soleiðis at øll hava somu møguleikar og skyldur, óansæð sosialan og etniskan uppruna, kyn, átrúnað ella aðra lívssannføring.
  • Javnaður er ásannanin um, at øll menniskju hava sama virði.
  • Samhaldsfestií sínámillum ábyrgd millum allar borgarar, við menniskju um allan heim og millum ættarliðini.
  • Menniskjað í felagsskapinum skapar tað góða samfelagið. Felagsskapurin er fortreytin fyri frælsinum. Tí er tað hugsjónin hjá Javnaðarflokkinum at arbeiða fyri einum samfelag, har tað er pláss fyri øllum.
  • Gjøgnum samhaldsfesti skapa vit møguleikan fyri frælsi og javnaði fyri øll. Tað er samhaldsfesti, ið tryggjar, at vit hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og standa saman um virðingina fyri tí einstaka og harvið tað serstaka hjá hvørjum menniskja.

Javnaðarhugsjónin í framtíðini

Javnaðarhugsjónin hevur vunnið stórar sigrar. Samhaldsfestið hevur givið einum stórum meiriluta av fólkinum betri lívskor, økta vælferð og fjøltáttaðar møguleikar at mennast. Í nútíðar vælferðarsamfelagnum merkir samhaldsfesti, at meirilutin skal vera við til at tryggja øllum somu atgongd til øktu vælferðina. Øll tey, sum eru væl fyri í samfelagnum, eiga at sýna samhaldsfesti fyri teimum ymisku veikaru bólkunum. Hetta skulu tey, tí vit vilja eitt samfelag í sosialari javnvág. Eitt samfelag, har øll hava javnbjóðis møguleikar og har alt menniskjaliga tilfeingið í samfelagnum sleppur at blóma.

Javnaðarflokkurin vil endurnýggja samhaldsfesti sum grundhugsan í fólkinum, tí okkara grundhugsjón byggir á samstarv millum menniskju sum besta amboðið framhaldandi at menna eitt samfelag, har tann einstaki hevur javnbjóðis møguleikar í felagsskapinum.

Høvuðsfyritreytirnar fyri menning av nútíðarsamfelagnum er javnstøða, sosialur tryggleiki og arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar fyri øll.

Fyri Javnaðarflokkin merkir vælferð, at øll verða vird í samfelagnum, og at øll hava atgongd til arbeiðsmarknaðin og grundleggjandi vælferðarskipanir.

Sterkur og ábyrgdarfullur arbeiðsmarknaður

Fortreytin fyri einum sterkum vinnulívi er eitt trygt, vælútbygt vælferðarsamfelag, ið gevur einstaka menniskjanum møguleika at útbúgva og menna seg og harvið tryggja samfelagnum eina stabila, væl útbúna og virkisfúsa arbeiðsmegi.

Javnaðarflokkurin stuðlar einum sterkum vinnulívi á burðardyggum grundstøði, sum er grundarlagið undir einum góðum vælferðarsamfelag. Vinnulívið eigur at kenna sína ábyrgd fyri tí fólki, ið virkar í vinnuni, fyri samfelagnum, náttúrutilfeinginum og umhvørvinum.


Fortreytin fyri einum væl virkandi samfelag er javnstøða millum kynini á arbeiðsmarknaðinum og í familjuni. Tí skal ein nýmótans familjupolitikkur tryggja, at familjan hevur møguleika at sameina arbeiðslív og familjulív. Tað skal vera sjálvsagdur rættur, at bæði foreldur hava møguleika at tryggja teirra børnum eina góða byrjan í lívinum.

Altjóðagerð

Føroyar skulu eisini í framtíðini teljast ímillum heimsins bestu vælferðarsamfeløg. Vit skulu taka ímóti avbjóðingunum og møguleikunum í altjóðagerðini, samstundis sum vit stimbra og fjálga um okkara egna samleika og okkara egnu tjóðareyðkenni í heimssamfelagnum.

Javnaðarflokkurin vil tryggja, at fyrimunirnir við altjóðagerðini skal koma øllum samfelagnum til góðar. Føroyar skulu mennast sum eitt vitanarsamfelag. Fyri at hetta skal eydnast, krevst, at alt tilfeingið í fólkinum fær møguleika at blóma.

Fólkaræði

Altjóðagerðin er ein avbjóðing fyri okkara fólkaræði. Tað vaksandi samskiftið við umheimin á øllum økjum setur stór krøv til okkara samfelagsskipan. Føroya Javnaðarflokkur vil styrkja rættarsamfelagið og menna fólkaræðið í øllum samfelagsligum viðurskiftum.

Eitt virkið fólkaræði við frælsi hins einstaka og javnstøðu fyri øll í einum samhaldsføstum samfelag – tað er stavnhaldið hjá Føroya Javnaðarflokki.