Lóg fyri Javnaðarflokkin

§1 FLOKKURIN

Navn floksins er JAVNAÐARFLOKKURIN. Flokkurin er óheftur av øllum øðrum politiskum flokkum.

§2 ENDAMÁL FLOKSINS

Endamál Javnaðarfloksins er, at upplýsa Føroya fólk um javnaðarhugsjónina og í samsvari við grundsjónarmið floksins at fylkja fólkið um at gera Føroyar til eitt sosialistiskt vælferðarsamfelag á fólkaræðisligari grund.

§3 LIMIR

  1. Øll, sum góðtaka sosialistisku grundsetningarnar, soleiðis sum teir eru samtyktir í grundsjónarmiðum Javnaðarfloksins, kunnu gerast limir í flokkinum við at tekna seg sum lim í einum lokalfelag ella beinleiðis í Javnaðarflokkinum.
  2. Floksleiðslan smb. §11 kann taka limaskapin frá limi, ið  mótarbeiðir grundsjónarmiðum Javnaðarfloksins ella ikki fylgir galdandi floks- ella felagslógum.
  3. Limur, sum er koyrdur úr flokkinum, kann kæra hesa avgerð til  landsstevnu /landsfund.

§4 FLOKSSTARVIÐ

Flokkurin tekur lut í øllum valum til almenn umboð.

§5 ÁLITISFÓLK

  1. Fyri at verða uppstillað(ur) til tey ymsu valini, sum flokkurin luttekur í, krevst, at viðkomandi hevur verið limur í flokkinum í minsta lagi 6 mánaðir. Sama er galdandi fyri tey álitisstørv, sum Javnaðarflokkurin á tingi og í bý/bygdaráðum velja. Undantøk kunnu bert gerast í serstøkum førum, um floksleiðslan góðkennir tað.
  2. Allar nevndir, ráð, umboð og líknandi í flokkinum verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir.
  3. Landsstýrissessir Javnaðarfloksins kunnu bert mannast við fólki, sum floksleiðslan kann góðtaka.

§6 UPPSTILLING TIL LØGTINGSVAL

  1. Limafeløgini uppstilla, hvørt í sínum lag, valevni til løgtingsval. Talið av valevnum fyri hvørt felag ella øki verður ásett av starvsnevndini og góðkent av landsfundinum/landsstevnuni. Uppstillingin fer fram á ársaðalfundi og møguligum eykaaðalfundi hjá limafeløgunum. Limafeløgini hava skyldu til at hava uppstilling á skrá á hvørjum ársaðalfundi.
  2. Um uppstillingarlistin ikki er fyltur, tá ið løgtingsval verður útskrivað, skal viðkomandi limafelag hava uppstillingarfund ella eykaaðalfund og har seta fleiri valevni á listan. Tey valevni, sum standa á valevnalista undan uppstillingarfundinum, standa ikki fyri vali á hesum fundum.
  3. á ið limur er komin á valevnalista til løgtingsval, verður viðkomandi valevni Javnaðarfloksins, til nýggjur aðal-fundur ella eykaaðalfundur hevur ásett annað.
  4. Limafeløgini leggja valevnalistarnar fram á landsfundinum/landsstevnuni. Tað er ikki krav, at valevnini verða góðkend av landsfundinum/landsstevnuni, áðrenn tey kunnu lata seg uppstilla fyri flokkin. 
  5. Tá ið løgtingsval er útskrivað, skal starvsnevndin góðkenna valevnini áðrenn tey koma á endaliga valevnislistan. Um valevnalistin ikki er fult settur, kann starvsnevndin seta valevni afturat á listan.
  6. Á endaliga valevnislistanum skal tað vera javnstøða ímillum kynini.

§7 LANDSSTEVNAN

  1. Landsstevnan verður hildin í minsta lagi fjórða hvørt ár. Stevnan er floksins lóggevandi og í øllum lutum annars hægsta vald.
  2. Á landsstevnuni koma hesi mál til viðgerðar:
  • Formaðurin greiðir frá politiska virkinum hjá flokkinum síðan seinasta landsfund/landsstevnu.
  • Orðaskifti um frágreiðing formansins.
  • Skrivarin greiðir frá fyrisitingarliga virkinum hjá flokkinum síðan seinasta landsfund/landsstevnu og leggur fram grannskoðaðan ársroknskap fyri flokkin.
  • Orðaskifti um frágreiðing skrivarans.
  • Frágreiðing frá feløgunum.
  • Virkisskráin.
  • Val av formansskapi.
  • Val av starvsnevnd.
  • Val av floksleiðslu.
  • Góðkenning av valevnabýti millum limafeløgini.
  • Val av ríkisgóðkendum grannskoðara.
  • Áseting av limagjaldi.
  • Val av undirnevndum at ráðgeva valdu umboðunum.
  • Innkomin uppskot um lógarbroyting ella ískoyti til hennara.
  • Innkomin uppskot.
  • Politiskt orðaskifti
  • Ymist.
  1. Landsstevnan verður lýst við 3 mánaða freist.

§8 LANDSFUNDURIN

  1. Landsfundurin skal haldast hvørt ár, tá ið landsstevna ikki er, og er hon frásæð landsstevnuni floksins hægsta vald.
  2. Floksleiðslan kann við vanligum atkvøðumeiriluta kalla inn til eykalandsfund.
  3. Endamálið við landsfundinum er gjølla at viðgera floksins virki og politisku støðu og leggja til rættis framtíðarpolitikkin.
  4. Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:
  • Formaðurin greiðir frá politiska virkinum hjá flokkinum síðan seinasta landsfund/landsstevnu.
  • Orðaskifti um frágreiðing formansins.
  • Skrivarin greiðir frá fyriskipanarliga virkinum hjá flokkinum síðan seinasta landsfund/landsstevnu og leggur fram grannskoðaðan ársroknskap.
  • Orðaskifti um frágreiðing skrivarans.
  • Frágreiðing frá feløgunum.
  • Val av formansskapi.
  • Val av starvsnevnd.
  • Val av floksleiðslu.
  • Góðkenning av valevnabýti millum limafeløgini.
  • Áseting av limagjaldi.
  • Politiskt orðaskifti.
  • Ymist. 
  1. Landsfundurin verður lýstur við 2 mánaða freist.

§9 UPPSKOT, IÐ VIÐVÍKJA LÓG FLOKSINS

  1. Uppskot um lógarbroytingar ella ískoyti til lógina, sum feløg, limir, floksleiðsla ella undirnevndir vilja hava til viðgerðar á landsstevnuni, skulu vera starvsnevndini í hendi minst 2 mánaðir undan ásetta stevnudegnum.
  2. Tey innkomnu uppskotini verða send feløgunum til viðgerðar 7 vikur undan landsstevnuni.

§10 UMBOÐAN O.A.M.

Landsfundurin/landsstevnan verður skipað av umboðum frá feløgunum, sum hava eina atkvøðu fyri hvørjar 10 limir. Beinleiðis limir hava 1/10 atkvøðu. Allir limir hava rætt at møta á landsfundi/landsstevnu, har teir hava talurætt.

§11 FLOKSLEIÐSLAN

  1. Floksleiðslan stendur til svars mótvegis landsfundi og landsstevnu og virkar í teirra stað millum landsfundir/landsstevnur.
  2. Floksleiðslan er formenn/kvinnur í limafeløgunum (lokalu limafeløgini og SU) limir í starvsnevndini,  floksins fólkavaldu umboð: løgtings-, landsstýris- og fólkatingsumboð, og kommunustýrislimir (allir kommunustýrislimir sum eru limir í Javnaðarflokkinum). Harafturat velur landsfundurin/landsstevnan eftir uppskotum frá valfeløgunum eitt umboð fyri hvørjar byrjaðar 100 limir í valfelagnum, tó í minsta lagi eitt umboð fyri hvørt felag aftrat formanninum/kvinnuni.
  3. Floksleiðslan skal halda fund minst tvær ferðir árliga. Um minst 1/10 av floksleiðslulimunum krevur tað, skal floksleiðslufundur haldast.
  4. Starvsnevndin kann heimila nevndarlimum í limafeløgunum og álitisfólki annars at luttaka á floksleiðslufundum við talirætti.

§12 STARVSNEVNDIN

  1. Starvsnevndin stendur til svars mótvegis floksleiðsluni og landsfundinum/landsstevnuni og kann í hastimálum taka avgerðir millum floksleiðslufundir.
  2. Í starvsnevndini sita formansskapur floksins, skrivari og eitt umboð fyri hvørt limafelag og SU.
  3. Limafeløgini og SU velja hvør sær eitt umboð og eitt varaumboð í starvsnevndina.
  4. Skrivarin kann ikki verða fólkavaldur. Uppskot til skrivara skulu vera flokkinum í hendi ikki seinni enn 3 vikur undan landsfundinum/landsstevnuni
  5. Starvsnevndin hevur fund minst 10 ferðir árliga.
  6. Starvsnevndin hevur ábyrgdina av roknskapi Javnaðar-floksins. Formansskapurin ger uppskot til fíggjarætlan fyri virksemið hjá Javnaðarflokkinum í komandi fíggjarári. Uppskotið verður latið starvsnevndini til góðkenningar í seinasta lagi 1. desember árið fyri ætlanarárið. Á fyrsta fundi hvønn ársfjórðing er kunning um rakstrarstøðu floksins í mun til góðkendu fíggjarætlan.   
  7. Flokkurin verður bundin fíggjarliga við undirskrift formansins saman við undirskrift skrivarans.
  8. Fer starvsnevndarlimur valdur á landsfundi/landsstevnu frá í starvstíðini, setur avvarandi lokalfelag avloysara í hansara stað til næsta landsfund/landsstevnu.

§13 FORMANSSKAPUR FLOKSINS

  1. Formansskapur floksins virkar við ábyrgd mótvegis starvsnevndini, floksleiðslu og landsfundi/landsstevnu og hevur dagligu ábyrgdina av politiska virksemi floksins ímillum fundirnar í starvsnevndini.
  2. Í formansskapi floksins sita formaður, 1. næstformaður og 2. næstformaður. Bæði kynini skulu vera umboðað í formansskapi floksins.
  3. Annar av næstformonnunum skal verða løgtings- ella landsstýrisfólk. Hin næstformaðurin skal ikki verða løgtings- ella landsstýrisfólk.
  4. Formaður og næstformenn verða valdir hvør sær á landsfundi/landsstevnu
  5. Formaður tingbólksins er 1. næstformaður. Er formaður floksins eisini formaður tingbólksins verður fyrstvaldi 1. næstformaður og næstvaldi 2. næstformaður. Er annar enn formaðurin formaður tingbólksins velur landsfundurin/landsstevnan bert 2. næstformann.
  6. Uppskot til formansskapin skulu vera flokkinum í hendi ikki seinni enn 3 vikur undan landsfundinum/landsstevnuni.
  7. Lýkur umboð í formansskapinum ikki longur treytirnar í stk 3, setur starvsnevndin, avloysara í hansara stað til næsta landsfund/landsstevnu.

§14 DUPULT UMBOÐAN

  1. Løgtingsumboð, valt fyri Javnaðarflokkin, kann ikki vera borgarstjóri fulla tíð, samstundis sum viðkomandi umboðar flokkin á Føroya Løgtingi.
  2. Borgarstjóri, í kommunu við 499 ella færri íbúgvum, kann tó hava sæti á Løgtingi, samstundis sum  viðkomandi røkir borgarstjórasessin.

Soleiðis samtykt á eykalandsstevnu 1. apríl 2017. §14 við gildiskomu frá næsta Løgtingsvali.