Hans Pauli Strøm


Fødd/ur: 28-12-1947
Foreldur: Herborg og Torkil Strøm úr Vági
Maki: Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen úr Vestmanna
Børn: Marin Strøm (1976)
Herborg Silja Strøm (1987)
Ingilín Didriksen Strøm (1991)
Útbúgving/ar: Cand. Scient. Soc. (sosiologur)
Yrki: Landsstýrismaður í Heilsumálum
Í farloyvi sum deildarleiðari á Hagstovu Føroya
Álitisstørv: Ein av blaðstjórunum á Oyggjaskeggja, 1969-75
Ein av blaðstjorunum á Framanum 1975-85
Leiðari í Føroyahúsinum í Kbh. 1980-86
Form. í Búskapar og løgfr.felagnum fyrst í 90-unum
Nevndarlimur í VÍF, mitt í 90-unum
Nevndarlimur í Havnar Svimjifelag 1999-2003
Form. í Barnaverndarnevndini í Vestmanna 1990-98
Form. í lærararáðnum í Fiskivinnuskúlanum 1992-98
Løgtingsmaður 1998-2002, 2009-
Skrivari hjá Javnaðarflokkinum 2002-04
Landsstýrismaður 2004-2009
Telefon:  +298 594044
Fax:  
T-postur:

hanss@logting.fo 
hanspaulistrom@gmail.com
 

Heimasíða:

www.j.fo

Send boð til Hans Pauli Strøm

RSS

BLOG

Mugu fáa trýpartasamstarv fyri arbeiðsmarknaðarpolitiskum reformi

Krøvini til fakligar førleikar skerpastAlneyðugt at politisku myndugleikarnar fara í eitt skipað samstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um ein arbeiðsmarknaðarpolitiskan reform, við m.a.: arbeiðsmarknaðardepil, so partarnir á arbeiðsmarknaðinum í størri mun enn í dag kunnu skipa fyri egnum viðurskiftum skipan av arbeiðsmarknaðar- og vaksnaútbúgvingum, senior- ella eldraarbeiðsmarknaðarpolitikk, familjuarbeiðsmarknaðarpolitikk, við betri javnstøðu millum almenna og privata arbeiðsmarknaðin, skipanir fyri meira rúmligum arbeiðsmarknað fyri førleikaskerd nýggja arbeiðsumhvørvislóg, eisini fevnandi um psykist arbeiðsumhvørvi. Tað er undrunarvert, at arbeiðsmarknaðarpolitikkurin ikki tykist at hava nakran serligan áhuga í politisku skipanini. Hóast vit í ólavsøkurøðu løgmans annars fingu eina góða framløgu við nógvum ætlanum um átøk og reformar á nógvum økjum, so var onki um arbeiðsmarknaðin (burtursæð frá einari reglu um inntøkutrygdina). So er ikki í okkara grannalondum, har ein virkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur er eitt høvuðsamboð til at tryggja arbeiðsskapandi vøkstur, menning og fíggjarligt støðufesti móti veksandi avbjóðingum frá altjóðagerð og framhaldandi demografiskum broytingum. Krøvini til fakligar førleikar skerpast Serliga hótt eru ófaklærdu arbeiðsplássini í traditionellum framleiðsluvinnum.

les meira

Jørgen Niclasen er nokkso stuttligur

Soleiðis blívir hetta ”útreiðsluneutralt” á la Jørgen Niclasen. ”Útreiðsluneutralt!” Tað sigur Jørgen Niclasen - tvs. at tá ein landsstýrismaður kemur í úrtíð við einum dýrum uppskoti, so skal hann sjálvur finna pengarnar við at spara aðrastaðni innan fyri sítt egna øki.

les meira

Skaðafróur Sambandsovasti í Gallupsrúsi

- og so pellar hann illa haraftrat Tað kenst gott, tá tað gongst einum væl - og hampafólk unna einum at gleðast yvir tað. Hinvegin er tað  sera ódámligt, tá man sær onkran vísa størri frøi yvir, at tað gongst øðrum illa – og rópar tað út um geilar. Edmund Joensen kundi ikki halda sær.

les meira

Væleydnað flaggdagshald við futti í!

Mynd frá Fólkaheilsurenningini 2005 á Tvøroyri Væleydnað flaggdagshald við futti í – bæði í Fámjin, á Sandi, í Hvalba og í Vestmanna, har  flaggdagshaldini sunnudagin vóru tvinnað saman við átøkum fyri rørslu. Flaggdagin fagna vit merkinum og okkara tjoðskaparliga samleika, lýða á røður og syngja í felag.  Vit fagna várinum og øllum livandi, sum aftur kemur uppundan og reisir seg við nýggjari megi, eins og vit kenna lívshugan brúsa í okkara egnu limum.

les meira

Vit vinna øll – bara vit tíma!

  - ein heilsan til Kvinnurenningina og øll sum ætla sær á føtur Hóast Kvinnurenningin byrjaði fyri fáum árum síðani, er hon longu blivin ein stór og traditiónsrík hending á hvørjum vári. Og nú slær hon allar rekordir! Vit skulu ikki nógv ár aftur í tíðani, tá hetta við renningini einans var eitt sjáldsamt ítriv, ið nakrir fáir originalar fingust við.

les meira

Onki at bíða við: her er uppskot til lóg um Brúkarakærunevnd

Av manglandi brúkarapolitikki í Føroyum og av tí at brúkarar ongan kærumyndugleika hava uttan ta drúgvu og dýru leið at leggja sak og fara í rættin, lat Javnaðarflokkurin gera ”Àlit um brúkarapolitik” fyri nøkrum árum síðani.

les meira

Tveykantaða heimsmyndin hjá Árna Dahl

Í stabbamynd sæst samanberiliga gongdin í indextølunum enn týðuligari.Árni Dahl hevur skrivað eina politiska viðmerking til nýggju ABC-samgonguna við heitinum "Um 365 ár". Innihaldið í greinini hjá Árna er ómetaliga einfalt: Orsakað av "sambandi" er ongin fólkavøkstur í Føroyum, og tjóðin "er dømd at doyggja sum frá líður". Orsakað av "frælsi" er stórur fólkavøkstur í Íslandi og tjóðin blómar. Árni er so fullvísur í síni tveykantaðu heimsmynd, at hann loypir heilt út av tromini: taka vit ikki loysing, kunnu vit akkurát tað sama kunnu leggja okkum at doyggja.

les meira

Ættleiðingarfelagið kann gleða seg

Í februar í ár var Ættleiðingarfelagið á fundi við meg. Felagið fekk tá tilsøgn um at stðulin til ættleiðing fór at verða hækkaður munandi. Men sjálvandi treytað av at politisk undirtøka fekst fyri uppskotinum.

les meira

Avrikini á almanna- og heilsuøkinum hava aldrin verið størri

Fyri tað um man er kritiskur, skal man ikki lúgva- rættleiðing til politiska søgureingjan hjá Dimmu Eg eri fegin um at fáa hetta gylta høvi frá Dimmu at vísa føroyingum á - og serliga javnaðarfólki sum kanska ikki halda seg hava so nógv at fegnast um í hesum døgum - at vit kortini kunnu vera stolt av teimum nógvu og stóru sosial- og heilsupolitisku avrikum, vit hava megnað í landsins stjórn tey síðstu 4 og ½ árini. Fyri tað um man er kritiskur, skal man ikki lúgva Tað er sjálvandi í fínasta lagi, at Dimma hevur verið ógviliga atfinningarsom móti landsstýrissamgonguni í nógvum greinum í seinastuni. Serliga hava samgonguleiðari og flokkur okkara staðið fyri skotum.

les meira

Jenis Like a Puppet on a String

Miðflokkaførarin sum handskadukka hjá Dimmalætting í jagstranini av LandssjúkrahúsinumMiðflokkaførarin sum handskadukka hjá Dimmalætting í jagstranini av Landssjúkrahúsinum Tað var tann yndisliga Sandie Shaw sum í mínum ungdómsárum í 1967 bergtók okkum øll við poppsanginum “Like a Puppet on a String” (finn hann á Google og hoyr hann har á YouTube). Hetta var tað fyrsta eg kom í tankar um, tá eg sá hevndarálopið móti mær frá Dimmalætting í gjárkvøldið.

les meira

SIÐA: 1 / 3 »

© 2007 - 2010 Javnaðarflokkurin | XHTML 1.0 | CSS

knassar