"Meira ferð á" ©
| Fødd/ur: | 7. apríl 1946 |
|---|---|
| Foreldur: | Eli og Ethel Mortensen |
| Maki: | Hjørdis Egholm Mortensen |
| Børn: | Elin, Ann, Guðrun og Eirikur Heðinsdóttir/sson Mortensen |
| Útbúgving/ar: | Bil og maskinmaður, Tryggingarmaður |
| Yrki: | Borgarstjóri í Tórhavnar kommunu |
| Álitisstørv: | Býráðlimur, ÍSF-forseti, SEV-umboðsmaður, form. Kommunu Samskipan Føroya KSF, form. Kommunala Arbeiðsgevara Felagnum KAF, Føroya Handilsskúla, Tekniska Skúla, Havnar Sjúkrakassa, Ítróttarvedding, Barnaverndarstova Føroya v.m. |
| Telefon: | 311196 og 211196 |
| Fax: | 311265 |
| T-postur: | hedin@torshavn.fo |
| Heimasíða: | www.hedinmortensen.com |
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Í bløðum og á heimasíðum um vikuskiftið heldur Heini Eysturoy, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverki, fram við sínum pástandum um, at Heðin Mortensen steðgaði arbeiðinum at gera innkomuveg til høvuðsstaðin, sjálvt um hetta ikki er so.Framvegis stendur eftir, at tað var eitt samt Tórshavnar býráð – og tað er altso ikki ein einsamallur persónur – sum fyri tveimum árum síðani sendi Landsverki og Innlendismálaráðnum eina samtykt í 20 punktum, sum landsstýrið, eftir tilráðing frá Landsverki, ikki valdi at taka til eftirtektar. Tvørturímóti varð vegagerðin steðgað og játtanin strikað!Nú tað umsíður røkist fyri, at landsstýrið og Tórshavnar kommuna aftur tosa sama mál, og vilji er til at arbeiða fram ímóti einari loysn á Føroya størsta ferðslutrupulleika, er tað veruliga hugstoytt at uppliva, at ein deildarleiðari á Landsverki við hond og fót mótarbeiðir málinum!Skrivingin hjá deildarleiðaranum kann illa uppfatast sum annað enn aftur eitt gott dømi um »semjusøkjandi« arbeiðslagið hjá Landsverki, so tí er lítil meining í at halda fram við rættingum og rættleiðingum.
Heðin Mortensenborgarstjóri í Tórshavnar kommunu Ikki óvæntað, kom Landsverk við einum aftursvari, nú kunnað var um týdningin av, at Havnin sum skjótast má fáa ein innkomuveg. Men í svarinum, sum kom frá Heina Eysturoy, leiðara á Vegadeildini, skein ígjøgnum, at talan veruliga er um tvørrandi vilja frá Landsverki, tá tað snýr seg um at finna høvuðsstaðnum eina nøktandi loysn. Tvørturímóti gongur greitt fram av aftursvarinum, at Landsverk als ikki er sinnað at samstarva, men bara vil arbeiða eftir egnum vilja.
Heðin MortensenFormaður Kommunusamskipan Føroya Kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya eru samdar um, at fyrimunir og vansar við einari millumkommunalari útjavningarskipan skulu lýsast. Í oddagrein við yvirskirftini “ kommunur drignar upp á tráð” finst Norðlýsið at størri kommununum uttan fyri høvuðstaðarkommununa, fyri at hava undirskrivað sokallaða klaksvíksskjalið.
---Túsundtals fólk uttanlands vitja okkara heimasíðu hvønn mánað at kanna umstøðurnar í høvuðsstaðnum. Tey kanna bústaðar- og starvsmøguleikar, ansingarpláss og kollektiva ferðslu.
Kommunusamskipan Føroya fegnast um, at kunngerðin um bunkring í føroyskum havnum loksins kemur til hoyringar aftur, eftir at hava ligið í Innlendismálaráðnum síðani 2007. Hóast kunngerðin er eitt stig á rættari leið, so fer kunngerðin neyvan at hava við sær, at trupulleikin viðvíkjandi dálking í kommunalum havnum og firðum er endaliga loystur.
Í heili fimm ár hevur Innlendismálaráðið ligið omaná arbeiðinum at gera eina einfalda kunngerð um bunkring í føroyskum havnum. Orsaka av hesum virkisloysi í Innlendismálaráðnum stendur tað einum og hvørjum frítt at sleppa olju á sjógv í samband við bunkring.
Stutt og greitt: Áðrenn ferðslan kemur upp úr undirsjóvartunnlinum skulu innkomuvegirnir til Havnina vera liðugtgjørdir. Hvørki meira ella minni.
Rættleiðingin hjá landsstýriskvinnuni í innlendismálum styrkir tíverri bert um illgrunan um, at veruligt javnbjóðis samskifti um kommunureformin ikki er á dagsskránni.
Sum fuglurin Fønix reistist landsstýriskvinnan í kommunumálum seg upp úr øskuni frá Gjáarfundinum við tí greiða boðskapi, at hon nú ætlar at seta eina nevnd við landspolitikarum at fremja fráboðaða kommunureformin.
Í míni tíð sum borgarstjóri hava vit framt eina rúgvu av málum. Men vit vilja fremja enn fleiri mál, so trivnaðurin hjá øllum borgarum í Tórshavnar kommunu verður 100%. Karmarnar hjá vinnuni skulu framhaldandi betrast og útbyggjast.. Niðanfyri lýsi eg undir hvørjum árstali í stuttum nøkur av teimum mest týðandi málunum, vit hava framt og ætla okkum at fremja í næsta valskeiði. Framt í 2005 - Heimið fyri minnisveik við Vallalíð liðugt - Frítíðarskúlin víðkaður til eisini at umfata 2.