Heðin Mortensen


Fødd/ur: 7. apríl 1946
Foreldur: Eli og Ethel Mortensen
Maki: Hjørdis Egholm Mortensen
Børn: Elin, Ann, Guðrun og Eirikur Heðinsdóttir/sson Mortensen
Útbúgving/ar: Bil og maskinmaður, Tryggingarmaður
Yrki: Borgarstjóri í Tórhavnar kommunu
Álitisstørv: Býráðlimur, ÍSF-forseti, SEV-umboðsmaður, form. Kommunu Samskipan Føroya KSF, form. Kommunala Arbeiðsgevara Felagnum KAF, Føroya Handilsskúla, Tekniska Skúla, Havnar Sjúkrakassa, Ítróttarvedding, Barnaverndarstova Føroya v.m.
Telefon: 311196 og 211196
Fax: 311265
T-postur: hedin@torshavn.fo
Heimasíða: www.hedinmortensen.com

Send boð til Heðin Mortensen

RSS

BLOG

Innlendismálaráðið loyvir dálking í føroyskum havnum

08. mar 2010

Í  heili fimm ár hevur Innlendismálaráðið ligið omaná arbeiðinum at gera eina einfalda kunngerð um bunkring í føroyskum havnum. Orsaka av hesum virkisloysi í Innlendismálaráðnum stendur tað einum og hvørjum frítt at sleppa olju á sjógv í samband við bunkring. Kommunusamskipan Føroya heitir tí á Innlendismálaráðið um at fara til verka, og fáa gjørt nevndu Kunngerð.

Føroya rættur hevur nú staðfest, at tað er loyvt at sleppa olju á sjógv tá ið skip bunkra. Hetta er greitt eftir at strandferðslan og førarin av einum tangabili eru fríkend í Føroya rætti, fyri í ósketni, at hava slept 2.400 litrum av olju á sjógv í samband við, at Teistin bunkraði olju í Skopun 26 apríl 2006.

Dómarin metti ikki at havumhvørvislógin gevur heimild til, at døma partarnar fyri at hava latið olju renna á sjógv í samband við bunkring.

Trupulleikan viðvíkjandi bunkring hava allir partar verið varugur við, líka síðani havumhvørvislógin var gjørd fyri skjótt fimm árum síðani. Í viðmerkingunum til havumhvørvislógina stendur at lógin gevur heimild til at gera ein kunngerð um bunkring av olju í føroyskum havnum. Hetta verður positivt nevnt í viðmerkingunum, tí sum tað stendur “ seinastu árini eru staðfestir fleiri tilburðir av oljudálking í samband við bunkring”, og tí verður mett neyðugt at gera eina kunngerð um bunkring.

Hetta er skriva  í 2005, og nú fimm ár eftir at staðfest var, at trupulleikar høvdu verið í samband við bunkring í fleiri ár, er framvegis eingin kunngerð gjørd.

Seinastu árini hava tað verið óteljandi dømi um, at havnarløg, bátahylar, firðir og sund eru illa dálkað av olju, serliga í samband við ósketni tá ið bunkra verður. Hetta hendir uttan at tað far stórvegis avleiðingar fyri dálkarin.

Tí vil kommunusamskipan Føroya heita á Innlendismálaráðið um at fara til verka og fáa gjørt nevndu kunngerð, í dag heldur enn í morgin.

Heðin Mortensen
Formaður
Kommunusamskipan Føroyr

Viðmerkingar:

Tín viðmerking

© 2007 - 2010 Javnaðarflokkurin | XHTML 1.0 | CSS

knassar