”Eitt samfelag, har tey veiku hava tað gott, er eitt gott samfelag - Eitt samfelag, sum strembar eftir sjálvbjargni, er eitt sterkt samfelag”.
| Fødd/ur: | 10. desember 1955 |
|---|---|
| Foreldur: | Ása Hátún og Atli Dam |
| Maki: | Kristjan á Neystabø |
| Børn: | Dánjal Dam á Neystabø
Katrin Dam á Neystabø Ása Dam á Neystabø |
| Útbúgving/ar: | Cand mag í donskum og týskum
Master of Public Management |
| Yrki: | Landstýrismaður í mentamálum
|
| Álitisstørv: | Forkvinna í dómsnevnd fyri barnabókavirðisløn |
| Telefon: | +298 217721 |
| Fax: | +298 318135 |
| T-postur: | |
| Heimasíða: | www.helena.fo |
Tað er ikki eiti á, sum Tjóðveldið leikar í, nú ið nýggja lestrarárið stendur fyri framman, og tað verður ein veruleiki, at so nógv ung sum ongantíð áður fara undir eina útbúgving í Føroyum Eg haldi ikki tað klæðir tjóðveldinum at lata so illa at, tá ið vit í veruleikanum tosa um eina sólskinssøgu. Tí hóast fíggjarstøðan á mínum og á øllum øðrum málsøkjum er sera trong, so verða tað samanlagt yvir 500 fleiri lesandi á vinnu- og miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum í nýggja lestrarárinum. Her hava veruliga øll lagt nógv fyri, til tess at gera Føroyar til eitt gott lestrarland.
Útvarp Føroya hevur saman við Annitu á Fríðriksmørk fleiri ferðir seinastu dagarnar endurtikið tíðindi um, at føroyskur lestrarstuðul til lesandi uttanlands er “bumbaður aftur í fortíðina”.Hesi tíðindi eru sera misvísandi. Stuðulin til lesandi føroyskar ungdómar, sum fara til onnur lond enn norðurlond at lesa, er framvegis ein tann besti í heiminum yvirhøvur.
Nú er at fara til verka við góðum treysti. Við triðju viðgerð av uppskotinum til eykajáttanarlógina fyri 2010 samtykti Løgtingið í gjár at skerja játtanina, sum varð ætlað verkætlanini at byggja ítróttarhøllá Sandoynni. Hetta var ein óheppin og kanska ikki nóg væl umhugsað avgerð. Men lat ongan iva vera um, at tað verður farið undir verkætlanina í hesum ári. Projekteringin av høllini er komin væl áleiðis, og tá ið hon er liðug, verður farið undir at bjóða byggingina út.
Tí eiga vit at hava eina fólkaatkvøða um valskipanina. -Tað skal vera líka trupult at broyta vallógina sum stýrisskipanarlógina. Áhugavert er, at spurningurin um valskipanina til løgtingið fyllir so nógv. Tann meiri ótespiliga síðan av hesari søk er, at spurningurin um valskipanina tykist einans at verða reistur á Løgtingi av egináhugamálum.
Tíðindaskriv Tíðindaskriv Í morgun kl. 9 setti landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, ráðstevnuna um skúlabyrjan, og flutti fram hesa røðu: ”Góðan morgun øll somul og hjartaliga vælkomin til hesa ráðstevnu um skúlabyrjan og um at byggja brúgv millum barnagarð og skúla.
Hesin spurningur varð av røttum settur í gjár á kjakfundi í Miðlahúsinum um rættindi teirra brekaðu til tænastur Kringvarpsins. Á fundinum sum Ráðið fyri Brekað skipaði fyri, varð ljós varpað á nógv áhugaverd viðurskifti. Við talandi dømum varð greitt frá, hvussu fáar av tænastum Kringvarpsins mong teirra, ið bera brek, fáa nyttu av.
Viðmerking til samrøðu við formann fólkafloksins í Degi og VikuHøvuðstíðindini í Degi og Viku í gjárkvøldið vóru – at ónevnd samgongufólk halda, at tað er eingin samgonga til. Eg ætlaði mær ikki at bera við til hetta bál, ið sum einki kann gera tað av við samgonguna.
Málrøktarvirðislønin 2010Røða hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, tá ið hon á samkomu á Føroya Studentaskúla á Degi málsins, handaði Jóhan Hendriki W. Poulsen, professara, Málrøktarvirðislønina 2010.
“Hvis Helena fær sín vilja, so verður skúlin her í bygdini niðurlagdur”. Nakað soleiðis tók ein skúlaleiðari til í “Góðan Morgun sending” í vikuni.
- eru kraftin og sálin í okkara samleika.- eru kraftin og sálin í okkara samleika. Las í Sosialinum við áhuga samrøðu við fýra fólk, ið varða av og brenna fyri føroyska mentanarpallinum. Tey vóru øll á einum máli um, at okkum tørvar ein mentanarpolitikk.