Henrik Old

 
Fødd/ur: 20.06.1947
Foreldur:

Fosturforeldur:
Henrikka Jacobsen Old og
Dennis William Connor Old.
Inger og Johannes Joensen,
Maki: Elsebeth Old
Børn:
Útbúgving/ar: Fiskiskipari
Yrki: Fiskimaður síðan 1964. Fiskiskipari síðan 1977. Løgtingsmaður frá 1984 til 2008.
Álitisstørv:
Telefon: 573223
Fax:  
T-postur:  
Heimasíða:

www.j.fo

RSS

BLOG

Áheitan á føroysku limirnir í Norðurlandráðnum

Nú er eitt ár síðani, at Ísland kom í svára kreppu,tá alt Íslanska bankakervið fór á heysin eftir fáum døgum,tí at nøkur fá ikki høvdu kent sær hógv.Síðani hevur Ìslanska stjørnin togast við IMF lánistovnin, um eitt lán,so til ber at koma burtur úr teimun ringasta trupuleikunum,men higartil er bert ein lítil partur av tí játtaða láninum útgoldið Ìslandi.Orsøkirnar skulu ikki komast nærri inn á her,men rímuliga greitt er,at Ìsland hevur fylgt flestu krøvunum frá IMF. Nakað eftir at Føroya Landstýri bjóðaði Ìslandi lán,samtyktu øll Norðurlond at gera tað sama,men higartil hevur onki Norðurland vilja goldið Ìslandi ta játtaða lánið út.Orsøkina siga tey vera, at tey bíða eftir boðum frá IMF lánistovninum,sum skal siga gott fyri, at lánini frá Noreg,Danmark,Svøriki og Finlandi skulu gjaldast út. Nú øll Norðurlond møtast í Stockholm til árliga Norðurlanaráðsfundin ,er tað eitt gott høvi hjá føroysku limunum í Norðurlandaráðnum og løgmanni, at gera vart við teir trupuleikar sum Ìsland er í.Tað kann ikki vera rætt, at bert Føroyar og Polen higartil hava goldið Ìslandi lánini,meðan norðurlond sita hendur í favn og bíða eftir boðum frá øðrum. À sama hátt, sum føroyingar fiskaðu seg úr kreppuni,so fara íslendingar sum frálíðir at gera tað sama.   Við heilsan Henrik Old  

les meira

Tann óhefti viðmerkjarin

Løgi at hoyra fyrrverandi fornermaða Javnaðarmannin Jóannes N. Løgi at hoyra fyrrverandi fornermaða Javnaðarmannin Jóannes N. Dalsgarð  vera høvuðsviðmerkjara í útvarpinum, um støðuna hjá Javnaðarflokkinum, hvussu kann ein maður sum er rímdur úr einum flokki tí hann ikki fekk sín vilja, vera óheftur viðmerkjari um politisku støðuna hjá sama flokki, hetta má Kringvarpsstjórin hava eina meining um og koma út við, Tá fullveldisøðin var uppá tað villasta vóru allir flokkar drignir við at koma við einari ella aðrari loysn uppá framtíðar viðurskifti ímillum Føroyar og Danmark.

les meira

Friðarligt rán, ella? 3. partur

Als er val eitt gott dømi um hvussu tað kann ganga. Øll hava goldið við góðum huga til Als, fyri at hava nakað at standa ímóti við.

les meira

Friðarligt rán, ella? 2. partur

Tað sær út sum parturin sum verður útgoldin úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (Samhaldsfasta) minkar ár um ár, fyri árið 2007 vóru einans útgoldnar 62% av tí sum kom inn í grunnin. Fyribils tøl vísa at áleið 210 mió kr.

les meira

Friðarligt rán, ella ? 1. partur

Tá ið samhaldsfast sá dagsins ljós á fyrsta sinni og lógin bleiv samtykt í 1988 stóð í lógini at miðast skuldi eftir at gjalda 95 % av tí sum kom inn í samhaldsfast út aftur til pensionistar. Seinni bleiv lógin broytt og hesi 95% blivur tikin burtur úr lógini, samhaldsfasti hevði jú ikki nógvar heilhjartagar vinir tá, fyri at stytta munandi um søguligu gongdina kann sigast at seinastu 4 árini hækkaði inngjaldi til samhaldsfasta munandi, men útgjaldið til pensionsinarnir hækkaði mistonkiliga lítið í mun til inngjaldið. Tveir teir síðstu roknskapirnir vísa nú tíðiliga at % parturin av útgjaldinum er minkaður munandi, sum eg skilji støðuna so er útgjaldið í 2007 komi heilt niður á 62 % av inngjaldinum. Eftir øllum at døma hevur nevndin í samhaldsfasta sað tað sum sína fornemmastu uppgávu ikki at gjalda út til pensionistar, heldur at samla upp pengar til rímiliga vælbjargaðar pensionistar í 2035, og sostætt hevur grunnurin nú omanfyri 500 milliónir krónir innistandandi, also ein ½ milliard krónur er í allari friðarligheit samla upp til at leggja upp fyri hesi eldrabylgjuni sum ymiskir frøðingar spáa skal koma aftaná 2035. Uppgerðin 1.

les meira

SIÐA: 1 / 1

© 2007 - 2010 Javnaðarflokkurin | XHTML 1.0 | CSS

knassar