Ríka verð - Tú mást ikki gloyma tey veiku her...! Frælsi - Javnstøða – Samhaldsfesti
| Fødd/ur: | 07.10.1977 |
|---|---|
| Foreldur: | Hans Oluf Johannessen, sáli úr Klaksvík og Conny Thomsen úr Havn, búsitandi í Lopra. Jóna Olsen í Klaksvík verið sum mamma allan uppvøksturin og í dag |
| Maki: | Ragnhild Olsen úr Sandavági |
| Børn: | Hans Oluf Johannessen 2004, Eva Ró Johannessen 2006, RaniJohannessen 2008 |
| Útbúgving/ar: | Autodidaktur journalistur, málsligur studentur |
| Yrki: | Løgtingsmaður, formaður Javnaðarfloksins á Tingi |
| Álitisstørv: | Limur í stjórnarskipanarnevndini, redaktørur fyri arbeiðsbólk at endurskoða og orða grundsjónarmið fyri Javnaðarflokkin, varð valdur í Demokratia, umboði Javnaðarflokkin í mentanarnevnd og uttanlandsnevnd løgtingsins. |
| Telefon: | +298 522242 |
| Fax: | |
| T-postur: | john@john.fo |
| Heimasíða: | www.john.fo |
Men gott, at tú ert vaknaður, Bjørn. Góðan morgun! Ikki eiti á, sum Bjørn Kalsø nú er farin at finnast at handfaringini av makrelmálinum. Nú brúkar hann øll argumentir, sum vit onnur úr flest øllum flokkum hava brúkt síðani tíðliga í vár, og sum hann hevur hartað okkum fyri at føra fram.
Almannaøkið hevur veruliga staðið fyri skotum seinastu drúgvu tíðina. Hetta er eitt viðbreki øki og eitt sertakliga týdningarmikið øki, ið sigur nakað um støðuna hjá Føroyum sum vælferðarsamfelag. Hóast fleiri og fleiri av skattakrónum borgaranna eru farnar til hetta økið seinastu mongu árini, er almenna ónøgdin alsamt vaksandi, tí útboðið av nøktandi tænastum ikki klárar at fylgja við tørvinum. Tí er neyðugt við einum nýhugsandi reformi á almannaøkinum.
Enn einaferð roynir Høgni Hoydal at stigmatisera onnur og gera seg til talsmann fyri tí góða og reina. Hesaferð er tað tað partvís Javnaðarflokkurin, sum eftir hansara høvdi spælir dupultspæl í uttanríkispolitikkinum.
Tað hevði sømt seg, um politiski myndugleikin ásetti við lóg, at í Føroyum eru tað føroyskir sáttmálar, sum skulu vera minsta áseting á arbeiðsmarknaðinum, um útlendskar fyritøkur ætla sær higar at arbeiða. Seta vit greiðar reglur fyri, at útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum skal lønast eftir føroyskum sáttmálaviðurskiftum, megna vit at sláa tvær flugur í einum. Tá forða vit fyri lønardumping og hægri arbeiðsloysi.
Lygn er nýggja amboðið hjá gomlu Dimmu í royndini at sláa stórar gølusøgur upp á forsíðuni John Johannessen "Tað eydnaðist ikki Dimmalætting at fáa fatur á John Johannessen fyri evstamark hjá blaðnum í dag" Hesa umberingina brúkti Dimmalætting, tá hon í útgávu nr. 124 týsdagin 1.
Eftir at familja mín og eg eru hongd út í pressuni í allar besta slaturblaðstíli, kenni eg meg noyddan at skriva hesar reglur fyri at greiða frá samskiftis mistakinum hjá Atlantsflogi í Kastrup sunnudagin, sum skandalupressan annars hevur givið konu míni og mær skuldina fyri John Johannessen Tað tykist púra greitt, at ein nýggjur stílur hevur tikið seg upp summa staðni innan journalistiska yrkið í Føroyum. Slaturblaðstílurin skal nú bjarga fjølmiðlum við reyðum tølum á botnlinjuni og onki er heilagt. Hetta hevur kona mín merkt sviðan av, nú tað er sligið stórt upp á forsíðuni á bløðum, sum annars kalla seg seriøs, at hon valdi at fara í land aftur úr einum flogfari eftir niðrandi viðferð, sum hon ikki hevði ábyrgdina av.
Røða, sum John Johannessen helt 2. mei í sambandi við Amnesty titak um mannarættindastøðuna í Kina og Olympisku Leikirnar, sum í ár skulu haldast í Kina: Góðu áhoyrarar, góðu fyriskiparar! Vit eru savnaði her við grundleggjandi lógartryggjaðum rætti at fylkjast.
Júst tí eru vit farin til verka í hesi nýggju samgonguni, sum er før fyri at føra veruligan samhaldsfastan politikk, har hugsjónin ræður, um at tær breiðastu herðarnar skulu bera størstu byrðarnar.
Kjakið um javnstøðu tykist hava vent sær burtur frá javnstøðuhugtakinum og í staðin vera farið at snúgva seg um kvinnurættindi einans. Rættarstøðan hjá pápum og harvið eisini hjá børnunum er út av lagi vánalig í Føroyum.
Hugskotið hjá Bjørt Samuelsen, um at brúkaraumboðsmaðurin eisini skal hava eftirlit við húsamarknaðinum, er gott. Men fyrst má húsamarknaðurin skipast bæði við lóg um meklaravirksemi og við lóg um keyp og sølu av fastari ogn