| Fødd/ur: | 22.02.1956 |
|---|---|
| Foreldur: | Mia og Eliesar Magnussen |
| Maki: | Bjørg Róin |
| Børn: | Rúni Róin, Bogi Róin Magnussen og Sharda Róin Magnussen |
| Útbúgving/ar: | skrivstovuútbúgving og sosialráðgevari |
| Yrki: | løgtingsmaður |
| Álitisstørv: | Formaður í løgtingsins Almanna- og heilsunevnd 1994-95. Formaður í løgtingsins Trivnaðarnevnd juli 1995 - oktober 1996. Landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum frá oktober 1996 til mars 1998. Afturvaldur á ting við valið 20. januar 2004. 2004 Næstformaður í rættarnevndini, limur í uttanlandsnevndini og eftirlit við varðhaldsfangum. Løgtingsmaður síðan juli 1994 (burtursæð frá tíðini sum landsstýrismaður). 2002- næstformaður í rættarnevndini, limur í uttanlandsnevndini og eftirlit við varðhaldsfangum. |
| Telefon: | 316935, 250052 |
| Fax: | |
| T-postur: | |
| Heimasíða: | www.j.fo |
Skulu vit velja javnaðarflokkin ella til vinstru fyri at fáa vælferð ? Skulu vit velja til høgru fyri at fáa ein góðan vinnupolitik ?
Javnaðarflokkurin hevur ikki patent uppá vælferðaskipanina. Javnaðarflokkurin hevur ikki patent uppá vælferðaskipanina. Men, tað er ein ítøkiligur og søguligur veruleiki, at tað eru javnaðarflokkar, ið hava tryggja okkum ta vælferðina, ið vit hava í okkara parti av heiminum. Javnaðarflokkurin hevur ikki patent uppá ein mennandi vinnupolitik. Men, tað er ein ítøkiligur og søguligur veruleiki, at tað eru javnaðarflokkar, ið hava verið drívmegin í tí framburði, sum m.a.
Javnaðarflokkurin hevur gingið á odda og hevur tryggjað, at vit hava fingið eina savnandi og berandi loysn í ríkisrættarligu viðurskiftunum. Tí eiga vit nú, við einum sterkum Javnaðarflokki á odda, at nýta alla samfelagsorkuna til at menna fólksins vælferð.
Vit verða eldri og eldri. Nógv ár eru løgd omaná miðal livialdurin og tað er ein gongd, ið heldur á fram.
Fyri at eingin misskiljing skal vera, so lat meg sláa rimmarfast, at hóast fleiri av okkara politisku mótstøðuflokkum leggja okkum og serliga meg persónliga undir at forða einum nýggjum studentskúla í Havn, so er støðan beint tann mótsatta.
Ongantíð er meira neyðugt enn nú at velja umboð á ting sum bæði vilja stríðast fyri at varveita og at menna vælferðina. Eg veit hvat hetta handlar um og hvat skal til, fyri at skapa úrslit.