Frælsi - Javnrættur - Samhaldsfesti
| Fødd/ur: |
8. oktober 1968
|
|
|---|---|---|
| Foreldur: |
Eyðfinn og Ingibjørg Mørk |
|
| Maki: |
Anngerð Knudsen
|
|
| Børn: | Ingibjørg, 14 ár, Lea 6 ár, David, 4 ár og Torleif Eyðfinn 1 ár | |
| Útbúgving/ar: |
HF, HH og Námsfrøðingur, eri undur persónliga leiðara útbúgving.
|
|
| Yrki: |
Leiðari
og býráðslimur
|
|
| Álitisstørv: | Nevndarlimur hjá VB- frá 1989 til 1995, Dansk Røde Kors frá 1999-2003, serlærari hjá Tansbjerg Skolen í Sønderborg frá 2003-2006.
Leiðari fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík frá 2006- Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu 2009- |
|
| Telefon: |
442126
|
|
| Fax: |
|
|
| T-postur: | levim@post.olivant.fo
levi@torshavn.fo |
|
| Heimasíða: | www.levimoerk.blogspot.com
|
Viðmerkingar til grein hjá Hanusi Joensen, skúlastjóra, dagfest 19.03.2010 í Dimmalætting, sum hann nevnir ”Viðmerkingar til ætlan býráðsins um fútaforboð” Eg taki ikki undir við at mítt navn verður lagt til lesarabrævið hjá Hanusi Joensen, skúalstjóra. Eg siti í løtuni í skúlastýrinum í Tórshavnar kommunuskúla, og eg kenni einki til hasa samtyktina, eri ikki ein partur av henni, og taki ei heldur á nakran hátt undir við henni.
Hotspots í Havn! Tórshavnar Kommuna arbeiðir í løtuni at finna út av, hvussu kommunan kann veita tráðleyst internetsamband í miðbýnum í Havn, og hevur samtykt at seta 200.000 krónur av til verkætlanina. Tað var Levi Mørk, býráðslimur, sum gjørdi nógv við hendan spurningin í valstríðnum. Nú hevur umsitingin hjá Tórshavnar Býráð fingi ein formligan fyrispurning um, at umsitingin kannar møguleikarnar fyri at kommunan veitir alnótaratgongd, gjøgnum sokallaði ‘Hotspots’. Umsitingin heldur, at uppskotið frá politikaranum um, í fyrstu atløgu, at veita alnóta-atgongd innanhýsis í kommunalum bygningum er eitt gott stað at byrja.
Marin Katrina Frýdal býráðslimur hevur púra rætt í sínari grein, har hon edurgevur tað umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt - Endurgeving byrjar: "at mett varð at ov fáir næmingar eru til at skipa tvær 10. flokseindir við nøktandi undirvísingartilboði.
Nú sparingar eru í tí føroyska samfelagnum, fari eg at heita á landsins myndugleikar og politikarar hjá Tórshavnar kommunu, um at vera ansin í hesum krepputíðum og ikki spara okkum eftir reyv, við serligum atliti til barna og ungdómsøki. Fíggjarligu útlitini eru ikki góð Vit síggja jú sparingar allastaðni, fíggjarligu útlitini og framskrivingar síggja ikki góð út við minni inntøkum og sparingum.
Vælsignaður Levi. Tú hoyrur heima í Eysturoynni. Her íður av børnum við serligum tørvi, sum ONKI tilboð hava av nøkrum slag.Mammur mugu ganga heima, tí onki tilboð er til børnini - ongin kommunalpolitikari (politikari yvurhøvur) vil kennast við børn okkara.Havi lisi alt tilfarið, sum uppstillaranar her í Runavíkar kommunu blaka í okkara postkassar og fjølmiðlanar. ONGIN av teimum nevnur børn við serligum tørvið.So eg atli mær á valg týsdagin og stemma blankt, fyri at vísa mína ónøgd. Vit her inni fáa ONGA hjálp/tilboð frá Sernámsdeplinum, so fyri mína skyld, kann Sernámsdepilin ikki vera til.
Fólk hava áhuga í at vita, hvussu nógv tráðleyst internet kostar. Jú, eg havi tosað við Jean Rygaard, deildarstjóra fyri KT- deildina hjá Høje Taastrup Kommunu.
Sum nú er, er bert frítíðarskúlatilboð upp til 2. flokk. Sum nú er, er bert frítíðarskúlatilboð upp til 2. flokk.
Tilvildarlig mynd av Karlamagnusarbreyt, her er møguleiki fyri, at byggja nýggja Frítíðarmiðdepil í Hoyvík. Eg frøist um, at onnur valevinir eru við uppá míni hugskot Eg frøist um, at serliga Tjóðveldisflokkurin hevur vent eyguni ímóti mínum hugskotum um at byggja nýggjan frítíðarmiðdepil til ungdómin í Hoyvík.
Í starvsvenjing. Eg minnist, aftur á árið 1998, tá ið eg var í starvsvenjing hjá ”Holbæk fritidscenter” í Holbæk í Danmark.
Ja, tað var eg sum var fyrsta valevni, sum kom við hugskotinum, um ókeypis tráleyst internet til okkum borgarar hjá Tórshavnar kommunu ! Hotspots/tráleyst internet, verður nógv kjakast um, inni á www.kjak.org. Eg haldi út frá kjakinum inni á kjak.org og facebook, at fleiri valevnir og onnur eru við uppá tankan, við ókeypis tráleysum interneti og tey halda, at hetta hugskoti er frálíkt.