Levi Mørk

  

Fødd/ur:

8. oktober 1968

 
Foreldur:

Eyðfinn og Ingibjørg Mørk


 
Maki:

Anngerð Knudsen

 
Børn: Ingibjørg, 14 ár, Lea 6 ár, David, 4 ár og Torleif Eyðfinn  1 ár  
Útbúgving/ar:

HF, HH og Námsfrøðingur, eri undur persónliga  leiðara útbúgving.

 
Yrki:

Leiðari og býráðslimur

 
 
Álitisstørv: Nevndarlimur hjá VB- frá 1989 til 1995, Dansk Røde Kors frá 1999-2003, serlærari hjá Tansbjerg Skolen í Sønderborg frá 2003-2006.
Leiðari fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík frá 2006-
Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu 2009-
 
Telefon:

442126

 
Fax:
 
T-postur: levim@post.olivant.fo
levi@torshavn.fo
 
Heimasíða: www.levimoerk.blogspot.com
 

Send boð til Levi Mørk

RSS

BLOG

Tráðleyst breiðband í Havn

23. nov 2009

Hotspots í Havn!

Tórshavnar Kommuna arbeiðir í løtuni at finna út av, hvussu kommunan kann veita tráðleyst internetsamband í miðbýnum í Havn, og hevur samtykt at seta 200.000 krónur av til verkætlanina.
Tað var Levi Mørk, býráðslimur, sum gjørdi nógv við hendan spurningin í valstríðnum. Nú hevur umsitingin hjá Tórshavnar Býráð fingi ein formligan fyrispurning um, at umsitingin kannar møguleikarnar fyri at kommunan veitir alnótaratgongd, gjøgnum sokallaði ‘Hotspots’.

Umsitingin heldur, at uppskotið frá politikaranum um, í fyrstu atløgu, at veita alnóta-atgongd innanhýsis í kommunalum bygningum er eitt gott stað at byrja. Tað er avmarkað til at ganga einari umbøn frá gesti um at fáa alnótasamband inni í einum kommunalum bygningi, á møti. Tað er ikki í stríð við løgfrøðina.

Næsta stigið kundi verið at veitt bátagestum, bilgestum og øðrum ferðandi atgongd til alnótina.

Tað eru sjálvandi nógv viðurskifti, sum skulu kannast, áðrenn kommunan ger av at veita eina tænastu, og eru nógv fyrivarni. Í uppritinum frá kommununi verður sagt, at tað skulu gerast kanningar, bæði um hvørjir veitarar skulu veita loysnina, hvør tøkni skal brúkast, hvør skal reka loysnina og hvørji atlit skulu takast, so tað ikki stendst løgfrøðisligur ruðuleiki av nýtsluni av alnótini.

- Vit sleppa sostatt ikki undan stýring av hvør fær atgongd, so tað setir beinanvegin spurningar um tøkni og mannagongdir, til dømis hvussu ein fær atgongd og hvør skal geva hana. Tørvur á atgongd er ofta eftir vanliga arbeiðstíð, so tað setir avmarkingar til hvør er tøkur. Í uppskotinum standa Reinsaríðið, Perlan og Býarbókasavnið nevnd. Hetta eru støð, har manning er tøk, sum kann veita atgongdina.

- Fara vit í aðru syftu at veita ferðandi alnótasamband ber ikki til at siga, hvat tað kemur at kosta, tí tað krevur neyvar kanningar. Til at geva atgongdina hava vit tó døgnvakt á Tórshavnar Havn og á Sløkkiliðnum.Tað er upplagt at kanna um áhugi er millum virkir at reka skipanina, verður sagt.

Sagt verður eisini, at hóast alt hetta finst í grannalondunum, so er neyðugt hjá okkum at kanna hvørji serlig føroysk atlit eru at taka.

Sum útgangspunkt skal brúkarin rinda fyri tænastuna soleiðis, at hon er útreiðsluneutral fyri kommununa.

Miðfyrisitingarstjórin og KT-leiðarin mæla í fyrstu atløgu til at kanna møguleikan fyri, at uttanhýsis veitarar kunnu loysa uppgávuna. Í øðrum lagi verður mælt til, at stjórnin mannar ein bólk at gera eina verkætlan sum fevnir um:

Stig 1: at veita alnótasamband til gestir í Perluni, Reinsarí’ið og Býarbókasavnið
Stig 2: at veita alnótasamband til ferðandi

og leggur hana fyri fíggjarnevndina. Samstundis verður mælt til, at settar vera kr 200.000 av til fyrra stigið.

Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar Kommunu samtykti 18. november at taka undir við at kanna møguleikan fyri at uttanhýsis veitrarar kunnu loysa uppgávuna.

vh. Levi Mørk, býráðslmur

Viðmerkingar:

Tín viðmerking

© 2007 - 2010 Javnaðarflokkurin | XHTML 1.0 | CSS

knassar