| Fødd/ur: | 18.06.1956 |
|---|---|
| Foreldur: | Sunneva og Ejler Sørensen |
| Maki: | Jastrid á Dul Sørensen |
| Børn: | Eiler, Jákup, Dania, Hanna og Tórur |
| Útbúgving/ar: | Bankaútbúgving |
| Yrki: | Skrivstovumaður |
| Álitisstørv: | |
| Telefon: | +298 254430 |
| Fax: | |
| T-postur: | mikkjals@post.olivant.fo
|
|
|
|
| Heimasíða: | www.j.fo |
Fyrst í desember kom yvirlýsing frá Kommunusamskipan Føroya við áheitan á politisku flokkarnar, um at taka upp samráðingar eftir valið við tí endamáli, at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita. Tað er ikki nýtt, at framstandandi politikarar úr ymsum flokkum, ganga hart innfyri at leggja fólkaskúlan út á kommunurnar, og til hetta valið vera tað óiva fleiri sum fara uppí tað kórið. Tað verður m. a.
Javnaðarflokkurin hevur sum fremsta mál, at allir borgarar eiga at fáa somu møguleikar í vælferðarsamfelagnum, uttan mun til, hvar í landinum teir velja at búseta seg. Javnaðarflokkurin stuðlar viljanum hjá føroyingum, at skipa seg í bygdasamfeløg. Hugsjónin góðtekur sjálvsagt ikki, at samfelag okra verður skipað bara útfrá praktiskum, búskaparligum sjónarmiðum. Men skal bygdasamfeløgunum vera lív lagað, so verður neyðugt støðugt at skipa lívsumstøðurnar hareftir, tí okur fara ongantíð at góðtakað, at Føroyar verða býttar upp í fyrsta og annan floks menniskju. Havast skal í huga, at ein fyritreyt fyri trivnaði í samfelagnum er, at rímiligt aldursbýti er í fólkinum, at javnvág er í arbeiðsbýti og arbeiðstilboðum til øll arbeiðstøk, og at tey, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin – børn, gomul og óarbeiðsfør – eisini eru ein natúrligur partur. Til at røkka hesum málum er neyðugt: at hava góðar samferðslu- og samskiftis møguleikar, at almennir stovnar og fyrisitingar eisini leggjast í útjaðaranum at kommunur samstarva ella leggja saman. Javnaðarflokkurin hevur havt leiðsluna í hesi samgongu, og fegnast okur um, at tað hevur eydnast at lækka prísirnar á ferðaseðlum at fraktprísirnir eru lækkaðir heilt betýðiligt til stóran bata fyri vinnulívið at okur hava fingið flutningstuðul íð samband við flutning av fiski, at túratalið er økt, at umsitingin av strandferðsluni er flutt suður. Stuðla javnaðarflokkinum. Mikkjal Sørensen, valevni á lista C
Nú lagt er upp til kjak, um ætlaða Eftirskúlan í Hvalba skal eingin ivi vera um, at javnaðarflokkurin tekur heilt og fult undir við, at eftirskúlin verður bygdur í Hvalba. Málið hevur verið fyri í landsstýrinum, og bakkar javnaðarflokkurin upp um ætlanina. So her eru eingir ivaspurningar frá okkara síðu. Tað er, at fáa ætlanina framda sum skjótast.