Búskaparpolitikkur

Vælferð og búskapur ganga hond í hond. At vit hava tilboð til børn og eldri, gevur okkum møguleika at arbeiða. At vit verða loftað, tá vit verða sjúk, ger okkum før fyri at koma skjótt aftur á arbeiðsmarknaðin. Ókeypis skúlagongd gevur øllum møguleika at fáa betri førleikar á arbeiðsmarknaðinum og so framvegis. Vælferðarsamfelagið er gott fyri einstaka borgaran, samstundis sum tað styrkir búskapin og kappingarførið.  

Somuleiðis er áhaldandi búskaparvøkstur ein fortreyt fyri menning av vælferðarsamfelagnum. Men búskaparvøksturin skal vera burðardyggur og ikki grundaður á almenna ovurnýtslu, ovurfisking ella kreditpolitikk hjá bankunum. Ein sterkur búskapur er neyðugur, skulu vit fíggja vælferðarsamfelagið. Samstundis eru vælvirkandi vælferðarskipanir neyðugar, skal búskapurin gerast enn sterkari.

Fyri at fíggja vælferðarsamfelagið er neyðugt at krevja pengar inn á fíggjarlógini. Men hetta skal gerast á ein skilagóðan og rættvísan hátt, har øll eru við at bera byrðarnar eftir førimuni - har breiðastu herðarnar bera størstu byrðuna.

Almenni, privati og sjálvbodni geirin skulu eggjast til samstarv og soleiðis skapa bestu karmar fyri menning og gagnnýtslu av tilfeingi okkara á landi og sjógvi. Til tess at røkka burðardyggastu úrslitunum eiga vit, umframt at eggja til samstarv, at leita eftir innovativum loysnum. Tá ið politikarar, granskarar, vinnulív, starvsfólk, brúkarar og borgarar setast saman at finna felags loysnir skapa vit samstarvsrikna innovatión. Hetta er ein týðandi táttur í at náa málunum um vøkstur, og at játtanir á fíggjarlógini, starvsfólk og førleikar teirra verða gagnnýtt til fulnar.

Eisini í privata geiranum skulu góðir karmar vera fyri vøkstri og menning, soleiðis at føroysku fyritøkurnar kunnu klára seg væl her heima og altjóða. Hetta bæði fyri útflutnings‐ og heimamarknaðarvinnur.

Almennu skipanirnar skulu gera tað lætt at stovna egna fyritøku, og eiga ikki at forða fyri nýhugsan og menning. Útbúgving og vitan skapa vøkstur, og vitan og vitug arbeiðsmegi er lykilin til meira virkna og meira kappingarføra vinnu. Almenni geirin eigur tí gjøgnum gransking og vitanarspjaðing, útbúgving, eftirútbúgving, kappingareftirlit, góðskutrygging og útboð av tilfeingi at gera munagóð tiltøk til tess at tryggja bestu karmar fyri búskaparvøkstri í almenna, privata og sjálvbodna geiranum.

Fíggjarpolitikkur

Fíggjarlógin er so stórur partur av føroyska búskapinum, at hon hevur stóra ávirkan á samlaðu framleiðsluna í landinum. Umframt at skapa tryggleika, vitanarspjaðing og kapping, skal almenni geirin eisini stabilisera búskapin, so sveiggini gerast minni. Týðandi er, at vit í góðum tíðum tryggja búskapin til verri tíðir og brynja føroyska samfelagið til framtíðina. Týðandi fyritreyt fyri at brynja samfelagið er at fremja átøk, ið gera føroyska búskapin fíggjarliga haldføran og sjálvbjargnan. Landið kann økja um eftirspurningin í samfelagnum við at føra stimbrandi fíggjarpolitikk í lágkonjunkturi. Somuleiðis kann landið minka um eftirspurningin, tá búskapurin er ovhitaður, við at føra tálmandi fíggjarpolitikk.

Fíggjarlógin skal útjavna sveiggj í búskapinum, sum koma uttanífrá, eitt nú sum ójavnur fiskiskapur ella óstøðugir prísir á útflutningsmarknaðunum.

Men almenni búskapurin er meira enn løgtingsfíggjarlógin. Helvtin av skattainntøkunum eru kommunuskattur. Harafturat eru fleiri grunnar partur av almenna búskapinum. Tað hevur alstóran týdning, at almenni búskapurin uttan fyri fíggjarlógina samvirkar við løgtingsfíggjarlógina.
 
Javnaðarflokkurin vil tí altíð stremba eftir at gera breiðar semjur við hinar flokkarnar um at skapa ein konjunkturneutralan fíggjarpolitikk, har fíggjarpolitikkurin virkar saman fyri land og kommunur. Javnaðarflokkurin vil, at útreiðslurnar skulu setast eftir langtíðarjavnvág, og ikki eftir teimum sveiggjum sum konjunkturarnir skapa á inntøkusíðuni.

Javnaðarflokkurin vil altíð fyribyrgja, at tað verður skert í almennum tænastum í óðum verkum, tí inntøkurnar eru lægri eitt tíðarskeið. Slíkar stuttskygdar sparingar skaða dygdina á almennu tænastunum, har vitan, sum er bygd upp gjøgnum fleiri ár, kann verða brotin niður eftir stuttari tíð.

Flokkurin leggur stóran dent á samhaldsfesti millum ættarlið. Íløgur og skipanir eiga at vera langskygdar og at gagna bæði verandi og komandi ættarliðum.