Sofus Debes Johannesen


Fødd/ur: 29.07.1960
Foreldur: Oddvør og Kornelius Johannesen
Maki:  
Børn:  
Útbúgving/ar: Skrivstovuútbúgving
Yrki: Skrivstovufulltrúi á Toll- og Skattstovu Føroya
Álitisstørv: Bygdarráðslimur í Gjáar kommunu 1989 - 2004, harav 12 ár borgarmeistari
Bygdaráðslimur í Sunda kommunu 2005 -
Formaður í Judosambandi Føroya
Formaður í Dopingeftirlitsnevndini
Telefon: 216586
Fax:  
T-postur: sofus@gjogv.fo
Heimasíða: www.j.fo

Send boð til Sofus Johannesen

RSS

BLOG

Viðmerking til Høgna Hoydal

Tað er ikki eiti á heiður, eg fái frá Høgna Hoydal, sum nýtir drúgva grein at viðgerða nøkur viðurskiftir, eg nam við í lesarabrøvum herfyri.

les meira

Fornuftin tapti í málinum um tollfríu sigarettirnar

Í kvøld sendi Jóannes Ejdesgaard, fíggjarmálaráðharri, út tíðindaskriv um, at hann hevur tapt í málinum um tollfríðu sigarettirnar hjá ferðafólki.

les meira

Hvar er skandalan?

Nú er spurningurin um lán til keyp av virðisbrøvum komin á frestu rók, og her vil Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vera við, at verandi kapitalvinningsskattalóg er við at fáa vanligar familjur í óføri.

les meira

Mangur veit frá Ólavi kongi at siga, men hevur ikki sæð hann

Nakað soleiðis minnist eg eitt orðafelli. Og um eg minnist hetta rætt, so sigur tað alt um mína kenslu eftir lansfundin hjá Javnaðarflokkinum 14.

les meira

Ørt at minka blokkin nú

Nú frættist, at fíggjarmálaráðharrin arbeiðir við at gera uppskot um at lækka blokkstuðulin 117 milliónir, sum avtalað var, tá samgongan varð skipað fyrr í ár.

les meira

Útbúgvingartilboð til orðblind

Tað hevur alstóran týdning at fáa fleiri útbúgvingartilboð til vaksin!Tað hevur alstóran týdning at fáa fleiri útbúgvingartilboð til vaksin! Ein stutt vitjan á skúlanum við Áir, sum veitir útbúgvingartilboð til vaksin, gav mær eitt sindur av innliti í trupulleikan hjá orðblindum, sum eg als ikki hevði varðhugan av var so stórur í Føroyum. Eg má siga, at tað er eitt fantastikt arbeiði, ið hesin skúlin við Áir ger, og hesum eiga vit at stuðla nógv meira enn longu verður gjørt. Bæði við at betra um hølisumstøðurnar og við at játta meira pening til skúlan, so hann fær møguleikan at hjálpa enn fleiri fólkum við teirra stóra trupulleika. Tað var sera áhugavert at hoyra hesi ungu fólkini greiða frá, hvussu tey vóru komin gjøgnum 10 ár í fólkaskúlanum, har tey av umverðini vórðu mett at vera minni begávaði og tey at enda sjálvi hildu, at tey kundu onki læra. Tað er ikki lætt at koma víðari, tá man hevur eitt so lágt sjávsvirði, men tey greiddu frá, at eftir at hava verið á skúlanum við Áir í fáar mánaðir kundu tey vísa á risa framstig, og tey arbeiða við góðum huga um at koma út av skúlanum við góðari útbúgving, ið kann nýtast at koma víðari í útbúgvingarskipanini ella í vinnulívinum. Hetta letur seg gera við einum góðum skúla og ikki minst við góðum serlærarum, sum sýna stórt hegni. Tað henda broytingar í fólkaskúlanum, har trupulleikin við orðblindni er komin meira í fokus, men har er neyðugt, at vit vísa skúlanum meira stuðul, so hesir næmingarnir fáa stuðul og hjálp beinan vegin, trupulleikin er staðfestur. Men broytingar í fólkaskúlanum hjálpa ikki teimum, ið eru farin úr honum.

les meira

Førleikamenning av ófaklærdum

Javnaðarflokkurin hevur greiðar ætlanir um, hvussu vit fíggja vælferðina.Javnaðarflokkurin hevur greiðar ætlanir um, hvussu vit fíggja vælferðina. Eitt av punktunum í hesi ætlan er førleikamenning av ófaklærdum við farloyvisgjaldi til arbeiðsmarknaðarskeið. Málið er at tryggja øllum tað, ið svarar til eina vinnuútbúgving. Tað einstaka starvsfólkið skal hava rætt til eftir- og víðariútbúgving, soleiðis at tað framhaldandi kann menna seg.

les meira

Privatisering av almennum fyritøkum

Ávíst kjak hevur staðist av, at Javnaðarflokkurin í farnu samgongu hevur verið við til at privatisera partar av Føroya Banka og Atlantic Airways.

les meira

SIÐA: 1 / 1

© 2007 - 2010 Javnaðarflokkurin | XHTML 1.0 | CSS

knassar