Frælsi - Javnrættur - Samhaldsfesti
Frælsi - Javnrættur - Samhaldsfesti
Frælsi - Javnrættur - Samhaldsfesti
Frælsi - Javnrættur - Samhaldsfesti
Frælsi - Javnrættur - Samhaldsfesti
Føroyski Javnaðarflokkurin varð grundaður í 1925.
Í
høvuðsheitum vóru tað teir somu, sum frammanundan høvdu lagt lunnar
undir Socialistisk Ungdomsforbund SUF og Thorshavn Arbejderforening, ið
tóku stig til at stovna flokkin. Tað er eisini mangt, sum bendir á, at
gott samband var við danska Javnaðarflokkin, meðan fyrireikingarnar til
floksstovnanina fóru fram.
25. september 1925 varð Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag úti í Tinganesi.
M.S. Viðstein gjørdist fyrsti formaður.
Nakrar mánaðir seinni stovnaðu fólk á Tvøroyri felagið
"Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag". P.M. Dam var ein av
høvuðsforsprákarunum.
Í báðum førum eru tað somu fólk, sum vóru við til at
stovna fakrørsluna her á landi, sum eisini gingu á odda at stovna
javnaðarfeløgini.
Sum kunnigt var Petur Mohr Dam lærari á Tvøroyri. Hann
hevði eisini tætt tilknýti til arbeiðarafelagið á Tvøroyri "Enigheden",
har hann óløntur starvaðist tað mesta av ævi síni.
Í 1926 gingu bæði javnaðarfeløgini saman um at stovna
Føroya Javnaðarflokk við egnari politiskari skrá, sum í høvuðsheitum
fylgdi hinum norðurlendsku javnaðarskráunum. Men henda skrá varð víðkað
við 11 punktum, sum vóru um serføroysk mál. Týdningarmestu av hesum 11
punktunum vóru krøvini um nýggja og fólkaræðisliga útbúgvingarskipan,
ein almennan fiskivinnubanka, umfatandi almannaverk, útstykking av
almennari jørð til fæloysingar og almannager av stórhvalaveiðini.
Til løgtingsvalið 1928 stillaði Javnaðarflokkurin upp
fyrstu ferð. Men til fólkatingsvalið frammanunadan stillaði M.S.
Viðstein upp móti tí frammanundan trygga valevni Sambandsfloksins
Andrassi Samuelsen. M.S. Viðstein gav Sambandsflokkinum veruliga
kapping.
Tann 23. januar 1928 fekk Javnaðarflokkurin 671 atkvøður
um alt landið t.e. 10,6% av atkvøðunum og tvey umboð á ting nevniliga
Petur Mohr Dam av Tvøroyri og M.S. Viðstein úr Tórshavn.
Fyrstu árini vóru merkt av tætta samstarvinum millum
flokkin og fakfelagsrørsluna, og tað eyðkendi eisini politikk floksins
á tingi. Hetta sást aftur í uppskotum um tjóðartøkur,
arbeiðsloysistuðul, almannaskipanir, broyting í jarðarviðurskiftunum og
uppskotum um nýggja og øðrvísi skúlaskipan. Men við tí stóru borgarligu
yvirvág, sum var í tinginum, hevði flokkurin smáar møguleikar at fáa
ávirkan á førda politikkin. Men harafturímóti hevði politikkur
Javnaðarfloksins á tingi stóra ávirkan á vanliga fólkið, sum livdi
undir verri og verri korum øll tríatiárini. Flokkurin fekk eisini stóra
framgongd til valið 1936, tá tað eydnaðist at fáa 6 limir valdar, 1 úr
Eysturoy, 1 úr Suðurstreymoy, 1 úr Sandoy og 3 úr Suðuroy.
Tey fyrstu árini vóru ikki uttan innanhýsis
trupulleikar. Flokkurin hevði ilt við at halda lív í floksblaðnum
"Føroya Social-Demokrat". Hugsjónarlig ósemja fór eisini at gera um seg
millum ein part við M.S. Viðstein, sum vildi halla seg til 3.
Internationala, og ein annan við P.M. Dam á odda, sum vildi fylgja
sjónarmiðunum hjá norðurlendsku arbeiðararørsluni. Hetta
innanhýsisstríð hevði við sær, at M.S. Viðstein í 1936 fór úr flokkinum
og úr politikki. Hann livdi restina av lívi sínum sum typografur og
skald. Síðandi leiddi P.M. Dam flokkin við myndugleika og dugnaskapi
til deyða sín 8. november 1968.
Javnaðarflokkurin tók virkin lut í fyrireikingunum, sum
førdu til heimastýrislógina 1948. Javnaðarflokkurin tók av fullum huga
undir við Heimastýrislógini og hevur virkað undir henni síðan.
Flokkurin ásannar tó, at tíðin nú er komin at loysa Heimastýrislógina
av við nýggja tíðarhóskandi lóg, Sjálvstýrislógina.
Javnaðarflokkurin luttók í fyrsta landsstýrinum eftir
nýggju skipani, men fór úr landsstýrinum 1950, og aftaná at hava verið
andstøðuflokkur í 8 ár eydnaðist tað at fáa eitt gott val 1958.
Flokkurin fekk umboð í øllum valdømum uttan Norðstreymoy - tilsamans 8
- og gjørdist størsti flokkur. Petur Mohr Dam gjørdist løgmaður í
samgonguni við Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Í tíðini eftir gjøgnumbrotið 1958 hevur
Javnaðarflokkurin luttikið í øllum landsstýrum, uttan 1963-67, 1981-85,
1989-1991 og 1996-04.
Í samgonguni ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og
Javnaðarflokkin
frá 2004-2008 og í samgonguni ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi frá januar 2008 - september 2008 var Jóannes Eidesgaard løgmaður. Eftir at samgongan ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldi skrædnaði í september 2008 kom Javnaðarflokkurin aftur í samgongu við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin tó uttan at hava løgmann.
Javnaðarflokkurin er limur í Norðurlendsku Arbeiðararørslusamtakinum SAMAK og hevur møtirætt í Socialistisk International SI.
SU,
Sosislistiskt Ungmannafelag, varð stovnað í 1965. Tað er politiskt
ungmannafelag við tilknýti til Javnaðarflokkin. SU er umboðað í leiðslu
floksins á líkaføti við øll valfeløgini hjá flokkinum. SU stuðlar
Javnaðarflokkin í flestu viðurskiftum, men hevur eisini havt serstøðu
um serstøk politisk mál. SU er limur í FNSU, Sosialistisku
ungmannafeløgini í Norðurlondum, og IUSY, alheims felagsskapurin hjá
Ungsosialistum.
Javnaðarflokkurin stovnaði blaðið “Føroya Social Demokrat”, sum kom út fyrstu ferð 24. maj 1927. Seinni bleiv hetta til tíðindablaðið Sosialurin, har millum blaðstjórarnar kunnu nevnast Vilhelm Johannesen og Jan Muller. Blaðið var ogn floksins heilt fram til 2006. Í hesum tíðarskeiðið gjørdist Sosialurin størsta tíðindablaðið í Føroyum. Nýtt felag myndað av blaðleiðsla, starvsfólkum og Føroya Tele yvirtóku Sosialin og reka hann í dag sum fjølmiðlafyritøkan Miðlahúsið.
Løgmenn:
P.M Dam 1959-1963, 1967-1968
Atli P. Dam 1970-1981, 1985-1989
Marita Petersen 1993-1994
Jóannes Eidesgaard 2004-2008
Floksformenn:
M.S. Viðstein1926-1936
P.M. Dam1936-1968
Einar Waag1968-1969
J.Fr. Øregaard1969-1972
Atli P. Dam1972-1993
Marita Petersen1993-1996
Jóannes Eidesgaard1996-