Jens Arni Leo Hammerfoss
Lesarabræv07. juli 2019
Jens Arni Leo Hammerfoss

Betri kor til verkafólkið og familjurnar

Tað eru viðurskifti, sum seta verkafólk og familjuna í bíðustøðu, og sum ræna okum dýrabara samveru við okra medmenniskju. Viðurskifti, sum ikki fremja lívsgóðsku, men strongd og taka virðismikla tíð frá okra kæru. Í Føroyum hava hesi viðurskifti ligið órørd í fjøruti ár, meðan okra grannalond hava tikið fatt um og virðismett arbeiðsfólk og familjuna.

Løgtingsval 2019

Øll, sum kunnu, skulu arbeiða. Tað er sjálvur kjølurin í okra vælferðarsamfelagi. Men arbeiðsmarknaðurin skal vera skipaður soleiðis, at hann fremur lívsfrælsi – ikki strongd.

 

Starvsmannafelagið hevur sett nøkur kjarnumál fram, og gleðiligt er, at hesi koma væl undir politisku mál Javnaðarfloksins og míni hjartamál. Eitt teirra er at stytta arbeiðsvikuna frá 40 niður í 37 tímar uttan lønarminking. Hetta fer at skapa betri samanhang millum arbeiðslív og frítíð ,  minka strongd hjá arbeiðsfólki, umframt  at sambandið við familju og nærvera verða styrkt. Allar kanningar vísa, at tað loysir seg at gera hetta, og at nógv meiri fæst burturúr arbeiðinum, hóast arbeiðsvikan er styttri.

 

Tá 8 tímar av degnum eru farnir, er lítið eftir enn at skunda sær at avheinta børnini og heim til húsar. Um børn ella foreldur hava frítíðarítriv, so skal tíð leggjast av til tað eisini, meðan sambandið  við familjuna alsamt minkar. Bara 3 tímar av vikuni gera alstóran mun fyri børnini, fyri verkafólkið og fyri okum sum menniskju í heilatikið.

 

 

Tíðaravmarkað og parttíðarstørv mugu tryggjast 

Tíðaravmarkað og parttíðarstørv mugu tryggjast á tann hátt, at tað gerst møguligt og hugaligt at hava hesi størv. Fólk í tíðaravmarkaðum starvi mugu verjast og tryggjast soleiðis, at tey hava sømilig rættindi á arbeiðsmarknaðinum, tí hesi størv gerast alsamt meiri vanlig. 

Okur mugu eisini styrkja rættin hjá teimum, sum arbeiða niðursetta tíð, men sum vilja arbeiða fulla tíð. Hetta er tó fyrst og fremst eitt mál fyri arbeiðsmarknaðarpartarnar – fakfeløg og arbeiðsgevarar. 

 

Harumframt mugu viðurskifti innan arbeiðsloysi og arbeiðsloysisskipanina eftirmetast, m.a. mótrokningar í ALS skipanini til parttíð og tíðaravmarkað størv, men eisini frítíðarlønin. Um tú hevur forvunnið tær frítíðarløn men gerst arbeiðsleysur, so verður ALS útgjaldið mótroknað frítíðarlønini fyri mei. Tískil mugu verkafólk brúka frítíðarlønina at liva fyri og møguleikin til frítíð er burturi. Broytast skal!

 

 

Arbeiðsmarknaðardepil og útbúgvingar

Ongin ivi er um, at ófaklærd mugu hava nógv fleiri møguleikar at kunnu eftirútbúgva seg. Her hugsi jeg serliga um vaksnamannaútbúgvingar og førleikamennnandi skeiðsskipanir, sum menna verkafólkið til ein alsamt broytandi arbeiðsmarknað.

 

Arbeiðsmarknaðurin broytist, ferðavinnan tekur dik á seg og tænastuvinnan er alsamt vaksandi. Okur mugu ásanna, at tó at fiskivinnan er grundarlagið undir okra samfelag, so hevur tøknin og automatisering ta avleiðing, at tørvurin á arbeiðsfólki  minkar. Við hvørjari nýbygging ella tøkniligum frambroti kunnu fólk gerast arbeiðsleys. Tí er tað týdningarmikið, at okur hava vaksnamannaútbúgvingar og skeiðsskipanir, sum førleikamenna ófaklærd til onnur størv á arbeiðsmarknaðinum, og sum samsvara tørvinum á arbeiðsmarknaðinum.

Øll eiga rættin til arbeiði. Men øll skulu eisini eiga rættin at mennast á arbeiðsmarknaðinum.

 

Ein framtíðarætlan má vera at stovnseta ein arbeiðsmarknaðardepil, sum samskipar hesi viðurskifti , men sum eisini skal vera  liður millum arbeiðsgevaran, fakfeløg og arbeiðsfólkið. Alt hetta krevur fyrst og fremst upplýsingar og hagtøl um føroyska arbeiðsmarknaðin og um korini hjá verkafólkinum. Tí mugu  umfatandi raðfestingar og játtanir til at gera kanningar til hetta endamálið.

 

 

 

Saman um einar javnari Føroyar

Okur hava eina skyldu at skipa samfelag okra soleiðis, at vit kunnu lyfta verkafólk, familjur og livikor upp á eitt hægri og virðiligt støði. Tí er tað týdningarmikið, at okur lurta og samskifta við fakfeløgini og fáa neyvt at vita, hvørjir trupulleikar eru, og hvør tørvurin er. Tað er úr hesum samstarvi, at einar javnari Føroyar kunnu sprettast.

 

Hetta eru hjartamál fyri meg og mál, sum jeg av øllum alvi vil arbeiða fyri, um jeg verði valdur.

 

Jens Arni Leo Hammerfoss