Marita Klein Joensen
Grein12. juli 2019
Marita Klein Joensen

Eru Føroyar heimsins stubbi?

Røða, sum Marita Klein Joensen helt á veðurlagsverkfallinum, sum hesa ferð varð hildið á G! festivalinum.

“Síggja tit hendan lítla ljósabláa prikkin? 

 

Hatta eru vit. So lítil ella minni eru vit í universinum. Alt, ið nakrantíð er hent í allari søguni hjá mannaættini, er hent í hasum evarska lítla prikkinum. Allir sigrar, allar tragediur, øll kríggj, allar hungursneyðir, øll týdningarmikil framstig, alt tað er hent í evarska lítla prikkinum… Hann er okkara einasta heim.

Og heim okkara er í váða, okkara møguleiki at búgva á jørðini - at hava eina framtíð sum civilisatión er í váða. Eg meini hetta er ein moralskur trupulleiki, tíðin er búgvin hjá okkum at tríva í hendan trupulleikan, tíðin er okkara at taka ábyrgd fyri at tryggja okkara framtíð.”

 

Hesi orðini eigur fyrrverandi amerikanski varaforsetin Al Gore. Og hóast tað eru 13 ár síðani hesi orðini vóru talaði, so eru tey enn relevant og gerast tað meira og meira fyri hvønn dag, ið gongur.

 

Men lukkutíð sær tað út sum, at broyting er á veg. Vit eru á G! nú, og á G! roynir mann at gera sítt fyri umhvørvinum. Tað er ikki loyvt at brúka plastikk at pakka matvøru í ella borðreiða mat á. Súgvirørini skulu vera niðurbrótilig í náttúruni, gløsini, ið verða nýtt at skeinkja við, verða endurnýtt, og allan dagin og náttina ganga fólk og rudda á festivalinum.

Men enn er langt á mál, pallarnir koma úr Íslandi, flogfør flúgva útlendsku tónleikararnar til Føroya, so enn hevur G! Co2 útlát við sær. Eg havi tó ringt við at síggja, hvussu tað kann gerast annarleiðis, tí flestu tónleikarir mugu flúgvast inn, av tí at tað verður ov tíðarkrevjandi at sigla.

 

Eg havi verið á hvørjum einasta G! Festivali síðani G! byrjaði í 2002, so heima hjá foreldrunum hjá mær er nógv suppa, sodavatn, kaffi og annað gott farið niðurum seinastu 18 árini. Og av tí sama, tá mann hevur havt nógvar gestir, er eisini nógvur plastikbúnaður í líki sum supputallerkar, gløs og koppar brúktir og farnir í skrell aftaná.

Í ár er fyrsta árið, at eg búgvi í egnum húsum á G! So í ár fóru vit á Dugna og keyptu eina rúgvu av brúktum gløsum og supputallerkum at eiga inni teir komandi G! Festivalarnar. Vit hava bygt okkara egnu hús og hava valt at fáa okkum jarðhita, og í november í fjør fingu vit okkum ein el-bil, ið eg koyri frá Gøtu til arbeiðis á Argjum. 

 

Hevur ein pengar og skal byggja hús, er mann í míni verð ikki rættsintur at velja nakað annað enn eina grøna orkuloysn, tí meiríløgan av at fáa sær t.d. jarðhita heldur enn oljufýr er ikki so stór, tá ein byggir nýtt. Skal mann til at skifta bilin út, eru eisini nógvir el-bilar í at velja, og prísurin á fleiri teirra liggur á sama støði sum á øðrum bilum, og fyrimunirnir at velja sær ein el-bil framum dieselbil eru rættiliga nógvir. 

 

Hetta eru bæði tvey íløgur, ið tú kanst gjalda teg frá. Fyri summi - harímillum okkum - var tað lætt nokk -  vit skuldu byggja hús, og til húsini skal ein hitaskipan til, og vit vóru noydd at keypa okkum ein bil afturat. 

 

Fyri onnur er tað ikki eins lætt - situr mann í einum sethúsum við oljufýri, kann tað verða ein dýr íløga at skifta til eina grøna orkuskipan, og hevur mann ein vælvirkandi dieselbil, so hava nógv ikki hug ella ráð at skifta, fyrrenn tørvurin er har. Mín vón er mest av øllum, at fólk, tá møguleikin stendur fyri durum, altíð taka av grønu orkuloysnunum.

 

Men tað er ikki alt, ið vit kunnu betala okkum frá, fyri at minka um Co2 útlátið. Okkara vanar kunnu vit ikki bara betala okkum frá. 

 

Vit hava nógv fokus í løtuni á at skifta frá olju til el/grøna orku, og eisini er nógv fokus á at banna plasti og onnur umhvørvisátøk. Hetta er ordiliga gott, og hóast tað sýnist at ganga alt ov seint, so gongur tað um ikki annað rætta vegin. 

 

Tað er týdningarmikið at seta meira fokus á at brúka minni og at vit hugsa um, hvussu vit kunnu minka um okkara forbrúk í gerandisdegnum. Tað, at fáa sær jarðhita og elbil, var ikki eitt ringt val hjá mær, tað kann man gjalda seg frá, og tað kostar faktiskt ikki meira, tá tað eru nýíløgur. Eg fái tó ikki betalt meg frá at fáa mær betri vanar, eg kann ikki betala meg frá at broyta mínar vanar. Tað skal nógv orka og umhugsni til tað.

 

Men um vit broyta okkara vanar og fáa onnur við uppá bylgjuna, so kunnu vit øll vera við til at gera ein mun. Og so skjótt tað verður ein normur í samfelagnum, at t.d. ikki blaka stubbar á vegin, so verður tað lættari og meira natúrligt fyri onnur at fylgja tropp. Tí nemliga hetta at blaka sigarettstubbar er nakað, ið tíverri enn tykist at vera í lagi millum fólk at gera. Í dag munnu tað vera øgiliga fá, ið kundu funnið uppá at blaka eina pitsaeskju ella eitt sunkist á vegin, men alt ov nógv halda enn, at tað er í lagi at blaka ein sigarettstubba. Men fakta er, at ikki bara sær tað ljótt út, at síggja sigarettstubbar liggja og sløðast, tað eru eisini nógv giftstoffir í stubbunum, ið enda í náttúruni. Tí er tað ikki líka mikið, um tú blakar ein lítlan stubba í náttúruna ella ikki. Onki er líkamikið, alt ger mun, sjálvt um munurin kann tykjast lítil.

 

Føroyar mugu og skulu ongantíð gerast heimsins stubbi, ið verður hildin at vera so líkagildigur, at hann ongan mun ger, um hann verður blakaður vekk. Vit eru so smá, at nógvar røddir herheima tvíhalda um, at vit gera ongan mun í mun til lond sum USA og Kina. Men vit hava eitt tað størsta Co2 útlátið per íbúgva, ja, størri en bæði Kina og USA, so hvør einstakur íbúgvi í Føroyum ger størri mun enn hvør einstakur íbúgvi í Kina. 

Kanska nettup tí, at vit eru so lítil, ger, at tað hevur stóran týdning, at vit verða grøn sum skjótast. Vit eru fá, men hava eitt vælútbúgvið og vælupplýst fólk, so tær royndirnar, ið vit kunnu gera okkum í Føroyum innan orku- og umhvørvispolitikk, kunnu saktans víðariførast til onnur lond. Lítli stubbin kann tí gerast rættiliga týdningarmikil.

 

Hendan G! Festivalin havi eg eina nokso ítøkiliga broyting í okkara vanum, ið eg kundi hugsað mær framda. Eg vil hava, at vit gevast at blaka sigarettstubbar. Eg havi tí skaffað mær eina rúgvu av stubbaskjáttum, ið eg fegin vil geva tykkum, serliga roykjarum, men tit onnur, ið kenna onkran, ið roykir og hevði havt gagn av eini stubbaskjáttu, eru vælkomin at taka eina við eisini!

 

Eg eiti Marita Klein Joensen, eg eri klimatosse, og eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin til komandi løgtingsval!

 

Takk fyri og framhaldandi góðan G! Festival øll somul!