Katrin Dahl Jakobsen
Lesarabræv13. august 2019
Katrin Dahl Jakobsen

Karusellin í Saksun og føroyska gestablídnið

Vit enda sum eitt trælsligt samfelag, um nøkur fá skulu sleppa at gera av, hvør sleppur at ganga hvar og nær.

Løgtingsval 2019

Ferðavinnan er vaksin so mikið skjótt seinnu árini, at vit hava ikki megnað at fylgt við. Talið av ferðafólki hevur verið methøgt í fleiri ár. Tvey stór hotel verða bygd í Havn, og kring landið lata upp fleiri smærri gistingarstøð. Tilboðini til ferðafólk verða eisini fleiri. Summi forvinna pening burtur úr tí. Onnur seta upp girðingar, portur ella karusell við gjaldsterminali. Onkur triði er bara stúrin og illneitast úr vindeygakarminum til ljóðið úr útvarpinum, sum spyr:

  • Skulu øll sleppa at ganga ókeypis allastaðni í høgum okkara?

Sjálvandi skal tað vera ókeypis at ganga! Minnist ongantíð, at eg havi verið og ferðast nakrastaðni, har eg skuldi gjalda fyri nakað so grundleggjandi sum “at ganga”. Onkrastaðni kravdi onkur pening fyri, at eg skuldi sleppa at liggja á eini strond, ella fyri ein túr við ferðaleiðara.

Men vilja vit veruliga vera eitt land, sum forvinnur pening, hvørja ferð onkur vil sleppa at liggja ella ganga?

Hvussu stórur partur av menniskjakroppinum kann privatiserast og gerast upp í pengum?

Eingin skal kunna gera seg til kong í haganum

Sjálvandi skulu vit skipa okkara ferðavinnu, soleiðis at bóndin ikki verður rendur um koll, at teirra virksemi ikki tekur skaða av ferðafólki, og soleiðis at náttúra og umhvørvi ikki skalast. Men tað gera vit ikki við, at summi gera seg til kongar í haganum.

Tað gera vit við eini heildarskipan, har vit taka eitt fast gjald frá ferðafólki – t.d. oman á ferðaseðilin ella gistingargjaldið – sum vit so lata teimum, sum varða av náttúruøkjum, har nógv ferðafólk koma. Eisini áttu vit, umframt havnagjald, at tikið eitt lítið gjald pr. persón við stóru ferðamannaskipunum. Tey bara dálka og leggja ikki klovið oyra eftir seg úti um landið. Alt hetta kundi verið brúkt til kunning, girðingar, gøtur, trygd og annað. Við somu skipan skal eisini vera møguligt at avmarka talið av ferðafólki í ávísum økjum, um tørvur er á tí. Eg eri vís í, at tá bar til at skapa fleiri tænastustørv í ferðavinnuni, sum fólk sjálvi skaptu, skipaðu og tóku pengar fyri.

Harumframt eiga vit at viðgera spurningin um borgarakort fyrst og fremst til útoyggjatænastur kring landið.

Eg hugsi, at tað er avmarkað, hvussu nógv ferðafólk landið orkar at bera. Vit mugu fara meira eftir kvaliteti heldur enn kvantiteti. At fremmandar ferðastovur lokka teirra ferðafólk at gjalda fyri at ferðast í okkara náttúru, má onkursvegna steðgast strax.

Sjálv havi eg verið við skúlaflokki inni í Leynadalinum við telti og gist í tvær nætur. Sjálvandi spurdu vit um loyvi, nú vit vóru so nógv. Nú siti eg og hugsi um, hvussu spell tað hevði verið, um okkara næmingar ikki sluppu at royna hetta. Kanska fyrstu og einastu ferð. Og ikki minni tað at ansa eftir náttúruni við at rudda væl og virðiliga upp eftir okkum.

Vit enda sum eitt trælsligt samfelag, um nøkur fá skulu sleppa at gera av, hvør sleppur at ganga hvar og nær.

Eg kenni ikki tað føroyska gestablídni aftur í slíkum hugburði, sum annars er eitt eyðkenni á nógvum smáum plássum í Føroyum, har ferðafólk kemur.

Hetta er ikki ein spurningur um, hvat ferðafólkini halda vera í lagi. Hetta snýr seg um, hvat fyri slag av samfelagi, vit vilja vera bæði mótvegis borgarum okkara og ferðafólkunum.

Katrin Dahl Jakobsen
Valevni fyri Javnaðarflokkin