Kvinna bjóðar til valfund

19. august 2019
20.00-22.00 // Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, Tórshavn

Kvinna bjóðar til politiskan valfund mánakvøldið 19. august í SILO í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Tvey kvinnulig umboð úr hvørjum flokki luttaka, og vit fara at tosa um arbeiðslív, barnalív, kvinnur í politikki og um umhvørvið. Tiltakið er ókeypis, og øll eru sjálvandi vælkomin.

Óluva Zachariasen er orðstýrari.

Fyri Javnaðarflokkin luttaka:

Kristianna W. Poulsen og Ingilín D. Strøm