Veitst tú?

23. juli 2019
20.00 // Gamla hotellið, Miðvágur

🐟🤔FISKIVINNAN 🤔🐟

Eftir vaksandi áhuga, fer SU nú í holt við eina rekkju av upplýsandi tiltøkum fyri ung og ungar sálir, har nøkur av mest umfatandi og mest diskuteraðu málunum í føroyskum politikki, verða lýst á einum gerandismáli

"Stemningurin er hugnaligur og eingin spurningur er ov býttur at seta!"

Týsdagin, 23. Juli, verður fyrsta tiltakið av hesum slag, tá vit, í hugnaliga Gamla Hotellinum, venda sjóneykuna í móti fiskivinnuni. Hasum, sum vit øll "liva av", men eingin veruligani skilur...

Skráin sær soleiðis út:

Kl. 20:00 Dyrnar lata upp
Kl. 20:30 SU skipar fyri uppleggi um fiskivinnuna
Kl. 21:00 Tónleikur
Kl. 21:30 Jóhannis Joensen, skúlastjóri í Sørvágs Skúla og nýtt valevni hjá Javnaðarflokkinum, skipar fyri einari funky Pubquiz

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll - ung sum gomul, men serliga ung!