10. januar 2024

Álvarsligt at verjuskipini ikki hava útgerðina í ordana

Føroyingar hava verið viðspælarar, og mann hevur tikið avgerð um at loyva einum nýggjum lofteftirlitsradara á Sornfelli. At verjuskipini um somu tíð eru virkin uttan grundleggjandi verjukapasitet er ógvuliga álvarsamt, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum nú vil hava danska verjumálaráðharran at greiða frá málinum.

Í morgun kundi Danmarks Radio avdúka, at kanónirnar á donsku verjuskipunum, sum sigla kring Føroyar og Grønland, tey seinastu 15 árini ikki hava virkað. Tað vísa skjøl, sum DR hevur fingið innlít í.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sjúrður Skaale hevur tikið ringa standin á donsku verjuskipunum upp við danska verjumálaráðharran. Og fólkatingsmaðurin hevur fleiri ferðir heitt á donsku stjórnina um at annaðhvørt endurnýggja ella útskifta tey eftirhondini gomlu Thetis-skipini, sum sigla kring Grønland og Føroyar.

At tað nú eisini vísur seg at vera stórir manglar á teimum nýggjaru skipunum í Knud Rasmussen klassanum ger bara ilt verri. Avdúkingin hjá Danmarks Radio vísur, at støðan er nógv verri, enn danska verjan sjálv hevur upplýst:

- Tað er serstakliga álvarsligt, at donsku verjuskipini ikki hava grundleggjandi verjuútgerð í ordan. Tað er ikki trygt fyri okkum, men so avgjørt heldur ikki fyri manningarnar á skipunum.

Hetta er danskt málsøki burtur av, og tí vendi eg mær til donsku stjórnina við hesum fyri at vita, hvør hevur ábyrgd av hesum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

 

//
 

§20 spurningar til verjumálaráðharran:

 

Danmarks Radio kunne d. 10. januar berette om, at i 15 år har to af Forsvarets arktiske- og nordatlantiske inspektionsfartøjer ikke kunnet bruge sine kanoner, fordi en afgørende del af våbensystemet mangler. Fartøjernes formål er at patruljere og håndhæve Rigsfællesskabets suverænitet i de arktiske farvande omkring Grønland og Færøerne.

Ildledelsessystemet, der fungerer som kanonernes øjne og hjerne, er aldrig er blevet monteret. Som konsekvens har kanonerne ikke været i stand til præcisionsskydning, og derfor har anvendelsen, udover som afskrækkende middel, været begrænset til varselsskud. Ergo har kanonerne nærmest kun været der for syns skyld, på trods af, at Forsvarsministeriet tidligere har betegnet våbensystemet som et fundamentalt grundelement.

 

Spørgsmål:

  1. Er ministeren enig i, at Forsvarets opgaveløsning i Arktis har været negligeret de seneste årtier?
     
  2. Mener ministeren at det er acceptabelt, at Forsvaret har været vidende om manglen af et system der betegnes som et fundamentalt grundelement, men alligevel har brugt 15 år på at rette op på problemet?