Grein08. februar 2023

Nú er enn lættari at søkja um skattafrítøku av pensjónsútgjaldi

Eftirlønarfólk og tey, sum í næstum skulu fáa eftirløn, noyðast ikki eins og fyrr at ringja runt til nógvar, ymiskar stovnar, tí nú kann hetta gerast á einum stað

Eftirløn

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur í nógv ár arbeitt við at loysa truplu støðuna, sum eftirlønarfólk koma út fyri, tá tey skulu fáa donsku eftirlønina útgoldna. Hóast eftirlønarfólkið hava skattskyldu í Føroyum, uppliva tey – av órøttum – at fáa eina skattarokning úr Danmark.

Málið bleiv tíbetur loyst fyri langari tíð síðani.

Tó hevur tað verið stríggið hjá fleiri eftirlønarfólkum at søkja um skattafrítøkuna. Kravið var at nógv ymisk skjøl skuldu útfyllast, umframt at eftirlønarfólkið skuldi seta seg í samband við fleiri myndugleikar og stovnar fyri at fáa góðkenning fyri bústaðarviðurskifti, arbeiði o.a.

Nú er hetta blivið enn lættari. TAKS gjørdi í gjár eitt skjal, sum eftirlønarfólkið skal útfylla og síðani senda til TAKS. Eftirfylgjandi avgreiðir TAKS skattafrítøkuna fyri eftirlønarfólki saman við SKAT Danmark.

Sí skjalið frá TAKS her: /Images/Demo - Annað/Brævskabilón føroysk.docx

Tá hetta er gjørt, eiga skattaviðurskiftini at vera í lagi. So er bert eftir at venda sær til bankan, sum skal vátta konto nummarið til PKA. Orsøkin til, at hetta er neyðugt, er tí PKA vil fyribyrgja hvítting.

At enda greiðir tú tínum pensjónsfelagið frá, hvussu tú ynskir at fáa pensjónina útgoldna.

Teir myndugleikar og stovnar, tú skal venda tær til í hesi tilgongd, eru:

  • Taks í Føroyum: Tlf.: 35 26 00
  • Tín banka: Telefon nummarið hjá tínum banka
  • PKA (Pensionskassernes Administrtion A/S): Tlf.: +45 39 45 45 40, ella www.PKA.dk, har møguleiki eisini er at chatta við eitt starvsfólk í dagtímunum