18. januar 2024

Verjumálaráðharrin fer at kanna málið um útgerðina á verjuskipum

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, tók í farnu viku málið um óvirknu kanónirnar á verjuskipunum upp við danska verjumálaráðharran, Troels Lund Polsen. Tað var eftir avdúking í Danmarks Radio um, at nøkur av verjuskipunum seinastu 15 árini hava verið virkin uttan grundleggjandi verjukapasitet.

Ítøkiliga vildi Sjúrður Skaale m.a. hava at vita, um verjumálaráðharrin helt tað vera í lagi, at danska verjan hevur verið vitandi um hendan feilin í so nógv ár, men at tað kortini skuldu ganga 15 ár, áðrenn feilurin varð rættaður.


Troels Lund Poulsen, upplýsir nú í svari til fólkatingsmannin, at hann hevur sett eina kanning í verk, sum skal fáa greiðu á hendingagongdini í málinum, og niðurstøðan í kanningini skal leggjast fyri fólkatinginum síðst í
mánaðinum.

//

 

Svarið frá danska verjumálaráðharranum:


Spørgsmål nr. S 415: Er ministeren enig i, at Forsvarets opgaveløsning i Arktis har været negligeret de seneste årtier?


Svar: Forsvaret råder over en række kapaciteter, der kan indsættes i løsningen af Forsvarets forskellige opgaver i Nordatlanten. Her er inspektionsfartøjerne blot en af flere typer kapaciteter, der bidrager til den samlede suverænitetshåndhævelse i området.

 

For så vidt angår den konkrete sag om ildledelsessystemer til inspektionsfartøjerne, er der tale om en sag, der rækker meget langt tilbage i tid, hvorfor jeg har bedt om at få afdækket forløbet nærmere.

 

Jeg vil orientere Folketinget, når afdækningen er tilvejebragt, forventeligt ultimo januar 2024.

 

Med venlig hilsen

Troels Lund Poulsen