Kristianna W. Poulsen
Lesarabræv08. mars 2020
Kristianna W. Poulsen

Altjóða kvinnudagur – framvegis bæði veitslu- og stríðsdagur

Enn ein 8. mars, sum gevur okkum høvi at taka støðu til avbjóðingar og livikor hjá gentum og konum í Føroyum og í heiminum.

Tað er sanniliga nógv at hátíðarhalda, tí nógv er hent hesa seinastu øldina. Kvinnustríðið og tær samfelagsbroytingar, sum hetta stríð hevur havt við sær, er lýst sum tann størsta sosiala kollveltingin seinastu 100 árini. Vit hava fingið valrætt, atgongd til útbúgvingar og atgongd til arbeiðsmarknaðin. Vit hava fingið møguleika at gera av, um vit skulu hava børn, og hvussu nógv børn vit vilja hava.

Men enn er nógv at gera á veg fram móti málinum, sum er eins livikor og eins liviumstøður fyri kynini. Risastórir lønarmunir. Fátækraváði. Eitt glasloft, sum framvegis er alt ov inntakt. 

Mánamorgnar hoyra vit ofta, at húsaófriður hevur verið í vikuskiftunum. Hetta hampiliga orðið sigur ikki stórvegis í sjálvum sær og kann fevna um so nógv: klandur ella bardaga eftir eitt váttligt kvøld í býnum. Men tað kann sanniliga eisini fjala hendingar, har kvinnur verða knústar sundur av makanum, ofta meðan børnini eru til staðar. 

Løgreglan fær árliga nógvar fráboðanir um húsaófrið, og vit vita ikki, um talan var um harðskap móti kvinnum og børnum. Men vit vita, at Kvinnuhúsið hvørt ár fær fleiri hundrað áheitanir, har harðskapur var orsøkin. Harðskapur móti kvinnum er ein álvarsligur og syrgiligur trupulleiki, sum ikki hvørvur, bara tí at vit umdoypa hendingina ella tiga hana burtur.

Í dag eru fleiri 8. mars tiltøk kring landið, og eg hugsi um tær nógvu kvinnurnar, sum tey seinastu árini eru fluttar til Føroya úr fremmandum londum. Hvussu hava tær tað? Hvussu eru teirra livikor? Vónandi merkja tær eisini tey framstig innan javnstøðu, sum eru í teirra nýggja heimlandi.  

Ofta hoyri eg yngri kvinnur siga, at javnstøða als ikki ein trupulleiki, og at tær kunnu gera akkurát tað, sum tær hava hug til. Eg haldi, at hesar útsagnir vísa, hvussu langt vit eru komnar, men hon vísir eisini, at fólk eru privilegii- og søgublind. Tí javnstøða millum kyn er als eingin sjálvfylgja, men eitt úrslit av einum longum stríði, sum eisini nú og frameftir skal stríðast. 

Tí er 8. mars eisini eitt gott høvi at takka teimum kvinnum, sum uppá so nógvar mátar tóku kampin upp, so at eg sum kvinna í Føroyum havi fingið eitt betri lív. Betri kvinnurættindi eru sanniliga ikki komin dalandi av himni, og serliga ikki í einum so konservativum samfelagi sum Føroyar. Takk fyri tit.

Nógv er hent, og nógv er eftir at gera, og tí er altjóða kvinnudagurin framvegis bæði veitslu- og stríðsdagur. 

 

Góðan 8. mars øll somul

 

Kristianna Winther Poulsen